Bygdaráðsfundur kl.18
25. mars 2010

Møtt vóru:

  • Sune Jacobsen
  • Thordis Skaalum
  • Erik Davidsen
  • Nancy Selfoss
  • Jákup Suni Lauritsen
  • Jóhan á Ørg
  • Herálvur Jacobsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skr.

Til viðgerðar:

  1. Uppnormering av starvsfólkaorkuni í Alvalon, Barnaverndartænastan
  2. Frágreiðing við roknskapi, Sørvágs Bókasavn
  3. Keyp av matr. nr. 148y, Frits Heðin Jacobsen
  4. Keyp av matr. nr. 287c, Edvard Niclasen
  5. Keyp av matr. nr. 287d, Dánjal, Kára og Jørgen Niclasen
  6. Keyp av 1673 m2 av matr. nr. 234, Hervør Niclasen
  7. Søla av 549 m2 av matr. nr. 272a, Sø. komm
  8. Ums. um stuðul til grundøki, bogaskjótafelagið VágaSkot
  9. Eykajáttan til vatnleiðing
  10. Skriv frá Agenda 21
  11. Ums. um byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 117c, Axel Poulsen
  12. Ums. um byggiloyvi til rætt/seyðahús, Sunnari Suðurtriðingur
  13. Ums. um sundurbýti av matr. nr. 234, Hervør Niclasen
  14. Ums. um sundurbýti av matr. nr. 272a, Sørvágs kommuna
  15. Ums. um broytan av byggiloyvi á matr. nr. 406c, Jógvan A. Petersen
  16. Ums. um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 253f, Barbara/Hugin Skaalum
  17. Skriv frá Andrias Berglíð, viðv. vegi oman til sethús á matr. nr. 151a
  18. Ymiskt.


Viðv. 1.Uppnormering av starvsfólkaorkuni í Alvalon, Barnaverndartænastan

Vísandi til skriv frá Barnaverndartænastuni dagfest 15.februar 2010 um uppnormering av starvsfólkaorkuni í Alvalon, mælir Trivnaðarnevndin til at játta at starvsfólkaorkan í Alvalon verður økt samsvarandi tilmælinum frá Barnaverndartænastuni.
Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini
Bygdaráðiðð samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini


Viðv. 2. Frágreiðing við roknskapi, Sørvágs Bókasavn

Fíggjarnevndin mælir til at góðkenna frágreiðingina við roknskapinum fyri 2009 hjá Sørvágs Bókasavn.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.


Viðv. 3. Keyp av matr. nr. 148y.

Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 148y aftur frá Frits Heðin Jacobsen fyri kr. 92.200,-.
Peningurin verður at taka av konto 6.22.11 Byggibúning
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini


Viðv. 4. og 5. Keyp av matr. nr. 287c, Edvard Niclasen og 287d Dánjal, Kára og Jørgen Niclasen

Í samband við sethúsaútstykkingina í Billubønum mælir Fíggjarnevndin til, at kommunan keypir matr. nr. 287c frá Edvard Niclasen fyri kr. 46.725 og matr. nr. 287d fyri kr.196.245 frá Dánjal, Jørgen og Káru Niclasen.
Peningurin verður at taka av konto 6.22.11 Byggibúning.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.


Viðv. 6. og 7. Keyp av 1673 m2 av matr. nr. 234, Hervør Niclasen

Fíggjarnevndin mælir til, at kommunan keypir 1673 m2 av matr. nr. 234,frá Hervør Niclasen. Somuleiðis mælir Fíggjarnevndin til, at kommunan selur 549 m2 av matr. nr. 272a til Hervør Niclasen.
Peningurin kr. 79.804 verður at taka av konto 6.22.11, Byggibúning
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.


