Bygdaráðsfundur kl. 17
29. juni 2022

Møtt vóru:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

Mál nr. 88 /2022

J.nr. 215-10-22

Dansistovan

Málslýsing: Umsókn frá borgara, um keyp av Dansistovuna.

Tilmæli 21.06.22: Tekniska nevnd mælir bygdaráðnum til at selja dansistovuna.

Um undirtøka ikki er fyri hesum, verður mælt til at ríva bygningin niður.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Ásetingar.

Hvørjar treytir bygdaráðið setur við bygningin verða samtyktar seinni.

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum er fyri, at fara undir eina tilgongd at selja dansistovuna við omanfyri nevndu ásetingum.

 

Mál nr. 73 /2022

J.nr. 219-22-2022

2. viðgerð av eykajáttan – Spælipláss í Hagagerði

Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan til spælipláss í Hagagerði.

Bygdaráðið samtykti hin. 25.05.2022 at játta eina eykajáttan til spælipláss í Hagagerði

upp á kr. 200.000,00

Avgerð: Samtykt.

 

Mál nr. 54/2022

J.nr. 219-23-2022

Eykajáttan til Sýsluna

Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan til Sýsluna.

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til Sýsluna, vegna uppnormering av starvsfólkaorkuni hjá Sýsluni upp á kr. 125.000,00 til konto konto 3.26.11.380.11 (Sýslan)

Avgerð: Samtykt

 

Mál nr. 76 /2022

J.nr. 219-11-2022

Umsókn um stuðul – Gøtulist.

Málslýsing: Gøtulist Føroyar søkja um stuðul til street art listaverk í Sørvágs kommunu.

Greitt verður frá at Gøtulist Føroyar er ein verkætlan, ið roynir at menna eitt mentanarligt samstarv millum street art listafólk úr Føroyum, Norðurlondum og umheiminum, ið endar við veggjamálningum í Føroyum í juli/ august 2022

Tilmæli 20.06.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul til Gøtulist Føroyar.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 77 /2022

J.nr. 219-12-2022

Umsókn um stuðul – Vága Pensjónistafelag.

Málslýsing: Vága Pensjónistafelag søkir um peningaligan stuðul.

Tilmæli 20.06.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Vága Pensjónistafelag við kr. 8.000,00

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 78/2022

J.nr. 219-14-2022

Umsókn um stuðul - Parkinsonsfelagið

Málslýsing: Umsókn um peningaligan stuðul frá Parkinsonsfelagnum.

Tilmæli 20.06.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð:Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 79 /2022

J.nr. 219-16-2022

Umsókn um peningaligan stuðul til verkætlan til framleiðslu av sjónbandalagi

Málslýsing: Umsókn um peningaligan stuðul til verkætlan til framleiðslu av sjónbandalagi.

Tilmæli 20.06.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla verkætlan við kr. 5.000,00 til útgávu av sjónbandalagi.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 80 /2022

J.nr. 219-19-2022

Umsókn um stuðul til norðurlendskt mentanartiltak – Vága Dansifelag

Umsókn um stuðul til norðurlendskt mentanartiltak – Vága Dansifelag.

Málslýsing: Vága Dansifelag søkir um fíggjarligan stuðul til norðurlendskt mentanartiltak í Føroyum.

Tilmæli 20.06.22: Trivnaðarnevndin mælir til, at umsóknin verður viðgjørd tá fíggjarætlanin fyri 2023 verður løgd.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 81 /2022

J.nr. 219-20-2022

Umsókn um stuðul til bókaútgávu – Jon S. Hansen

Málslýsing: Umsókn frá Jon S. Hansen, um stuðul til bókaútgávu: “ Bretskar støðir í Føroyum undir seinna heimsbardaga”

Tilmæli 20.06.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla bókaútgávuna: ”Bretskar støðir í Føroyum undir seinna heimsbardaga”. við kr. 25.000,00

Peningurin verður útgoldin, tá vissað er fyri at bókin fer til prentingar.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 82/2022

J.nr. 219-21-2022

Umsókn um stuðul til bókaútgávu – Harald Bjørgvin/ Helgi Jacobsen.

Málslýsing: Søkt verður um stuðul til bókaútgávu, sum er um vinnukaving í Føroyum

Tilmæli 20.06.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð:Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 83/2022

J.nr. 215-9-2022

Umsókn um keyp av grundøki á vinnuøkinum – Atlantic Airways.

Málslýsing: Umsókn frá Atlantic Airways um keyp av grundøki á vinnuøkinum á Hálsi í Sørvági.

Tilmæli 15.06.22: Vinnunevndin mælir til, at selja Atlantic Airways uml. 16.000 fermetrar av øki, sum liggur beint vestanfyri matr. 422r á vinnuøkinum, vísandi til umsókn frá Atlantic Airways dagf. 13. juni 2022

Endaliga sølan verður avgreidd, tá keypið av lendi frá Vørðufelli er komið upp á pláss.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Vinnunevndini.

Endaliga søla og kostnaður verður avgreiddur, tá keypið av lendi frá Vørðufelli er komið upp á pláss og stykkið er byggibúgvið.

Avgerð:Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 84/2022

J.nr. 219-18-2022

Umsókn um keyp av matr. nr. 422y á vinnuøkinum – 62N

Málslýsing: Umsókn um keyp av matr. nr. 422y á vinnuøkinum á Hálsi í Sørvági.

Tilmæli 15.06.022: Vinnunevndin mælir til, at selja 62N matr. nr. 422y á vinnuøkinum, við vanligum treytum.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 85/2022

J.nr. 545-2-2022

Økið til goymslu á havnarøkinum – Sp/f Vestmek

Málslýsing: Umsókn frá Sp/f Vestmek um leigu av øki á havnarøkinum til goymslu.

Tilmæli 15.06.22: Havnarnevndin mælir til at loyva Vestmek, at leiga økið til goymslu.

Mælt verður til, at innihegningin ikki verður gjørd varandi, tí at óvissa er við framtíðarætlanum á økinum.

Mælt verður til at sáttmálin verður í eitt ár.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Mælt verður til at sáttmálin verður galdandi í ½ ár, við møguleika fyri at leingja leigumálið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 86 /2022

J.nr. 219-18-2022

Tilboð uppá røntgentól til tannlæknastovuna

Málslýsing: Tilboð/ keyp av nýggjum røntgentóli til tannlæknastovuna í Sørvágs skúla.

Tilmæli 22.06.22: Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum, sum er upp á

kr. 91.637,50 v/MVG

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024