Bygdaráðsfundur kl. 17
28. september 2022

Møtt vóru:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Jóhan Mikkelsen
  • Elsebeth Davidsen
  • Hugin Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 122/2022

J.nr. 122-8-2022

1. Viðgerð av fíggjarætlanin hjá Sørvágs kommunu fyri 2023

Mettar útreiðslur 62.029.000,-

Mettar inntøkur 71.514.000,-

Eftir til íløgur 9.485.000

Tilmæli 26.09.22: Fíggjarnevndin hevur gjøgnumgingið raksturin fyri 2023

Avgerð: Bygdaráðið hevur gjøgnumgingið raksturin fyri 2023

 

 

Mál nr. 123/2022

J.nr. 329-21-2022

Málslýsing: Umsókn um at leiga skúlan í Mykines

Málið útsett

 

 


Mál nr. 124/2022

J.nr. 431-2-2022

Umsókn um uppnormering av starvsfólkaorkuni í Sýsluni.

Tilmæli 26.09.22:Fíggjarnevndin mælir til at játtað uppnormeringina á 20 tímar um vikuna.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 125/2022

J.nr. 323-5-2022

Málslýsing: Tilboð uppá útgerð til Gamla skúla

Tilmæli 14.09.22: Trivnaðarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá D.T á kr. 11.516,81 v/mvg.

Tilmæli 26.09.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 126/2022

J.nr. 324-8-2022

Málslýsing: Umsókn um stuðul til ítróttarfelagið Frælsi fyri árið 2022.

Tilmæli 14.09.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,-.

Tilmæli 26.09.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 127/2022

J.nr. 542-11-2022

Málslýsing: SNA hava vegna FAE søkt um byggiloyvi til at víðka verandi farstøð, við uml 22 metrum eystureftir. Útbyggingin fevnir um kjallara til viðføris handtering og miðhædd til viðførishøll og 1.hædd til skrivstovu og fundarhøli.

Bygningurin verður gjørdur av sama tilfari og sniði sum verandi, sum útgangspunkt verður bygt meira av tí sama.

Tilmæli 15.09.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, og við teimum treytum at nýtsluloyvi ikki verður givið fyrr enn brunasimuleringar er góðkendar, og at bygningurin í mun til ventilatión, inniluft og ljós í minsta lagi lúka treytirnar í BK17

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum og Teknisku nevnd

 

 


Mál nr. 128/2022

J.nr. 542-30-2022

Málslýsing: Umsókn um at keypa uml. 17m2 av litra b frá kommununi til samanlegging við matr.nr. 349b.

Tilmæli 26.09.22: Fíggjarnevndin mælir til at selja uml. 17 m2 av litra b til samanlegging við matr. nr. 349b í Sørvági samb. vanligum treytum.

Avgerð: bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 129/2022

J.nr. 342-30-2022

Málslýsing: Eigararnir av matr. nr. 349b í Sørvági, søkja um byggiloyvi til billhús, samb. innsendum tekningum.

Tilmæli 15.09.22: Tekniska nevnd mælir til at játta byggiloyvi, við frávikum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

 

Mál nr. 130/2022

J.nr. 342-30-2022

Málslýsing: Makaskiftið millum matr. nr. 317, og matr. nr. 199e.

Tilmæli 26.09.22: Vinnunevndin mælir til at makaskiftið verður framt.

Tilmæli 26.09.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti ikki at makaskifta millum matr. nr. 317 og 199e.

 

 

Mál nr. 131/2022

J.nr. 324-9-2022

Málslýsing: Kostnaðarmeting av spæliplássinum í skúlagarðinum

Avgerð: Málið beint aftur í Trivnaðarnevndina. Arbeitt verður víðari við kostnaðarmeting til 1. byggistig.

 

 

Mál nr. 132/2022

J.nr. 549-8-2021

Málslýsing: Søla av dansistovuni.

Tilmæli 14.09.22: Trivnaðarnevndin mælir til at dansistovan verður seld í fríari sølu, við verandi servituttum.

Tilmæli 26.09.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini. Málið er beint aftur í Fíggjarnevndina til at fyrireika útboðsmatrialið til sølu.

 

 


Mál nr. 133/2022

J.nr. 542-27-2022 og 542-28-2022

Málslýsing: Byggiloyvi á matr. nr. 119al og 119ak

Tilmæli 28.09.22:Tekniska nevnd mælir til, at geva frávik til frástøðurnar til mark, og at fylgja uppskotinum hjá formanninum í teknisku nevnd.

Áðrenn byggiloyvi verður útskriva skulu grannaváttanir fyriliggja, og annars skulu tilmælini í uppruna byggiloyvinum verða fylgd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

Mál nr. 134/2022

J.nr. 548-11-2021

Kunning um meirkostnað av drenrørunum á ídnaðarøkinum.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024