Bygdaráðsfundur
25. januar 2023

Samandráttur av bygdaráðsfundi

Bygdaráðsfundur: 25.01.2023 kl.17:00 til kl. 20:10

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Sune Jacobsen 
  • Thordis Skaalum, varalimur 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

Mál nr. 1 /2023

J.nr. 219-34-2022

Umsókn um stuðul – Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið

Málslýsing: Trivnaðargrunnurin fyri Sjúklingahotellið søkir um peningastuðul, ísambandi við ymisk tiltøk, sum verða fyriskipaði av sjúklingahotellinum.

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at stuðla við kr. 12.000,00

 


Mál nr. 2/2023

J.nr. 329-27-2022

Umsókn um stuðul – Virkin sum longst

Málslýsing: Vegna virkin sum longst, søkja Ruborg Zachariassen og Jónvør Joensen um
kr. 10.000.00 í stuðli til Virkin sum longst.

Tilmæli 16.01.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Virkin sum longst við
kr. 10.000,00 fyri árið 2023

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 


Mál nr. 3 /2023

J.nr. 219-37-2022

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2023 – Sørvágs Róðrarfelag


Málslýsing: Sørvágs Róðrarfelag søkir um fíggjarligan stuðul fyri 2023
Søkt verður um kr. 70.000,00 til rakstur og kr. 100.000,00 til viðlíkahald, venjaraløn o.a.

Tilmæli 16.01.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Róðrarfelag soleiðis í 2023:
kr. 50.000,00 sum rakstrarstuðul og kr. 100.000,00 til viðlíkahald, venjaraløn o.a.

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 


Mál nr. 4/2023

J.nr. 431-1-2023

Verkætlan – Saman um barnið.

Málslýsing: Søkt verður um stuðul til verkætlanina “ Saman um barnið”

Tilmæli 16.01.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla verkætlanina “ Saman um barnið”
Parturin hjá Sørvágs kommunu fyri verkætlanina sum er galdandi í 3 ár, er kr. 85.000,00 pr. ár.

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 5/2023

J.nr. 324-7-2022

Umsókn um rakstrarstuðul til 07 Vestur og 07 Vestur húsið í 2023

Málslýsing: Søkt verður um rakstrarstuðul til 07 Vestur og 07 Vestur húsið í 2023

Tilmæli 16.01.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla 07 Vestur soleiðis í 2023:
Kr. 175.000,00 í vanligum rakstrarstuðli og kr. 250.000,00 sum skal brúkast til vasking, streym og olju í 07 Vestur húsinum.

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 6 /2023

J.nr. 219-19-2022

Umsókn um norðurlendskt mentanartiltak – Vága Dansifelag.

Málslýsing: Vága Dansifelag søkir um fíggjarligan stuðul til norðurlendskt mentanartiltak í Føroyum.
Greitt verður frá at Vága Dansifelag arbeiðir við at skipa fyri norðurlendskari dansistevnu í døgunum fimta til níggjunda juli 2023. Talan er um gott hundrað útlendskar luttakarar umframt limir í Vága Dansifelag.

Tilmæli 16.01.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 20.000,00

Timæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 


Mál nr. 7 /2023

J.nr. 431-5-2022

Samstarvsavtala millum MEA og Sørvágs kommunu

Málslýsing: Umsókn frá MEA um samstarvsavtalu við Sørvágs kommunu.

Tilmæli 16.01.23: Trivnaðarnevndin tekur undir við, at samstarvsavtalu verður gjørd millum MEA og Sørvágs kommunu. Kostnaður er kt. 30,00 pr. borgara og er galdandi frá 1. januar 2023

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini. Játtanin er galdandi í 1 ár.

 


Mál nr. 8 /2023

J.nr. 439-5-2022

Leingjan av sáttmálanum millum Sørvágs kommunu og Seinasta heilsan

Málslýsing: Leingjan av sáttmálanum millum Sørvágs kommunu og Seinasta heilsan.

Tilmæli: Fíggjarnevndin mælir til at leingja sáttmálan við Seinasta heilsan í 5 ár.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 


Mál nr. 9/2023

J.nr. 548-1-2023

Umsókn um grundøki á vinnuøkinum á Hálsi

Málslýsing: Sp/f Stuttflutt søkir um grundøkið á vinnuøkinum á Hálsi

Tilmæli 16.01.23: Vinnunevndin mælir til at selja Sp/f Stuttflutt uml. 600 fermetrar burturav matr. nr. 422d sum liggur í eystan fyri matr. nr. 422y á vinnuøkinum.

