Bygdaráðsfundur
27. januar 2010

Mál nr. 1.

Portur til kirkjugarðin í Bø, Tróndur Niclasen
Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 30.000  til nýtt portur til kirkjugarðin í Bø.
Víst verður til skriv frá kirkjuráðnum í Bø dagf. 05. mai 2009
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13 Mentan.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 2.

Umsókn um stuðul, Minnisvarðanevndin í Mykinesi.
Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 33.500 sum stuðul til Minnisvarðan í Mykinesi.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13 Mentan
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 3.

Umsókn um stuðul, Bíggjarbati.
Trivnaðarnevndin mælir til at játtað kr. 15.000,- í stuðli til Bíggjarbata, hetta er fyri rokn. ið Sørvágs kommuna hevur móttikið frá Bíggjarbata, í samband við ábøtur á Íshúsið.
Stuðulin verður at taka av konto 6.11.32 Fríðkan av bygdunum.
Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 4.

Umsókn um stuðul, Vága Dansifelag
Trivnaðarnevndin mælir frá at veita peningaligan stuðul, men mælir ístaðin til at Vága Dansifelag einki skal gjalda fyri uppihald á skúlanum og at kommunan átekur sær reingerð.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 5

Umsókn um stuðul til minnispæl, arbeiðsbólkur v/Jónu Dam.
Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við í mesta lagi kr. 15.000,-.
Hetta er fyri allar bygdirnar í kommununi.
Játtanin er treytað av at minnispælið verður veruleiki.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Stuðulin verður at taka av konto 5.24.13 Mentan.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 6

Sáttmálin millum Sørvágs kommunu og Sonna Jacobsen.
Trivnaðarnevndin viðmælir at taka undir við sáttmálanum millum Sørvágs kommunu og Sonna Jacobsen.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Stuðulin verður at taka av konto 5.24.13 Mentan.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 7.

Umsókn um stuðul, Sørvágs Tónleikarafelag.
Trivnaðarnevndin mælir til at játtað umsóknina við kr. 10.000,-
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Stuðulin verður at taka av konto 5.24.13 Mentan.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 8.

Ums. um stuðul til scanning og varðveislu av Gásadalsfilminum, Ulla B. Rasmussen
Meirlutin í Trivnaðarnevndini mælir til at játta stuðul uppá kr. 5.000,-
Meirlutin í Fíggjarnevndini tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Peningurin verður at taka av konto 5.24.13 Mentan.
Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 9.

Uppskot viðv. havanum hjá “Ellu” og á Stakka, Marita Frederiksen
Eftir uppskoti frá Maritu Fredriksen, mælir Trivnaðarnevndin til at taka undir við uppskotinum viðv. havanum hjá “Ellu” og tilboðið frá El-Tech um keyp av málaraskápi og niðurgravingsspot til á Stakka.
Mett verður at flísarnir til havan hjá “Ellu” kosta uml. tkr. 43 v/MVG tá er mátta, skervur og arbeiðsløn ikki íroknað. Tilboðið frá El-Tech er samanlagt kr. 62.000,- v/MVG
Peningurin verður at taka av konto 6.11.32 Fríðkan av bygdunum.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 10.

Keyp av lendi til Viðurbyrgi.
Tekniska nevnd mælir til at keypa uml. 1.100 m2 burtur av festi matr. nr. 36a. Økið verður lagt aftrat matr.nr. 70a hjá Sørvágs kommunu.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Peningurin verður at taka av konto 6.22.11 Byggibúning
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 11.

Umsókn um byggiloyvi til uppíbygging av seyðahúsi, Heri Guttesen
Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi samb. innsendum skrivi og tekningum móttikið 04. januar 2010.
Endaligt byggiloyvi verður ikki útskrivað fyrrenn svar frá friðingarmyndugleikunum fyriliggur.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Mál nr. 12

Avtala millum Sørvágs kommunu og Jón Joensen bónda, Bøur
Tekniska nevnd tekur undir við uppskoti um avtalu millum Sørvágs kommunu og Jón Joensen, bónda, Bøur.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 13.

Tilboð uppá gøtuljós til Niðaraveg.
Kommunan hevur móttikið 2 tilboð uppá gøtuljós til Niðaraveg.
1.     El-Tech
2.     Sp/f Thorfinn Nielsen
3.     Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboðnum frá Sp/f Thorfinn Nielsen.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Peningurin verður at taka av konto 6.38.11 Vegir.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 14.

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 25c, Erik Davidsen.
Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 25c.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Erik Davidsen luttók ikki í viðgerðini av málinum.


Mál nr. 15.

Tilmæli frá borgarstjóranum viðv. endurgjaldi til garð á matr. nr. 128f hjá Elsu M. Davidsen og Ingolf S. Olsen.
Vísandi til tilmæli frá borgarstjóranum dagfest 04. august 2009, mælir Tekniska nevnd til at taka undir við tilmælinum frá borgarstjóranum.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd, treytað av at tey taka undir við upphæddini.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.


Mál nr. 16.

Umsókn um leigu av rossafjósinum, Birgir Hansen og Holgar Jacobsen.
Trivnaðarnevndin mælir til at verandi brúkarar kunnu verða í fjósinum til 01. mai 2010.
Eftir hetta verður støða tikin til, hvussu verður við fjósinum framyvir.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.


Mál nr. 17.

Broytingar í fólkaskúlalógini.
Bygdaráðið samtykti at borgarstjórin og skúlastjórin taka sær av málinum.


Mál nr. 18.

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 422b.
Søkt verður um at uml. 7.604 m2  verða býttir frá 422b Norðurtriðingur s.p. og lagdir saman við matr. nr. 422d Sørvágs kommuna (Ídnaðarøkið)
Bygdaráðið samtykti at viðmæla umsóknina um sundurbýti.


Mál nr. 19.

Umsókn um stuðul, Missiónshúsið Libanon.
Fíggjarnevndin metir seg ikki hava heimild at stuðla samkomum í kommununi.
Meirlutin í bygdaráðnum samtykti  samb. skriv frá innlendismálaráðnum dagfest 16.12.09 ikki at játta stuðul.
 

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024