Bygdaráðsfundur kl. 17
07. september 2022

Møtt vóru:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Jóhan Mikkelsen
  • Elsebeth Davidsen
  • Hugin Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

Mál nr. 100/2022

J. nr. 211-7-2022

Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan til vinnuøkið

Tilmæli 18.08.22: Fíggjarnevndin mælir til, at tikið verður kr. 1.200.000 av tøkum peningi.

Avgerð 18.08.22: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá fíggjarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti við 2. viðgerð at játta eina eykajáttan til vinnuøkið konto. 6.37.11.380.31. Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

 

Mál nr. 101/2022

J.nr. 651-1-2022

Umsókn um løðistøðir til EL-bilar

Málið útsett

 

 

Mál nr. 102/2022

J.nr. 546-3-2022

Málslýsing: Verandi kaðal til bátahylin er ov smekkur til 80A sikringar og má skiftast, um tøka streymnýtslan í bátahylinum ikki skal minkast.

Tilmæli 31.08.22: Havnanevndin mælir til, at taka av tilboðnum frá TN og umsitingin fær tilboð uppá at grava grøv til kaðal. Mett upphædd fyri alt arbeiði er uml. kr. 100.000,-u/mvg

Tilmæli 07.09.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnanevndini.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Havna- og Fíggjarnevndini



Mál nr. 45/2022

J.nr. 541-2-2022

Málslýsing: Broytan av byggisamtyktini fyri Gásadal

Tilmæli 31.08.22: Vinnunevndin mælir til, at ætlaða broytingini av byggisamtyktini verður send til vinnumálaráðið. Innkomnar kærur verða ikki gingnar á møti.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 103/2022

J.nr. 219-17-2022

Málslýsing: Umsókn frá Atlantic Airways um grundøki á uml.10.000 m²

Tilmæli 31.08.22: Vinnunevndin mælir til at selja AA 10.000 m² óplanera.

Tilmæli 07.09.22: Fíggjarnevndin mælir til at selja AA 10.000 m²

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 104/2022

J.nr. 541-11-2022

Málslýsing: Broytan av byggisamtyktini fyri matr.nr. 272o og 272p til íbúðarbygging

Tilmæli 31.08.22: Vinnunevndin mælir til grundøkini verða løgd í ein matrikkul, og serstøk byggisamtykt til íbúðarbygging verður gjørd fyri matrikkulin.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 105/2022

J.nr. 548-11-2021

Málslýsing: Matrikkulering av Vinnuøki

Tilmæli 31.08.22: Vinnunevndin mælir til at matrikkulera verður eftir tekning frá JKP.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 106/2022

J.nr. 210-2-2022

Málslýsing: Skriv frá eigaranum av matr. nr. 161 í Sørvági

Tilmæli 31.08.22: Vinnunevndin mælir til at matrikkul 161 verður keyptur fyri 89,- pr.m²

Tilmæli 07.09.22: Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 161 fyri kr. 89,- pr. m2.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini

 


Mál nr. 107/2022

J.nr. 234-7-2022

Málslýsing: Umsókn um rakstrarstuðul til 07 Vestur húsið.

Málið verður viðgjørt í samb. við viðgerðina av fíggjarætlanina fyri 2023

 

 

Mál nr. 108/2022

J.nr. 219-24-2022

Málslýsing: Umsókn um stuðul í samband við Ráðstevnu.

Tað sálarliga arbeiðsumhvørvið, HÓTT ella NOT!

Tilmæli 31.08.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.

Tilmæli 07.09.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 109/2022

J.nr. 329-17-2022

Umsókn frá Musikkskúlanum um at fáa upphæddina hækkaða fyri fíggjarárið 2023

Málið verður viðgjørt í samb. við viðgerðina av fíggjarætlania fyri 2023

 

 


Mál nr. 110/2022

J.nr. 431-3-2022

Málslýsing: Ymisk viðurskiftir í Alvalon

Tilmæli 31.08.22: Trivnaðarnevndin arbeiður víðari við málinum.

