Trivnaðarvikan 2024

19. august 2024

Fyri triðju ferð varð skipað fyri Trivnaðarviku í Sørvági. Aftur hesaferð fevndu tiltøkini breitt, og okkurt var at fara til fyri ung og eldri, bæði innan og uttandurða.

Veðrið má sær sjávum ráða, og tað fáa vit onki gjørt við. Vikan gjørdist í so vát, men tað tóktist ikki at køva tað góða lagið. Av mongu tiltøkunum kunnu m.a. nevnast forvitnisliga ljóð og myndaframsýningin frá skúlabarnaferðum í 50-, 60-, og 70unum. Hetta fór fram í Kirkjuhúsinum.

92 ára gamli Julian Mikelsen, ið var smádrongur undir krígnum, fortaldi søgur frá hersetingini, meðan spákað varð í gomlu bygdini.

Eisini var dartkapping á skrá í Dansistovuni. 22 menn og tvær kvinnur royndu seg. Í finaluna komu vinmenninir, starvsfelagarnir og grannarnir, Ólavur Jensen og Jóhan Petur á Stongum. Ólavur vann dystin, og gjørdist sostatt sørvágsmeistari í dart í 2024. Í fjør vann Bergur Kluftá kappingina, men hann var ikki við í ár.

Tað eru tær báðar, Maria Samson Christensen og Erla Leonsson, sum eru samskiparar av Trivnaðarvikuni, og borgarstjórin hevur verið framvið hjá teimum báðum við blómutyssi og takkað teimum fyri eina væleydnaða og vælskipaða Trivnaðarviku.

Onnur tíðindi

Bókaframløgan í marghøllini

12. januar 2025

Bókaframløga í Marghøllini

07. januar 2025

Gott nýggjár!

31. desember 2024