Væleydnaður Countryfestivalur

13. juni 2024

Síðani 2012, hevur Countryfestivalurin verið ein sermerktur føroyskur tónleikafestivalur, við nógvum góðum føroyskum og útlendskum nøvnum. Tað var líka korona-árini, at eitt avbrot var, men nú er festivalurin tíbetur aftur í fullum útblástri.

Tað sá annars onki út dagarnar frammanundan festivalin hesaferð. Veðurforsøgnin sá alt annað enn góð út, og verkfallið á arbeiðsmarknaðinum gjørdi tað ikki lættari at fáa alt at rigga.

Men veðrið bleiv slett ikki so galið, og festivalurin varð hildin í øllum góðum. Fleiri ummælarar og festivalgestir vildu vera við, at hetta var kanska tann besti Countryfestivalurin nakrantíð. Serliga góð ummæli fáa tær báðar konsertirnar á Dungapallinum seint leygarkvøldið. Fyrst Nathan Carter og síðani lokalu hetjurnar úr Tinganest.

Samanumtikið var góðskan høg á tónleikinum, og samskipanin riggaði væl. Festivalnevndin var framvið á kommunuskrivstovuni, har borgarstjórin handaði teimum eina kurv og gav teimum eina hjartans tøkk fyri ein sera góðan og væleydnaðan festival. Countryfestivalurin er tónleika og mentanarhæddarpunktið á árinum í Sørvági, og vit gleða okkum longu til Countryfestivalin í 2025.

Onnur tíðindi

Skrá fyri marknaðar­dagin í Gásadali

17. oktober 2024

Tí er Stórá grá

14. oktober 2024

Námsfrøð­ingur í barsilfar­loyvisstarv og køksfólk til Alvalon

12. oktober 2024