Bygdaráðsfundur kl.17
31. mars 2022

Møtt vóru:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari


Mál nr. 25 /2022

J.nr. 329-16-2021

Umsókn um stuðul fyri 2022 – Sørvágs

Róðrarfelag
Málslýsing: Sørvágs Róðrarfelag søkir um peningaligan stuðul.
Tilmæli 22.03..22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Róðrarfelag við
kr. 150.000.00 fyri árið 2022
Peningurin fyri rakstur kr. 50.000,00 verður útgoldin.
Restin av stuðlinum kr. 100.000,00 sum er til viðlíkahald av neystinum, verður útgoldin móti
váttaðum rokningum.
Roknskapurin fyri 2021 fyriliggur.

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 26/2022

J.nr. 324-7-2021

Umsókn um stuðul, at gera eitt spælipláss í Hagagerði.

Málslýsing: Søkt verður um stuðul til at gera eitt spælipláss við FIFA vøllin í Hagagerði.

Avgerð: Málið beint aftur í Trivnaðarnevndina.


Mál nr. 27/2022

J.nr. 324-1-2022

Umsókn um stuðul til Sørvágsleguna 2022

Málslýsing: Søkt verður um stuðul til Sørvágsleguna, sum verður í leguhúsinum í Nesvík,
6. – 8. mai 2022

Tilmæli 22.03.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágsleguna við kr. 15.000,00

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 28/2022

J.nr. 329-8-2022

Umsókn um stuðul fyri 2022 – Sørvágs bygdarsavn

Málslýsing: Sørvágs bygdarsavn søkir um stuðul fyri 2022

Tilmæli 22.03.22: Trivnaðarnevndin mælir til at veita stuðul til Sørvágs bygdarsavn upp á
kr. 72.000,00 fyri árið 2022
Roknskapurin fyri 2021 fyriliggur.

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 29/2022

J.nr. 329-9-2022

Umsókn um stuðul til bókaútgávu

Málslýsing: Føroyska sjómansmissión søkir um fíggjarligan stuðul til bókaútgávu.

Tilmæli 22.03.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 30/2022

J.nr. 219-2-2022

Umsókn um rakstrarstuðul fyri 2022 – 07 Vestur.

Málslýsing: Umsókn frá 07 Vestur, um rakstrarstuðul fyri 2022

Tilmæli 22.03.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla 07 Vestur við kr. 175.000,00 fyri
árið 2022
Roknskapurin fyri 2021 fyriliggur.

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 31/2022

J.nr. 219-3-2022

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2022 – Sørvágs Ítróttarfelag

Málslýsing: Sørvágs Ítróttarfelag søkir um rakstrarstuðul fyri 2022

Tilmæli 22.03.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Ítróttarfelag við
kr. 175.000,00 fyri árið 2022
Stuðulin verður útgoldin, tá kommunan hevur móttikið roknskapin fyri 2021

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 32/2022

J.nr. 329-10-2022

Umsókn um rakstrarstuðul – Vága Ríðingarfelag.

Málslýsing: Vága Ríðingarfelag søkir um rakstrarstuðul.

Tilmæli 22.03.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 24.03.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 33/2022

J.nr. 329-6-2022

Skriv/umsókn viðv. myndabókini Grásúlaveiða.

Málslýsing: Umsókn frá Rúna Brattaberg, um stuðul til myndabøkur sum m.a. snúgva seg
um Grásúluveiðu.

Avgerð 22.03.22: Trivnaðarnevndin mælir til at keypa 20 bøkur.

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini


Mál nr. 34/2022

J.nr. 329-1-2022

Umsókn um fíggjarligan styrk, at útgeva bókina Tættir og brot úr Bíggjar søgu- Óla Jákup Guttesen.

Málslýsing: Óla Jákup Guttesen søkir um fíggjarligan styrk, at útgeva bókina Tættir og
brot úr Bíggjar søgu.

Tilmæli 22.03.22: Meirilutin í Trivnaðarnevndini mælir til at veita stuðul upp á kr.
50.000,00 til bókina, Tættir og brot úr Bíggjar søgu.
Stuðulin verður útgoldin tá bókin er/ verður givin út.

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr.35 /2022

J.nr. 324-2-2022

Keyp av Sparkivøllum

Málslýsing: Tilboð frá Idé upp á útskiftan av sparkivøllunum í Bø og Sørvági og keyp av
vøllum til Alvalon og Sýsluna

Tilmæli 22.03.22: Trivnaðarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan upp á kr. 300.000,00
til keyp av sparkivøllum til Sørvágs og Bíggjar.

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá IDE uppá sparkivøllar
til Bø og Sørvági

Avgerð: Bygdráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 36 /2022

J.nr. 211-3-2022

Eykajáttan til keyp av sparkivøllum í Bø og Sørvági konto 5.24.62.381 Ítróttaranlegg og til asfalt konto 6.38.11.381 Vegir

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til keyp av sparkivøllum
konto 5.24.62.381 Ítróttaranlegg á kr. 300.000 og kr. 2.000.000 til asfalt konto 6.38.11.381
Vegir.
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.


Mál nr.37 /2022

J.nr. 219-5-2022

Umbøn um loyvi at lata peningastovn fáa fyribils veðhald í 07 Vestur húsinum

Málslýsing: Umsókn frá 07Vestur um loyvi, at lata peningastovn fáa fyribils veðhald í 07
Vestur húsinum.

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin mælir til at játta, at lata peningastovn fáa fyribils veðhald
í 07 Vestur húsinum upp til kr. 400.000,-

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.


