Nýggja Alvalon tikið í nýtslu
Mánadagin 1. desember var almenn móttøka í Alvalon, tá nýggi barnagarðurin varð tikin í nýtslu.
Við nýggja bygninginum eru karmanir víðkaðir og betraðir, til gagns fyri børn og starvsfólk.
Sambært tølum hjá Hagstovuni, so eru 15 børn fødd í Sørvágs kommunu higartil í ár.
Nógv fólk vóru komin at síggja stásiliga bygningin, og kommunan bjóðaði kaffi og køku.
Borgarstjórin bjóðaði vælkomin, og varaborgarstjórin helt røðu.
Tordis Dam Johannesen, leiðari í alvalon segði eisini nøkur orð, og Sunnvard Andreasen, stjóri í Articon, takkaði fyri gott samstarv. Tað er Articon sum hevur staðið fyri arbeiðinum at byggja nýggja barnagarðin.
Myndirnar hevur Ólavur Frederiksen, frá Faroephoto tikið.
Røðan hjá Jón Joensen, varaborgarstjóra og formanni í bygginevndini, er her:
- - - - - - -
Hjartaliga vælkomin til almenna móttøku, nú vit formliga handa Alvalon hendan stásiliga bygningin.
Hetta er ein stórur dagur, sum eg veit nógv hava glett seg til. Ikki bara starvsfólkini og børnini, sum koma at hava tína dagligu gongd her, men eisini nógv onnur. Tí hendan útbyggingin er nógv meira enn hetta materiella byggjaríðið, sum vit nú síggja stendur liðugt. Her taka børnini, sum fara at mynda okkara framtíð – síni fyrstu stóru stig í lívinum.
Her arbeiða eisini starvsfólk, sum hvønn dag gera ein týðandi mun. Fyrst og fremst við at skapa tryggleika, trivnað og menning fyri børnini, og harnæst við at gera tað møguligt fyri okkum foreldur at fara til arbeiðis við góðari kenslu, tí vit vita, at okkara børn eru í góðum hondum, meðan vit eru burtur.
Kommunala barnaansingin í Sørvágs kommunu byrjaði sum dagrøktarskipan 1. juni 1986. Fyrsta árið vóru 15 børn í dagrøktini, men hetta broyttist skjótt, tí longu árið eftir varð talið tvífaldað og vaks eisini stigvíst eftir hetta. Í 1994 varð stórur partur av dagrøktini lagdur undir barnagarðin Sýslan, men vegna plásstrot vóru tað framvegis nógv børn undir 3 ár, sum hildu fram í dagrøktini, og hendan skipanin var í gildi heilt fram til stóra dagin 28. august 2006, tá Alvalon á fyrsta sinni lat upp her á Kjóadalsvegi.
Øll børnini undir skúlaaldri vóru nú samlað undir somu lon, og tað varð mett sum eitt stórt framstig fyri trivnaðin hjá bæði børnum, starvsfólki og foreldrum. Alvalon var tí ein týðandi og søgulig hending í okkara barnaansing. Men eins og í 80unum broyttust bæði tørvur og krøv skjótt, tí stutt eftir at Alvalon varð tikin í nýtslu, vísti tað seg at stovnurin var í minna lagi. Hetta merkist serliga, tá tað komu fylgjandi árgangir við høgum barnatalið.
Starvsfólkaumstøðurnar vóru frá byrjan eisini nakað undirmettar, og tí varð stórur partur av loftinum, sum upprunaliga var knýttur at stovunum, ístaðin tikin í nýtslu til starvsfólkavirksemi. Hendan broytingin førdi við sær, at normeringin lækkaði í hvørjari einstakari stovu, og harvið lækkaði samlaða normeringin á stovninum eisini.
Fyri at betra um viðurskiftini, hava seinastu árini verið fleiri uppskot um útbygging á tekniborðinum, men av ymiskum orsøkum hevur ikki borið á mál fyrr enn nú. Ætlanin við at útbyggja Alvalon eystaneftir, kom av álvara í gongd í 2022, tá byrjað var við tørvsanalysum og starvsfólkasamrøðum á stovninum, og út frá hesum bleiv útbjóðingartilfar gjørt.