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

 


Mál nr. 10 /2023

J.nr. 542-6-2023

Tilboð uppá spælhúsið í Mykines

Málslýsing: Tilboð frá Sp/f J.Joensen um at skifta tak, klæða og bjálva eina hædd á spælhúsinum í Mykinesi.
Tilfar og arbeiðsløn kr. 104.000 + MVG

Tilmæli 18.01.23: Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboðnum frá Sp/f J.Joensen.

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 11/2023

J.nr. 653-1-2022

Niðurtøka av oljutangum

Málslýsing: Niðurtøka av oljutangum sum hava verið olju/bensingoymsla hjá EFFO.

Tilmæli 16.01.23: Havnarnevndin mælir til at svara soleiðis: Sørvágs kommuna er ikki áhugað at keypa økið/ matrikkullin har oljutangarnir standa.

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.
Avgerð: Málið beint í Trivnaðarnevndina.

 

 

Mál nr. 12/2023

J.nr. 541-3-2021

Tilboð uppá heildarætlan yvir Stakka

Málslýsing: Skriv frá Ragnar Zachariassen/Zeta viðv. ráðgevingararbeiðið um býarplanlegging í Sørvági.

Tilmæli 18.01.23: Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboðnum uppá kr. 300.000,00 frá Zeta, viðv. heildarætlan yvir Stakka.

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 


Mál nr. 13/2023

J.nr. 211-1-2023

Eykajáttan til Vesturvón

Málslýsing: Vesturvón søkir Vága- og Sørvágs kommunu um eina eykajáttan uppá tilsamans kr. 236.453,00 til ymiskar umvælingar.
Parturin hjá Sørvágs kommunu er kr. 90.000,00

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 90.000,00
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 


Mál nr. 14/2023

J.nr. 211-1-2023

Eykajáttan til asfaltering av Bakkavegnum og parkeringsøkinum

Málslýsing: Eykajáttan til asfaltering av Bakkavegnum og parkeringsøkinum.
Tilmæli 20.01.23:Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 1.566.000,-
Peningurin verður at taka av tøkum peningi.
Avgerð: Bygdaráðið mælir til at peningurin verður brúktur av verandi játtan.

 

 


Mál nr. 15/2023

J.nr. 545-5-2022

Umsókn um byggi- og graviloyvi á havnarøkinum

Málslýsing: Umsókn um byggi- og graviloyvi til nýggja trafostøð á havnarøkinum

Tilmæli 16.01.23: Havnarnevndin mælir til at geva SEV loyvi til at byggja nýggja trafostøð á havnarøkinum, samb. umsókn og tekningar dagf. 21. desember 2022

Tilmæli 18.01.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini, um at geva loyvi at byggja nýggja trafostøð, samb. umsókn og tekningar dagf. 21.des.2022

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar - og Teknisku nevnd.

 

 


Mál nr. 16/2023

J.nr. 541-8-2021

Broytingaruppskot viðv. matr. nr. 156a í Sørvági

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 156a í Sørvági, hevur sent broytingaruppskot viðv. matr. nr. 156a, soleiðis at matr. nr. 156a verður broytt frá øki K: Landbúnaður til øki B: Sethús.
 
Tilmæli 16.01.23: Vinnunevndin mælir frá, at broyta ál/ geira sum liggur niðan til ovara part av matr. nr. 156a til øki B – sethúsaøkið, tí hetta er gongurættur til ovara partin av matr. nr. 156a

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 


Mál nr. 18/2023

J.nr. 541-2-2023

Umsókn um frávik í byggisamtyktini viðv. matr. nr. 36i í Bø

Málslýsing: Skriv/ umsókn um frávik í byggisamtyktini viðv. matr. nr. 36i í Bø

Tilmæli 16.01.23: Vinnunevndin mælir til at broyta byggisamtyktina soleiðis at matr. nr. 36i í Bø verður broytt frá øki K: Landbúnaður til øki C: Vinnuendamál.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 


Mál nr. 19/2023

J.nr. 541-3-2023

Viðv. matr. nr. 67 í Bø

Málslýsing: Broyting av byggisamtyktini viðv. matr. nr. 67 í Bø

Tilmæli 16.01.23: Vinnunevndin mælir til at matr. nr. 67 í Bø, verður broytt til øki B: Sethús

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 


Mál nr. 20/2023

J.nr. 323-3-2022

Broytan av byggisamtyktini í Sørvági

Málslýsing: Broytan av byggisamtyktini í Sørvági, í sambandi við ætlaða bygging av sjósavni úti við bátahylin.

