Vallistar til fólkatings- og løgtingsval
10. mars 2026
Vallistarnir til fólkatings- og løgtingsvalini, sum verða ávikavist 24. og 26. mars 2026, liggja frammi til alment eftirlit.
Listarnir eru á kommunuskrivstovuni frá í dag, 11. mars, og verða liggjandi alment frammi til mikudagin 19. mars.
Kæra um, at onkur av órøttum er komin á listan, ella onkur ikki er tikin við, skal í seinasta lagi 17. mars 2026 verða send kommununi, sum kannar og tekur endaliga avgerð í málinum.
Sørvágs kommuna
Onnur tíðindi
Sørvágur fær nýggjan festival
05. mars 2026
Tíðindaskriv frá Sørvágs kommunu
25. februar 2026
Vit leita eftir fosturfamilju í Vágum
24. februar 2026