Starvsfólkini, sum arbeiddu á stovninum tá, hava tí verið við frá byrjan og haft ein týdningarmiklan leiklut í fyrireikingar arbeiðinum til byggiskránna, sum í november 2023, varð boðin út í heildararbeiðstøku. Í mars í fjør, varð samtykt at undirskriva sáttmála við Articon, sum saman við Fuglark lótu tilboð inn, uppá at byggja hendan bygningin, sum í alt hevur eitt nýtslustig á 715 m2.
Byrjað varð við útgrevstri í september, og beint fyri jól vóru fyrstu veggirnir stoyptir. Tríggjar mánaðir seinni vóru timburelementini reist og bygningurin innilokaður.
Í niðaru hædd er tøknirúm, vesi, vaskirúm, starvsfólkahøli, fundarhølir og umsiting. Á ovaru hædd eru tvær barnagarðsstovur við tilhoyrandi loftsrúmi. Normeringin á báðum stovunum er tilsamans 44 børn. Harumframt er høvuðsinngongd, trý vesi, stórt vátrúm, motorikrúm, stillasona og sansarúm.
Vit eru sera væl nøgd við arbeiðsgongdina, úrslitið og ikki minst at avtalaði kostnaðurin heldur, nú hesin nútímans og stásiliga bygningin er liðugur og klárt er at flyta. Eisini gleðast vit um, at vit nú kunnu bjóða starvsfólkunum á okkara størsta kommunala arbeiðsplássið, nútímans og virðiligar arbeiðsumstøður.
Í fyrsta umfarið eru tað børnini í Barnabýli og Stórulon, sum fara at flyta inn í nýggja bygningin, men um stovnurin ynskir tað, er eisini pláss fyri at umskipað verðandi bygnað og flyta enn meir børn yvir. Hendan útbyggingin ger eisini, at børnini og starvsfólkini í eldru hølunum fáa betri karmar at vika undir, við at loftið aftur verður knýtt at stovunum, sum tað var frá byrjan.
Ætlanin er eisini umbyggja verandi Barnabýli stovuna til ein stórkøk og gera eina gong, sum kemur at verða bindi lið ímillum báðar bygningarnir. Vónandi fara bæði børn, starvsfólk og foreldur í felag at gleðast um umstøðurnar við nýggju útbyggingini.
Vegna Sørvágs kommunu sum arbeiðsgevara, vil eg takka starvsfólkunum á stovninum fyri tolsemi øll hesi árini bíðað hevur verið eftir betri umstøðum - og fyri tað góða samstarvið í byggitíðini.
Tað kann vera sera avbjóðandi at hava arbeiðsplássið broytt og órógvað av byggi virksemi, men bæði tit, sum hava havt tykkara dagligu gongd uttan fyri byggihegnið, og handverkararnir, sum hava arbeitt innan fyri hava víst ein fyrimyndarligan atburð ímóti hvørjum øðrum ígjøgnum alla byggitíðina. Fyri uttan ein part av byggihegni, sum fall í nógvum vindi síðst vetur, hevur einki samskifti um klagur vegna órógv verið millum stovnin og arbeiðstakaran, og hetta fegnast vit um.
Eg fari vegna Sørvágs kommunu og bygginevndina at nýta høvi at takka:
- Mynda fyri ráðgeving við byggiskrá og útbjóðingar tilfarinum.
- Articon fyri góða samstarvið, og fyri at tit saman við Fuglark hava verið trúgvir til byggiskránna við sniðgeving .
- Ráðgevar og øllum undirveitarunum, sum saman við Articon hava fingið alt at henda í verki.
Stóra tøkk fyri dygdina í arbeiðinum og tann stóra innsatstin, sum tit øll hava víst. Eitt slíkt byggiarbeiði krevur gott samstarv, bæði millum arbeiðstakarar, byggiharra og sjálvan stovnin, og tað samstarvið haldi eg, at vit kunnu vera errin av í dag.
At enda fari eg at ynskja øllum - bæði smáum og stórum - hjartaliga til lukku við nýggju útbyggingini og blíðan byr.
Jón Joensen
Formaður í bygginevndini.
Brúgvin um Kirkjuá
VASKIFÓLK TIL ALVALON