Løgtingsvalið - brævatkvøður og valkort
17. mars 2026
Brævatkvøður til Løgtingsvalið 26. mars 2026
Veljarar í Sørvágs kommunu, ið sambært vallógina lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 25. mars 2026.
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 363200 í seinasta lagi 25. mars 2026 kl. 12.00.
Valkort
Valkort eru send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni frá í seinasta lagi mikudagin 25. mars 2026 á tlf. 363200.
Onnur tíðindi
Valevnalistar til løgtingsvalið 26. mars 2026
17. mars 2026
Valevnalistar fólkatingsvalið 24. mars 2026
17. mars 2026
Vallistar til fólkatings- og løgtingsval
10. mars 2026