Borgarafundur í Bø

23. januar 2026

Mánadagin 26. januar kl. 19:30 skipar Visit Vágar saman við Sørvágs kommunu fyri borgarafundi í Bø.

Visit Vágar hevur framløgu av ferðavinnulógini og ferðavinnuætlanum. Eisini kemur Fróðskaparsetur Føroya at hava eina framløgu um regenerativa ferðavinnu. Hetta er í samband við eina altjóða verkætlan ‘Return’, har tey hyggja eftir hvussu ferðavinnustøð kunnu mennast á ein burðardyggan hátt.

Tað verða eisini borgarafundir um sama evni í Mykinesi, Gásadali og Sørvági. Meira kunning kemur seinni. 

Onnur tíðindi

Eyka bygda­ráð­sfundur

01. oktober 2026

Bingjuplássið í oktober

30. september 2026

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

25. september 2026