Petra Olsen sett sum integratiónssamskipari fyri kommunurnar í Vágum

02. juli 2026

Vága kommuna og Sørvágs kommuna hava tikið avgerð um, at seta Petru Olsen sum integratiónssamskipara.

Talan er um eitt tíðaravmarkað verkætlanarstarv. Petra byrjar í stavinum 1. august 2026.

Petra Olsen hevur drúgvar royndir innan integratión og undirvísing. Síðani 2020 hevur hon undirvíst tilflytarum í føroyskum sum annaðmál (FSA), og hon er millum tey fáu í Føroyum, sum hava serliga útbúgving innan undirvísing av vaksnum tilflytarum í føroyskum.

Gjøgnum sítt arbeiði hevur Petra verið ein av teimum fyrstu, sum nógv nýkomin hava møtt á síni leið inn í føroyska samfelagið. Hon hevur tí eina greiða fatan av teimum avbjóðingum og møguleikum, sum fylgja við tí at flyta til Føroya, og hevur drúgvar royndir við at vegleiða og stuðla tilflytarum í bæði málmenning og gerandisdegnum. Hesar royndir geva henni eitt gott grundarlag fyri at menna og samskipa integratiónsarbeiðið í Vágum.

Kommunurnar báðar fegnast um at at kunna seta Petru í starv og ynskja henni blíðan býr.

Onnur tíðindi

Støkk-in kanning fyri diabetes 2 í Sørvági

02. juli 2026

VASKIFÓLK TIL ALVALON

01. juli 2026

Lendis­arbeiðið til nýggju høllina er byrjað

27. juni 2026