Vælvitjað jólatiltak
Í gjár vóru jólatrøini tendraði í Gásadali, í Bø og í Sørvági. Og tað vóru rættiliga nógv fólk sum møttu upp til hugnaliga tiltakið, har tónleikur, røður, barnakór og jólamenn settu dám á. Niðanfyri er røðan sum Helena Heðinsdóttir Guttesen, forkvinna í trivnaðarnevndini í Sørvágs kommunu, helt:
- - -
Tað er altíð ein serlig løta, tá vit savnast at tendra jólatræið. Kuldin, nærveran, jólapyntið og vøkru tónarnir frá Sørvágs Tónleikafelag seta dám á løtuna og minna okkum á, at jólini er í hondum.
Tá eg varð spurd, um eg kundi halda eina røðu, segði eg sjálvandi ja og fór beinavegin undir fyrireikingarnar. Mær dámar væl at hugleiða um tað, sum eg hoyri, síggi og upplivi, og tað plagar at fella mær lætt at seta orð á tankarnar. Men eg má viðganga, at hesuferð hevur tað veriðóvanliga torført. Ikki tí, at tað er trupult at lýsa góða jólahýrin, nei tvørturímóti - men tí, at hvør setningur endaði við at ljóða so yvirfladiskur og klisjé:
“Jólini snúgva seg ikki um gávur”
“Vit eru ov stressað í desember.”
“Jólini eru vorðin ov materialistisk”.
Vit hava hoyrt hesar setningar óteljandi ferðir, og kortini enda jólini ofta við at snúgva seg um júst tað, vit royna at sleppa undan: Jagstranini eftir tí perfekta - Perfektu gávuni, vakrasta trænum, best stoktu dunnuni og flottastu myndini at leggja út á sosialar miðlar... alt hetta við tómari bankakonto og einum kalendara, sum er sprongdur av tiltøkum.
Hvussu ber tað til, at vit lata resið køva nærveruna, hóast vit vita betri?
Tað fekk meg at hugsa um ein, sum tey flestu kenna. Hann er grønur, hárutur, stuttligur - og eitt sindur óndur. Nemliga The Grinch.
Grinch vaks upp í bygdini Whoville. Hann var øðrvísi enn hini børnini og bleiv tí ofta hildin uttanfyri. Við tíðini gjørdist hann so einsamallur og særdur, at hjartað hansara bókstaviliga gjørdist tvær ferðir ov lítið. Tað hevði við sær, at hann gjørdist óður og haturfullur. Hann flutti einsamallur niðan á eitt fjall, har hann sá niður á fólkini, sum hugnaðu sær saman í bygdini. Fólkini í Whoville elskaðu jólini, men tað var einhøgtíð, sum Grinch hataði meira enn nakað annað.
Eina jólanátt fekk Grinch nokk av jólagleðini. Hann sníkti seg oman í Whoville, ílatin sum ein jólamaður, og stjól allar gávurnar, pyntið, ja alt, sum hoyrir jólunum til. Hann væntaði, at um hann tók alt, fór gleðin hjá bygdafólkunum eisini at hvørva.
Men til hansara stóra yvirraskilsi, komu jólini kortini. Fólkini savnaðust, sungu og vóru saman, hóast alt tað ytra var burtur. Mitt í rokanum stóð ein genta: Cindy-Lou.
Øll fólkini ræddust Grinch, men hon sá okkurt gott í honum og royndi at skilja, hvar hansara vreiði kom frá. Hon var vís í, at hansara illgerðir ikki komu frá hatri, men frá sárum. Hennara nærvera og umsorgan gjørdi, at hjartað hjá Grinch – sum var ov lítið – byrjaði at vaksa. At enda gjørdi Grinch tað rætta og gav fólkunum alt aftur, sum hann hevði stolið. Hesi jólini fekk Grinch tvær serstakar gávur: Eitt stað, har hann hoyrdi til og eitt hjartað, sum rúmaði gleði og kærleika.
Hetta er ein sonn jólasøga, men hetta er eisini ein søga um okkum.
Vit øll møta løtum í lívinum, har tað ytra hvørvir. Beint eftir nýggjárið í ár bleiv teppið skrykt undan mær og familjuni, tá eg bleiv sjúk. Í tí løtuni, mitt í óvissuni, var tað púra greitt, hvat veruliga hevði týdning: Nærvera við tey, eg eri góð við.
Alt spældi tíbetur væl av, og so kom gerandisdagurin aftur – sum hann eisini skal. Men hóast mann fellir aftur til vanliga liverposteilívið, er gott at steðga á og spyrja seg sjálvan: “Hvat standi eg eftir við, tá alt tað ytra er tikið burtur? Og hvat eru jólini tá?”
Eg vil ikki ljóða sum ein annar Grinch og pilka alt tað ytra av jólunum, tí tað er sanniliga eisini vakurt og hugnaligt. Men tað er umráðandi at minnast, at jólagleðin liggur ikki á borðinum ella undir trænum. Hon liggur í einum smíli, einum klemmi, blíðum eygum og góðum orðum. Gleðin liggur í kensluni av, at vit hava týdning fyri hvønn annan.
Og júst tí er tað eisini umráðandi at minnast tey, sum hava tað tungt hesa tíðina - tey, sum sakna, sum eru einsamøll, og sum stríðast við eitt hvørt. At vísa teimum umsorgan er ein partur av jólunum – ja, helst tann týdningarmiklasti.
Takk fyri, at eg fekk høvið at knýta nøkur orð til hesa vøkru løtuna.
Gleðilig og nærverandi jól, øll somul!
Almenn móttøka í nýggja barnagarðinum í Sørvági
Bygdaráðsfundir í 2026