Fólkatingsvalið - brævatkvøður og valkort
Fólkatingsval er lýst at verða týsdagin 24. mars 2026
Atkvøðugreiðslan fer fram í skúlanum í Sørvági og byrjar: kl. 09.00 fyrrapart og heldur fram til kl.20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg.
Brævatkvøður
Veljarar í Sørvágs kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við fríggjadagin 20. mars 2026 kl. 14.00.
Tó er síðsta freist at greiða brævatkvøðu leygardagin 21. mars 2026. Er onkur, sum má velja 21. mars so ber hetta væl til, men ringjast má á tlf. 233203/233207 fyri at avtala eina tíð.
Velja Heima:
Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi 21. mars 2026, við at venda sær til kommunuskrivstovuna á tlf. 363200 í seinasta lagi 20. mars 2026 kl. 12.00.
Valkort
Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram týsdagin 24. mars 2026, eru valkort send øllum veljarum í kommununi.
Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt kommunuskrivstovuni, tlf. 363200 frá í seinasta lagi mánadagin 23. mars 2026.
Mint verður á, at valkortið eigur at verða við, tá møtt verður á valstaðnum.
Sørvágs kommuna
Løgtingsvalið - brævatkvøður og valkort
Valevnalistar til løgtingsvalið 26. mars 2026