Viðv. 8. Umsókn um stuðul til grundøki, bogaskjótifelagið VágaSkot

Tekniska nevnd hevur viðgjørt umsóknina um stuðul til grundøki og hevur viðgjørt málið við atliti til staðseting av høllini, men tekur  ikki støðu til møguligan fíggjarligan stuðul.
Víst hevur verið á ymiskar møguleikar m.a. økið við fótbóltsvøllin, men er Tekniska nevnd av teirri áskoðan, at hetta økið ikki er egnað til endamálið.
Víst hevur eisini verið á møguleikan at seta høllina á vinnuøkið hjá Sørvágs kommunu, men er tað fatanin hjá Teknisku nevnd, at hetta bert kann lata gera, um samsvar er millum  virksemi í høllini og ásetingarnar í byggisamtyktini.
Í verandi støðu kann Tekniska nevnd ikki ávísa nakað øki til høllina.
Støðutakan viðv. ídnaðarøkinum og umsóknina um peningaligan stuðul eiga at verða viðgjørd í ávikavist Vinnu/ Fíggjarnevndini
Vinnunevndin hevur á fundi 24.mars 2010 viðgjørt umsóknina um stuðul til grundøki frá Bogaskjótifelagnum VágaSkot.
Vinnunevndin er av teirri áskoðan, at virksemið hjá felagnum ikki er sambærligt við tað virksemi økið er ætlað til, og kann tí ikki mæla til, at felagið fær grundøki á vinnuøkiunum hjá Sørvágs kommunu.
Meirlutin í Bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum hjá Vinnunevndini


Viðv. 9. Málið tikið av skránni.


Viðv. 10.  Skriv frá Agenda 21 bólkinum.

Agenda 21 bólkurin hevur í skrivi 15. mars 2010 víst á fleiri átøk, og heitt verður á Sørvágs kommunu um at  fáa hesi tiltøk framd í verki, soleiðis at órudd o.a. sum dálkar umhvørvið, verður beint burtur.
Bygdaráðið samtykti at umsjónin tekur sær av málinum.


Viðv. 11.Umsókn um byggiloyvi til bilhús á matr.nr.117c – Axel Poulsen

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til bilhús á matr.nr.117c, sambært umsókn dagfest 19.oktober 2009 og tekingar móttiknar 9. mars 2010
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Viðv. 12. Umsókn um byggiloyvi til rætt/seyðahús á matr.nr.423a – Sunnari Suðurtriðingur

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til rætt/ seyðahús samb.umsókn    dagf.11.mars 2010 við niðanfyri nevndu treytum:
      
1. Byggingin kann ikki byrja fyrrenn endalig staðseting er gjørd av Sørvágs kommunu
2. Um bygningurin skal nýtast til annað enn rætt/ seyðahús verður álagt umsøkjaranum at søkja kommununa um loyvi. Her verður hugsa um frárensl o.a.
3.  At bygt verður neyvt eftir tekningum móttiknar 11. mars 2010
Mælt verður til at endaligt byggiloyvi ikki  verður útskrivað, fyrrenn  loyvini frá friðingarmyndugleikunum  fyriliggja.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd, tó við tí treyt at, botnurin í rættini skal vera soleiðis, at hvørki skarn ella land fer út úr rættini.
Erik Davidsen luttók ikki í viðgerðini.  


Viðv. 13.Umsókn um sundurbýti av matr.nr.234 – Hervør Niclasen

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr.nr.234 í Sørvági.
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Viðv. 14. Umsókn um sundurbýti av matr.nr.272a – Sørvágs kommuna                    

Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr.nr.272a – Sørvágs kommuna
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd


Viðv. 15. Umsókn um broytan av byggiloyvi á matr.nr.406c – Jógvan A.Petersen  

Tekniska nevnd mælir til at loyva broytan av byggiloyvi á matr.nr.406c
Áðrenn byggiloyvið verður útskrivað, skal kommunan hava móttikið
dagførdar tekningar samb.umsókn dagfest 11.mars 2010
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Viðv. 16. Umsókn um broytt byggiloyvi til sethús á matr.nr.253f – Barbara/Hugin Skaalum

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi samb.umsókn dagfest 03.02.10, innsendum tekningum og samb. vanligum treytum fyri bygging í Sørvágs kommunu
Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.


Viðv. 17. Skriv frá Andrias Berglíð, viðv. vegi oman til sethús á matr.nr. 151a

Málið tikið av skránni 
 

Fundurin lokin kl. 1930
_______________                         ___________________
Sune Jacobsen                              Erik Davidsen
 
_______________                        ____________________
Nansy Selfoss                               Jákup Suni Lauritsen
 
_______________                        _________________________
Jóhan á Ørg                                   Herálvur Jacobsen
 
__________________________
Thordis Skaalum

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024