Støkk-in kanning fyri diabetes 2 í Sørvági

02. juli 2026

Mánadagin 6. juli frá kl. 09.00 til 15.00 verður høvi at fáa eina ókeypis kanning fyri diabetes 2 í Sørvágs skúla.

Kanningin er ein partur av landsumfatandi verkætlanini "Finn øll við Diabetes 2 í Føroyum", sum hevur til endamáls at finna fólk, ið hava diabetes 2 uttan at kenna til tað. 

Kanningin er skjót og einføld. Við einum blóðdropa úr fingrinum verður langtíðarblóðsukrið, tvs. HbA1c, mátað. HbA1c sigur okkum, hvussu høgt blóðsukrið hevur verið í miðal teir síðstu 3 mánaðirnar. Umframt hetta verða einfaldar kliniskar kanningar framdar, so sum hædd, vekt, miðju- og mjadnamát. Kanningin tekur umleið 5 minuttir, og luttakarin fær úrslitið av kanningini at vita á staðnum. Úrslitið kann antin vera: normalt, ávegis diabetes (prædiabetes), ella geva ábending um diabetes 2. Endalig staðfesting av diabetes 2 krevur tvær HbA1c-mátingar og fer fram í samstarv við kommunulæknan.


Tilboðið er ætlað øllum, sum eru 40 ár ella eldri. Hóast innbjóðing er send út í MínBoks, ber eisini til at møta upp uttan at hava bílagt tíð frammanundan.

Øll eru hjartaliga vælkomin at koma inn á gólvið og fáa kannað sína heilsustøðu.

Onnur tíðindi

VASKIFÓLK TIL ALVALON

01. juli 2026

Lendis­arbeiðið til nýggju høllina er byrjað

27. juni 2026

Skrá fyri bygda­ráð­sfund

23. juni 2026