Bál á nýggjárinum

12. desember 2025

Um tú ætlar at brenna bál nýggjársaftan, er neyðugt at søkja loyvi frá Sørvágs kommunu.

Sendi umsókn á teldupost sorvag@sorvag.fo innan 30. desember 2025 kl. 1200

Treytirnar fyri at fáa loyvi eru hesar:

  • at bert reinur og turrur viður verður nýttur.
  • at veðrið er til vildar.
  • at økið verður ruddað skjótast gjørligt og í seinasta lagi dagin eftir. Um kommunan má rudda upp eftir bálið, verður rokning send til tann sum stendur fyri loyvinum av bálinum.
  • at navnsnevndur ábyrgdarpersónur verður uppskrivaður hjá kommununi.

Hesar treytir skulu tryggja, at bálbrenningin verður gjørd við skynsemi, umframt at minst møgulig umhvørvisárin standast av brenningini.

Sørvágs kommuna

Onnur tíðindi

Vallistar til fólkatings- og løgtingsval

10. mars 2026

Sørvágur fær nýggjan festival

05. mars 2026

Tíðindaskriv frá Sørvágs kommunu

25. februar 2026