35 og 30 ára starvsdagar í kommununi
15. desember 2025
Í farnu viku var ein lítil hátíðarløta á kommunuskrivstovuni, har tvey av okkara starvsfólkum fingu eina tøkk fyri drúgva tænastu. Tað eru tey bæði, Sunrid Rasmussen og John Edvin Joensen, sum hava starvast hjá Sørvágs kommunu í ávikavist 35 og 30 ár.
Sunrid í fyrisitingini sum skrivari, men tá hon byrjaði í kommununi var tað sum tekniskur assistentur. John Edvin kom í starv sum arbeiðsmaður, og hevur tey seinastu nógvu árini verið arbeiðsformaður.
Eyð Ellingsgaard, borgarstjóri takkaði teimum fyri tíðina, og tey fingu eina jóladekoratión og eina gávu við sær í part, við ynskjum um alt tað besta og blíðan byr.
Onnur tíðindi
Vallistar til fólkatings- og løgtingsval
10. mars 2026
Sørvágur fær nýggjan festival
05. mars 2026
Tíðindaskriv frá Sørvágs kommunu
25. februar 2026