Fíggjarætlanin 2025 samtykt
28. november 2024
Fíggjarætlanin hjá Sørvágs kommunu fyri 2025 endaliga samtykt
Á bygdaráðsfundi 27. november 2024 varð fíggjarætlanin fyri 2025 einmælt samtykt.
Inntøkurnar fyri 2025 verða mettar til 57.735.000 kr.
Partafelagskattur er mettur til 4.000.000 kr. Mett inntøka frá DIS og FAS 3.968.000 kr., og mett inntøka av eftirl. 13.315.000 kr.
Bygdaráðið samtykti at gera íløgur fyri 28.504.000 kr.
Skattaprosentið verður óbroytt á 21 prosentum.
Barnafrádrátturin er 7.500,00 kr.
Størsta íløgan fer til útbygging av Alvalon.
Onnur tíðindi
Messan tikin í nýtslu
11. januar 2026
Rottangatøming í Gásadali og Bø
05. januar 2026
Endurlýsing: VASKIFÓLK TIL ALVALON
24. desember 2025