Kunning um gjøld

09. desember 2025

Kunning um gjøld fyri tilboð og tænastur í Vesturvón frá 1. Januar 2026

Stýrið fyri Vesturvón hevur samtykt at dagføra gjøldini fyri tilboð og tænastur. Nýggju gjøldini eru galdandi frá 1. Januar 2026 og kunnu síggjast í talvuni niðast á síðuni.

Gjøldini verða kunngjørd vísandi til “kunngerð um heimatænastu og gjald fyri heimatænastu, eldrarøkt o.a”. Gjøldini eru galdandi fyri tær tænastur og tey tilboð, ið verða veitt við heimild í løgtingslóg um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Gjøldini verða hækkaði samsvarandi javningarprosentinum til almannaveitingar sum er 3,6%.

Búfólk á Heiminum á Sýnini og borgarar, sum gjalda fyri heimatænastu fáa skriv við kunningini.

Gjøld fyri búpláss, heimahjálp og umlætting:

Gjald fyri heimahjálp: Rindað verður í mesta lagi fyri 30 tímar um mánaðin.

Gjald fyri umlætting: Rindað verður 221,00 kr. um samdøgrið uttan mun til inntøku.

Onnur tíðindi

Brúgvin um Kirkjuá

03. desember 2025

Nýggja Alvalon tikið í nýtslu

03. desember 2025

VASKIFÓLK TIL ALVALON

02. desember 2025