Bygdaráðsfundur kl. 17:00
26. oktober 2022

Møtt vóru:

 

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari


Mál nr. 135/2022

J.nr. 549-8-2021

Málslýsing: Søla av dansistovuni.

Tilmæli 20.10.22: Fíggjarnevndin mælir til at fáa ein sakførara, at gera eitt uppskot til sølulýsing, í samb. við sølu av dansistovuni.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini. Bygdaráðið er samt um at tað verður lisitatión við teimum treytum, sum verða ásettar í sølulýsingini.

 

Mál nr.123 /2022

J.nr. 329-21-2022

Málslýsing: Útleigan av skúlanum í Mykinesi.

VisitVágar mælir til, at skúlin í Mykinesi, nú hann skjótt er umvældur, verður nýttur sum kunningarstað hjá vitjandi í oynni frá 1. apríl til 30. septembur 2023, sum royndarár, og hareftir verður skotið upp at gera ein áramálssáttmála, um royndin er væleydnað.

Tørvur er á einum savnandi staði í Mykinesi, har vitjandi kunnu fáa meir at vita um oynna tey vitja, og samstundis kunnu søkja sær lívd, um tørvur er á tí. Samstundis gevur hetta møguleika at brúka skúlan til annað ferðavinnuvirksemi, ið hóskar seg til hølið í veghædd.

VisitVágar er í samstarv við starvslesandi við at gera uppskot til hvussu skúlin kann skipast sum eitt stað har man leitar sær kunning. Kunningin er ætlað at vera har í formi av antin plakatum, kunningarskermi, ella øðrum líknandi.

Tilmæli 20.10.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Visit Vágar.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 136/2022

J.nr. Ítróttarhøll

Málslýsing: Staðseting av ítróttarhøll.

Tilmæli 23.09.22: Trivnaðarnevndin mælir til, at staðsetingin av ítróttarhøllini verður á matr. nr. 234a, 263 og 130a.

Um undirtøka verður fyri staðsetingini, mælir Trivnaðarnevndin til at byrja tilgongdina at keypa lendið.

Tilmæli 20.10.22: Fíggjarnevndin mælir til, at um semja fast í bygdaráðnum um staðsetingina av høllini, verður mælt til at byrja tilgongdina um at útvega sær økið.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

Mál nr. 130/2022

J.nr. 324-9-2022

Málslýsing: Tilboð uppá 1. byggistig til spælipláss

Trivnaðarnevndin mælir til at taka av tilboði upp á kr. 496.100,00 sum er til 1. byggistig av spæliplássinum í skúlagarðinum

Tilmæli 20.10.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Málið verður viðgjørt í sambandi við viðgerðina av fíggjarætlanina fyri 2023

 

Mál nr. 137/2022

J.nr. 211-11-2022

1. viðgerð av eykajáttan

Avgerð: Málið tikið av skrá.

 

Mál nr. 138/2022

J.nr. 329-20-2022

Umsókn um stuðul – Miðnám í Vestmanna

Málslýsing: : Umsókn um stuðul frá Miðnám í Vestmanna.

Tilmæli 18.10.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.

Tilmæli 20.10.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 139/2022

J.nr. 439-4-2022

Málslýsing: Umsókn um fíggjarligan stuðul til ráðstevnu, um etikk á smáplássum. Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar. 

Tilmæli 18.10.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla.

Tilmæli 20.10.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 140/2022

J.nr. 323-7-2022

Umsókn um stuðul til at gera stuttfilmar til børn

Málslýsing: Umsókn um stuðul til at gera stuttfilmar til børn.

Tilmæli 18.10.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 10.000,00

Tilmæli 20.10.22: Meirilutin í Fíggjarnevndin mælir frá at stuðla.

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

 

Mál nr. 141/2022

J.nr. 323-8-2022

Umsókn um stuðul til at fortelja staðbundnar søgur úr Vágum

Málslýsing: Umsókn um stuðul til at fortelja staðbundnar søgur úr Vágum.

Tilmæli 18.10.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 10.000,00

Tilmæli 20.10.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 142/2022

J.nr. 548-8-2022

Málslýsing: Umsókn um broyting av eigaraviðurskiftunum í matr. nr. 272al og 272ak í Sørvági.

Tilmæli 20.10.22: Fíggjarnevndin mælir til at eigaraskifti verður gjørt viðv. matr. nr. 272al og 272ak í Sørvági, samb. umsókn.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 143/2022

J.nr. 219-29-022

Málslýsing: Avtala um niðurtøku av neysti á matr. nr. 62b í Sørvági

Tilmæli 20.10022: Fíggjarnevndin tekur undir við at gera eina avtalu avtala við eigaran, um niðurtøku av neysti á matr. nr. 62b í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 144/2022

J.nr. 659-5-2022

Málslýsing: Tilboð um keyp av nýggjum bili til Sørvágs Sløkkilið.

Tilmæli 20.10.22: Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá Wenzel um keyp av nýggjum bili til Sørvágs Sløkkilið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 145/2022

J.nr. 542-37-2022

Málslýsing: Umsókn um byggil. til umbygging av bilhúsi á matr. nr. 303 í Sørvági

Søkt verður um byggiloyvi til uppafturbygging av bilhúsi. Bilhúsið verður bygt sum uppruna, tó verður bilhúsið longt við 2,3 m fyri at fáa pláss til hjall.

Avgerð 19. oktober 22: Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til uppafturbygging av bilhúsi á matr. nr. 303 í Sørvági, samb. umsókn.

Grannaloyvi frá eigarunum av matr. 65a fyriliggur.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 146/2022

J.nr. 542-30-2022

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til at umvæla og breiðka útbygning á suður síðu á sethúsum á matr. 394b í Sørvági.

Søkt verður um loyvið , at umvæla og samstundis breiðka útbygning á suður síðu á sethúsum á matr. nr. 394b í Sørvági.

Ætlanin er, at verandi bygningur sum er í sera ringum standi, verður tikin niður og at byggja nýggjan bygning, takið á tí nýggja bygninginum skal nýtast til terrassu.

Tilmæli 19.10.22: Tekniska nevnd mælir til at geva loyvið til at umvæla og breiðka útbygning á suður síðu á sethúsum á matr. nr. 394b í Sørvági samb. umsókn.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

Mál nr. 147/2022

J.nr. 211-12-2022

Visit Vágar

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at broyta §7 stk.1. í samstarvsavtaluni millum Sørvágs kommunu og Vága kommunu, frá at verða: fíggja lutfalsliga eftir fólkatalinum í kommununum í samstarvinum (pr 31. desember í árinum frammanundan) til at verða at hvør kommuna rindar við 50%.

Broytingin kemur í gildið 1. januar 2023

 

 

Mál nr. 148/2022

J.nr. 651-1-2022

Málslýsing: Uppsetan av løðistøðum á havnaøkinum

P/F Luna søkir um loyvi at seta upp løðistøðir til el-bilar við kryvjivirkið í Sørvági.

Tørvur er á, at starvsfólk og vitjandi kunnu løða teirra el-bilar. Tí verður søkt um at seta upp 3 standarar við 6 løðistøðum. Hettar kemur at umfata 6 parkeringspláss.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at geva P/F Luna loyvi til at uppseta løðistøðir til el-bilar samb. umsókn.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundir
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024
Bygdaráðsfundur
13. desember 2023