Tilmæli 20.01.23: Í sambandi við ætlaða bygging av sjósavni í Sørvági úti við bátahylin, er neyðugt at broyta byggisamtyktina og at matrikulera uppfyllingina.

Vinnunevndin mælir til at uppfyllingin verður frábýtt og løgd saman við matr. nr. 358a, víst verður til løgtingslóg um matrikulering v.m. Kap. 2a1)

Samstundis verður mælt til, at økið verður lagt ú sum øki E: Almennir stovnar og at serstøk byggisamtykt verður gjørd fyri økið.

Tá byggingin er liðug verður mælt til, at øki sum bygningurin stendur á, verður frábýtt og fær sítt egnað matr. nr.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 


Mál nr. 21/2023

J.nr. 542-5-2023

Umsókn um loyvi til uppíbygging á sethús á matr. nr. 101c í Sørvági

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 101c søkir um at fáa byggiloyvi til uppíbygging á verandi
sethús.
Talan er um at útbyggja suðursíðuna við 1,8 metrum, og at byggja svala vestan fyri húsini,
og eystur eftir á sunnari síðuni.

Tilmæli 18.01.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, og mælir til at geva byggiloyvi við teimum treytum sum eru ásettar í tilmælinum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Bygdaráðið tekur undir við frástøðuni til veg, sum víst í tilfarinum.

 

 


Mál nr. 22/2023

J.nr. 547-10-2022

Umsókn um sundurbýti av matr. 23a, 28b,57, 62, 88a, 101 og 102 í Mykinesi.

Málslýsing: Eigarnir av omanfyri nevndu matriklum søkja um sundurbýti/ samanlegging, av
matriklunum.

Tilmæli 18.01.23: Tekniska nevnd mælir til at játta umsóknina um sundurbýti av 23a, 28,
57, 62, 88a, 101 og 102 í Mykinesi, vísandi til umsóknir og yvirlit dagfest 28. nov. 2022

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 


Mál nr. 23/2023

J.nr.

Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 253l

Málslýsing: Søkt verður um um byggiloyvi til íbúð á matr. nr. 253l

Tilmæli 18.01.23: Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til íbúð á matr. nr. 253l, samb. umsókn og tekningar.
Matrikkul nr. 253l og matr. nr. 253n skulu ikki samantvinnast, samb. tilmæli frá tekniska leiðaranum.
Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 


Mál nr. 24/2023

J.nr.

Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 253n í Sørvági

Málslýsing: Eigarnir av matr. nr. 253n søkja um byggiloyvi, til karnapp á verandi sethús.

Tilmæli 18.01.23: Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til karnapp á matr. nr. 253n, samb. umsókn og tekningar.
Matrikkul nr. 253n og 253l skulu ikki samantvinnast, samb. tilmæli frá tekniska leiðaranum.
Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 25/2023

J.nr. 542-2-2023

Umsókn um byggiloyvi – Atlantic Airways

Málslýsing: Atlantic Airways søkir um byggiloyvi til simulator á vinnuøkinum á Hálsi.
Tilmæli 25.01.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um byggiloyvi til Atlantic Airways, við teimum treytum sum nevndar eru í tilmælinum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

Mál nr. 26/2023

J.nr. 523-1-2023

Tilboð frá Føroyar Live

Málslýsing: Tilboð frá Føroyar Live um beinleiðis myndir úr Sørvági, Bø, Gásadali og Mykinesi
  
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka av tilboði frá Føroyar Live

 

 

Mál nr. 27/2023

J.nr. 219-25-2021

Umsókn at flyta grundøkið matr. nr. 422r frá móðurfelagnum Vitan SP/F til dótturfelagið Arctic SP/F.

Málslýsing: Umsókn um loyvi flyta grundøkið matr. nr. 422r frá móðurfelagnum Vitan Sp/F til dótturfelagið Arctic Sp/F.

Avgerð: Samtykt

 

 

Mál nr. 28/2023

J.nr.

Umsókn um loyvi at stoypa garð á matr. nr. 119am í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um loyvi at stoypa garð á matr. nr. 119am í Sørvági

Tilmæli 18.01.23: Tekniska nevnd mælir til at geva loyvi til stoypan av garði, samb. umsókn.
Grannaloyvi frá matr. nr. 119y fyriliggur.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024