 

 


Mál nr. 111/2022

J.nr. 542-20-2022

Málslýsing: Umsókn um loyvi at byggja ein útbygning afturat húsunum á matr. nr. 33b í Mykines.

Tilmæli 06.09.22: Tekniska nevnd mælir til at játta byggiloyvi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 112/2022

J.nr. 215-12-2022

Málslýsing: Umsókn um at keypa matr. nr. 119ak á Middagsvarða.

Tilmæli 07.09.22: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 119ak samb. vanligum treytum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 113/2022

J.nr. 542-27-2022

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús við einari hædd, á matr. nr. 119ak

Tilmæli 06.09.22: Tekniska nevnd mælir til at játta byggiloyvi, við teimum treytum ið tekniski leiðarin hevur mælt til og at húsini verða flutt vestureftir, so tey eru innanfyri byggilinjuna á eystursíðu. Áðrenn byggiloyvi verður útskrivað, skal verða víst á fígging og hoyring frá granna, um loyvi at byggja út um byggfeltið.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

Mál nr. 114/2022

J.nr. 215-13-2022

Málslýsing: Umsókn um at keypa matr. nr. 119al á Middagsvarða.

Tilmæli: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 119al samb. vanligum treytum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 115/2022

J.nr. 542-28-2022

Málslýsing: Umsókn til byggiloyvið til sethús við einari hædd samb. innsendum tekningum á matr. nr. 119al í Sørvági.

Tilmæli 06.09.22: Tekniska nevnd mælir til at játta byggiloyvið, við teimum treytum ið tekniski leiðarin hevur mælt til og at húsini verða flutt vestureftir, so tey eru innanfyri byggilinjuna á eystursíðu, og flutt so tey eru 2,5m frá mark á suðursíðu. Áðrenn byggiloyvi verður útskriva, skal verða víst á fígging og hoyring frá granna, um loyvi at byggja út um byggifelti.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 


Mál nr. 116/2022

J.nr. 542-11-2022

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til viðførishøll.

Málið er útsett til komandi fund.

 

 

Mál nr. 117/2022

J.nr. 542-31-2022

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvið til at víðka um verandi hús á matrikkul nr. 422b Norðurtriðingi sunnara parti.

Tilmæli 06.09.22: Tekniska nevnd mælir frá at geva byggiloyvi. Umsóknin líkur ikki treytirnar fyri bygging á økinum samb. paragraf 21 í byggisamtyktini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 118/2022

J.nr. 544-7-2022

Málslýsing: Vegna Forsvarets Ejendomsstyrelse (FES) verður søkt um loyvi at seta upp eina HF-antennu á økinum eystanfyri P-økið við flogvøllin.

Tilmæli 06.09.22: Tekniska nevnd mælir frá at geva byggiloyvi, tí hetta kemur at skemma náttúruna, og heitir á FES at saman við kommununi at finna eina meira hóskandi staðseting.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 119/2022

J.nr. 541-8-2022

Málslýsing: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 16 í Sørvági

Tilmæli 06.09.22: Tekniska nevnd mælir til at játta sundurbýti við tí viðmerking, at hetta ikki er ein tilsøgn um byggiloyvi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 120/2022

J.nr. 542-22-2022

Málslýsing: Umsókn um at keypa grundøkir á Middagsvarða í Sørvági.

Málið er útsett.

 

 


Mál nr. 121/2022

J.nr. 542-32-2022

Málslýsing: Fyrispurningur viðv. staðseting av veðurstøð í Mykinesi.

Vørn hevur tosað við fleiri viðvíkjandi mátingunum í Mykineshólmi, og vit eru komin eftir at frægasta loysnin er, at flyta mátingarnar til tyrlupallin við bygdina. Ætlanin er ikki at flyta myndirnar ið verða tiknar, tí fleiri hava ágóðan av teimum við verandi staðseting. Tyrluflogovastin sær gjarna hesa broyting. Landsverk, ið umsitur tyrlupallarnar er eisini positivir, men gott hevði verði at hoyrt frá tykkum eisini.

Tilmæli 06.09.22: Tekniska nevnd mælir til at játta hesum. Við tí treyt at allir AA og LV verða hoyrd játta hesum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024