Ung í arbeiði 2026

07. juni 2026

Nú ber til at tekna seg til ”ung í arbeiði”. Í ár verður arbeitt frá 29. juni til og við 10. juli.

Arbeiðið hevur til endamáls at fríðka um í kommununi, og arbeiðsuppgávunar eru í høvuðsheitum at rudda, mála, lúka og fríðka.

Arbeiðstíðin er frá 09:00 til 16:00.

Lønin er tann sáttmála avtalaða tímalønin hjá Føroya Arbeiðarafelag.

Tilboðið er galdandi fyri næmingar, sum ganga í 8. og 9. flokki.

Tey, sum eru áhugað í hesum tilboðið, verða biðin um at senda ein teldupost til sorvag@sorvag.fo, í seinasta lagið 22. juni kl. 16:00.

Við tilmelding skal upplýsast:

  • Navn
  • Bústaður
  • Føðiár
  • Telefonnummar
  • E-mail
  • Kontonummar
Onnur tíðindi

Summarfrí

23. juli 2026

Umhvørvisplássið stongt á ólavsøku

23. juli 2026

Bátavog­nar við bátahylin

08. juli 2026