Frá Vága Pensjónistafelag
02. apríl 2026
Aðalfundurin hjá Vága Pensjónistafelag verður í Bygdarhúsinum í Miðvági mikukvøldið 15. apríl 2026 kl. 18.
Byrjað verður við ókeypis døgurða og onkrum góðum omaná.
Uppskot til aðalfundin skal verða nevndini í hendi 10 dagar fyri fundardagin.
Øll áhugað kunnu gerast limir í felagnum.
Vit skulu skifta ein part av nevndini út. Vit hava fólk, ið vilja stilla upp, men um tit vita onkran afturat, sum hevur hug at koma í nevndina, so eru tit vælkomin at boða nevndini frá hesum.
Okkara tónleikarar skipa fyri felagssanginum.
Okkurt undirhald verður eisini.
Av tí at vit bjóða døgurða, mugu tit tekna tykkum, so vit vita, hvussu nógv koma. Sigið frá hjá Thurid tlf. 221432 í seinasta lagi mik. 8. apríl. Vónandi koma nógv fólk á fund.
Vága Pensjónistafelag
Onnur tíðindi
Bakkastøðin opin aftur
16. mai 2026
VASKIFÓLK TIL ALVALON
07. mai 2026
Kunning um smoltútseting
05. mai 2026