Tilboðini uppá ítróttarhøllina latin upp

29. januar 2026

Seint í heyst myndaði Sørvágs Kommuna eina byggiskrá, sum skuldi seta sjøtil á at fáa nýggja ítróttahøll í Sørvági – eitt stórt og eftirspurt íløguverk, sum hevur verið ávegis í nógv ár.

Arbeiðið skuldi fevna um at sniðgeva og byggja nýggja ítróttahøll í Sørvági við øllum hentleikum og rúmum, ið skulu til fyri, at ein høll skal kunna brúkast. Fyrsti partur av høllini, sum skuldi byggjast, er sjálvur bygningurin. Eftir hetta er ætlanin at gera uttanumøki og parkeringsøki.

Og tað komu fýra tilboð inn.

Tey eru soljóðandi (uttan mvg):


Kanjon: 43.500.000,-

J&K: 43.843.920,-

Norðhús: 43.995.000,-

Articon: 61.160.044,-

 

Ein dómsnevnd verður sett beinanvegin til at taka støðu til innkomnu tilboðini, og meira verður at frætta tá tilmælið frá nevndini kemur.

Onnur tíðindi

Eyka bygda­ráð­sfundur

14. juli 2026

Bátavog­nar við bátahylin

08. juli 2026

Viðfestis-, báta og húsvognar við Bonushyl

08. juli 2026