Mál nr. 38/2022

J.nr. 329-2-2022

Arkitektakapping/ heildarætlan fyri Stakka og staðseting av ítróttarhøll

Málslýsing: Arkitektakapping/heildarætlan fyri Stakka og staðseting av ítróttarhøll.

Tilmæli 22.03.22: Tekniska nevnd mælir til, at taka av tilboðnum frá Vága Smíð, um at
staðaranalysa ið leggur grundarlag fyri staðseting og form av nýggjari ítróttarhøll í Sørvági,
hetta skal gerast í tøttum samstarvi við Sørvágs kommunu.
Umframt hetta verður mælt til, at seta ein arkitekt til at gera eina heildarætlan yvir
Dungasand.

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 39/2022

J.nr. 542-5-2022

Umsókn um loyvi til uppíbygging á bygning sum stendur á matr. 353d á havnarøkinum

Málslýsing: Eigarin av bygninginum á matr. nr. 353d á havnarøkinum, søkir um loyvi til
uppíbygging.

Avgerð 22.03.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um
at játta byggiloyvi til uppíbygging á bygning sum stendur á matr. nr. 353d á havnarøkinum í
Sørvági, við teimum viðmerkingum sum tekniski leiðarin nevnir í tilmælinum.
Orkuramma skal fyriliggja áðrenn endaligt byggiloyvi verður útskrivað.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Tekniska leiðaranum og
Teknisku nevnd.


Mál nr.40 /2022

J.nr. 542-24-2019

Umsókn um byggiloyvi til verkstaðsbygning á matr. 422r á vinnuøkinum

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 422r á vinnuøkinum í Sørvági, søkir um byggiloyvi til
verkstaðsbygning.

Tilmæli 22.03.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um
at játta byggiloyvi til verkstaðsbygning á matr. nr. 422r á vinnuøkinum í Sørvági, við
teimum viðmerkingum sum tekniski leiðarin nevnir í tilmælinum.
Byggiloyvið skal útskrivast til Sp/f Vitan, sum stendur sum eigari av grundøkinum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Tekniska leiðaranum og
Teknisku nevnd.


Mál nr. 41/2022

J.nr. 541-4-2022

Umsókn um sundurbýti av matr. 332c í Sørvági

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 332c søkir um sundurbýti av matr. nr. 332c í Sørvági,
soleiðis at hjallurin verður býttur frá sethúsinum.
Eftir sundurbýti verður støddin á grundøkjunum ávikavis 138m2 og 100 m2

Tilmæli 22.03.22: Tekniska nevnd mælir frá at sundurbýta matr. nr. 332c, tí sambært
byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu, skulu grundøkini í minsta lagið verða
500 fermetrar.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr.42 /2022

J.nr. 541-5-2022

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 146 í Mykinesi

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 146 í Mykinesi, søkir um sundurbýti soleiðis at verandi
úthús ( tvey ) verða býtt frá og fáa hvør sítt matr. nr.

Tilmæli 22.03.22: Tekniska nevnd mælir frá at sundurbýta matr. nr. 146, tí sambært
byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu, skulu grundøkini í minsta lagið verða
500 fermetrar.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr.43 /2022

J.nr. 542-8-2022

Umsókn um loyvi at stoypa garð omanfyri húsini á matr. 253f í Sørvági

Málslýsing: Søkt verður loyvi til at stoypa garð omanfyri húsini á matr. nr. 253f í Sørvági.
Garðurin verður 20cm tjúkkur og 60cm høgur.

Avgerð 22.03.22: Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til garð omanfyri sethúsini á
matr. nr. 253f, samb. umsókn dagfest 21. mars 2022
Garðurin kemur at standa inni á matr. nr. 253f

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd
Hugin Skaalum luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.


Mál nr.44 /2022

J.nr. 542-17-2020

Umsókn um byggiloyvi til bilskýli á matr. nr. 224 í Sørvági.

Málslýsing: Eigarnir av matr. nr. 224 í Sørvági, søkja um byggiloyvi til bilskýli.

Tilmæli 22.03.22: Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til bilskýli á matr. nr. 224 í
Sørvági, treytað av at garðurin eystanfyri verður lækkaður, soleiðis at garðurin verður áraka
trappuna. Kommunan ásetir hæddir.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr. 45/2022

J.nr. 541-2-2020

Broyting av byggisamtykt í Gásadali

Málslýsing: Broyting av byggisamtykt í Gásadali.

Tilmæli 16.03.22: Vinnunevndin mælir til at samtykkja broyting av byggisamtykt fyri Gásadal, sum fevnir um matr. nr. 147a, mælt verður frá at broyta matr. nr. 147a frá landbúnaðarøki K til alment frítíðarøki F

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.


Mál nr.46 /2022

J.nr. 329-11-2022

Stuðulskonsert til frama fyri neyðstøddum úr Ukraina

Málslýsing: Stuðulskonsert til frama fyri neyðstøddum úr Ukraina.

Tilmæli 22.03.2022: Trivnðaranevndin mælir til at veita stuðul upp á kr. 10.000,00 til
stuðulskonsert til frama fyri neyðstøddum úr Ukraina

Tilmæli 24.03.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr.47/2022

J.nr. 542-17-2019

Umsókn um loyvi til uppíbygging á bygning sum stendur á matr. 422q á vinnuøkinum

Málslýsing: Umsókn um loyvi til uppíbygging á bygning sum stendur á matr. 422q á vinnuøkinum í Sørvági.

Tilmæli: Tekniski leiðarin mælir til, at játta byggiloyvið samb. umsókn og tekningum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Tekniska leiðaranum.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024