Heimasjúkrarøktarfrøðingur til Vesturvón
Nú hevur tú møguleikan at fáa fast starv sum heimasjúkrarøkarfrøðingur hjá okkum. Vit leita eftir einum nýggjum starvsfelaga, sum saman við okkum vil tryggja, at borgarar fáa eina heildartænastu. Eina heildartænastu, ið tekur atlit til tørv, trivna, fortreytir og sjálvsavgerðarrætt hins einstaka.
Er tú eldhugað/ur og samstarvsinnað/ur sjúkrarøktarfrøðingur, so er tað møguliga júst tú, sum verður okkara komandi starvsfelagi.
Vesturvón er eldrasamstarvið millum Sørvágs- og Vága kommunu.
Aðalmálið hjá Vesturvón er at skapa góð og virðilig kor fyri okkara eldru, og at tryggja, at allir borgarar fáa heilsustimbran, fyribyrging, røkt, viðgerð og rehabilitering.
Søkt verður eftir:
Heimasjúkrarøktarfrøðingi til fast starv á starvsbrøk 1,0 í skiftandi vaktum at byrja skjótast gjørligt ella eftir nærri avtalu. Møguleiki er eisini fyri lægri starvsbrøk.
Førleikakrøv
Útbúgving, prógv og autorisatión sum sjúkrarøktarfrøðingur.
Vit vænta, at tú:
- Hevur áhuga í at arbeiða samsvarandi okkara málum
- Er miðvís/ur og skipað/ur í tilgondini til arbeiðið sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Ert áhugað/ur og sinnað/ur at arbeiða í tøttum samstarvi og toymum
- Kann arbeiða sjálvstøðugt í virðiligum samstarvi við aðrar fakbólkar, samstarvsfelagar og avvarðandi
- Ert reflekterandi og kreativ/ur í tíni tilgongd til nýggjar uppgávur og broytingar
- Hevur eina viðurkennandi tilgongd og ert áhugað/ur í at menna teg sjálva/n og aðrar starvsfólkabólkar bæði við samstarvi og undirvísing
- Hevur telduførleikar á brúkarastøði og evni at seta teg inn í skipanir, ið verða brúktar á økinum
Vit bjóða tær:
Eitt gott og spennandi arbeiðspláss við eldhugaðum starvsfólkum
Ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
Fjølbroyttar og avbjóðandi arbeiðsuppgávur
Góða innleiðslu
Meiri fæst at vita:
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Kirstin Ludvigsen, deildarleiðara á tlf. 665740 og teldupost kirstin@vesturvon.fo
Setanarviðurskifti:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum KAF/ Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum og autorisatión verður at senda til: vesturvon@vesturvon.fo
Umsóknarfreistin er 4. januar 2026
35 og 30 ára starvsdagar í kommununi
Bál á nýggjárinum