Kunngerð

04. juni 2024

Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 við seinni broytingum um býarskipanir og byggisamtyktir, hevur Sørvágs bygdaráð á fundi 28.06.23 samtykt at broyta byggisamtyktina fyri neyst í Sørvági

Endamálið við at broyta byggisamtyktina er at møguleiki skal verða at seta bátar og neystabygging, sum lutvíst kann innrættast til frítíðarhús.

Á ognunum er tó loyvt at innrætta neyst til smærri virksemi og felags nýtslu, um kommunan metir at hettar er við at stimbra endamál økisins.

Broytingin snýr seg um niðanfyri nevndu matr., sum verða broytt soleiðis:

Frá G til G1: Matr.nr. 312, 238c, 310b, 317,

Frá G til G2:

Matr.nr. 180b, 13f, 129b, 129c, 104a, 103d,

Frá G til G3:

Matr.nr 181a, 181b, 276, 309e, 145e, 128b, 403, 52a, 52b, 340b, 163b, 270b, 45b, 45a, 46, 90c, 220b, 44, 114c, 165b, 405f, 58, A., 56, 57a, 57b, B., 291b, 55, 398a, 40, 229, 170I, 54,91, 62b, 238d, 228g, 191a, 87c, C, 394c, 199e, 53, 269a, D, 346, 226f, 173b, 99e, 37a, 37b

F: Almenn frítíðarøki Partur av 276, annars 56, 57a og 199e

Broytingin saman við korti og vegleiðing um kæru liggur frammi á kommunuskrivstovuni til alment eftirlit í tíðarskeiðnum frá 03. 06. 2024 til 22.07. 2024 báðir dagar íroknaðir.

Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu vera bygdaráðnum í hendi í seinasta lagi 22.07.24

Sørvágs kommuna

Onnur tíðindi

Eyka bygda­ráð­sfundur

10. juli 2025

Grundøki til sølu

27. juni 2025

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 25. juni

20. juni 2025