Earth Hour, leygarkvøldið 28. mars
Earth Hour er eitt altjóða átak fyri veðurlagnum, har milliónir av fólkum kring allan heimin sløkkja ljósið í ein tíma, fyri at seta fokus á umhvørvið, náttúruna og okkara felags ábyrgd hesum viðvíkjandi.
Endamálið er ikki bert at spara orku í ein tíma, men at minna okkum á, at smáar gerðir kunnu hava stóran týdning, tá vit standa saman. Tað snýr seg um at hugsa um okkara gerandisdag, okkara orkunýtslu og um, hvussu vit kunnu liva meira burðardygt.
Í Sørvágs kommunu sløkkja vit eisini ljósini hetta kvøldið, og vit heita á allar borgarar um at gera tað sama.
Sløkk ljósið saman við okkum leygarkvøldi 28. mars kl. 20:30–21:30.
__________________
Earth Hour is a global climate initiative where millions of people around the world turn off their lights for one hour to highlight the environment, nature, and our shared responsibility.
The purpose is not only to save energy for one hour, but to remind us that small actions can make a big difference when we stand together. It is about reflecting on our daily lives, our energy consumption, and how we can live more sustainably.
In Sørvágur Municipality, we will also switch off the lights this evening, and we encourage all residents to do the same.
Turn off the lights with us on Saturday, March 28, from 8:30 PM to 9:30 PM.
Skrá fyri bygdaráðsfund
Fólkatingsvalið - brævatkvøður og valkort