Bókaframløgan í marghøllini
Í sambandi við at bókin Fólk deyð, burturgingin og grivin í Vágum og Mykinesi er útkomin, skipaðu Vága kommuna og Sørvágs kommuna fyri eini bókaframløgu farna hóskvøld í marghøllini í Sørvági.
Borgarstjórarnir í kommununum báðum, Eyð Ellingsgaard og Bjarni Prior, bjóðaðu vælkomin og so fekk rithøvundin, Kári Thorsteinsson, orðið. Hann greiddi frá tilgongdini í arbeiðinum, og nýtti høvið at takka fyri tann dygga stuðulin hann hevði fingið til hetta stóra verkið, ið telur útvið 1.000 blaðsíður. Bókin er eitt úrslit av drúgvum arbeiði, har hagtøl og heimildir sum kirkjubøkur, fólkateljingar og deyðsváttanir liggja sum grundarlag.
Bókin er ætlað sum eitt amboð til tey, sum ynskja at granska síni egnu ættarbond, og sum eitt týdningarmikið íkast til varðveitslu av søguligum upplýsingum um Vágar og Mykines.
Onnur innsløg vóru eisini hetta kvøldið. Ein partur var upplestur, og tað var lokali yrkjarin Beinir Bergsson, sum las.
Tað er forlagið Sprotin sum hevur givið bókina út, og ætlanin var at Jonhard Mikkelsen, stjóri á Sprotanum skuldi siga nøkur orð, men hann hevði tíanverri fingið forfall.
Tórfríð Tavsen sang tveir sangir, og so var kaffi og okkurt søtt til góman. Eftir hetta vóru bøkurnar latnar til tey sum høvdu skrivað seg upp, og tey vóru ikki so fá. Tey allarflestu vildu eisini hava eina heilsan skrivaða í bókina og kvøldið endaði við at Kári Thorsteinsson signeraði bøkurnar.