Bygdaráðsfundur
22. februar 2023
Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 22.02.2023 kl.17:00 – 20:15

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 13/2023

J.nr. 211-1-2023

2 viðgerð av eykajáttan til Vesturvón

Málslýsing: Vesturvón søkir Vága- og Sørvágs kommunu um eina eykajáttan uppá tilsamans

kr. 236.453,00 til ymiskar umvælingar.

Parturin hjá Sørvágs kommunu er kr. 90.000,00

Tilmæli 20.01.23: Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 90.000,-. Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð 25.01.23: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini

Avgerð: Samtykt

 

 

Mál nr. 26

J.nr. 323-3-2023

Umsókn um stuðul til Summartónar 2023

Málslýsing: Umsókn um stuðul til Summartónar 2023

Tilmæli 15.02.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 4.000,00

Tilmæli 16.02.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 27/2023

J.nr. 323-2-2023

Umsókn um fíggjarligan stuðul – Berin

Málslýsing: Í sambandi við at tað eru 20 ár síðani at felagið Berin varð stovnað, verður skipað fyri landsinnsavnan sunnukvøldið 5. mars – 23

Felagið heitir á kommununa um at stuðla í sambandi við landsinnsavningina.

Tilmæli 15.02.23: Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðulin til Berin upp á kr. 5.000,00

Tilmæli 16.02.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 28/2023

J.nr. 329-1-2023

Umsókn um fíggjarligan stuðul – Country Festivalurin.

Málslýsing: Søkt verður um peningaligan stuðul til Country Festivalin

Tilmæli 16.01.23: Av tí at eingin stuðul var játtaður í 2022 til Country Festivalin, mælir Trivnaðarnevndin til at játta kr. 150.000,00 í stuðli til Country Festivalin í 2023

Tilmæli 16.02.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini. Roknskapurin fyri 2022 skal fyriliggja áðrenn stuðulin verður útgoldin.

Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

 

Mál nr. 29/2023

J.nr. 541-1-2023

Útbygging á Dungasandi

Málslýsing: Útbygging á Dungasandi, innkomin tilboð:

Gutte Guttesen kr. 1.440.197

Erik Heinesen kr. 3.067.950

Tilmæli 16.02.23: Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá Gutta Guttesen, sum er kr.1.440.197, - og heimild til at brúka kr. 1.700.000,00 av tí samlaða projektinum, uml. 200.000,00 av teimum 1.700.000,- skal brúkast til graviarb. o.a.

Avgerð: bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini við tí broyting at heimild verður givin at brúka kr. 2.240.000,00 av teimum eru uml. kr. 500.000,00 til fjølmiðlarúm.

 

 

Mál nr. 30/2023

J.nr. 215-1-2023

Hækkan av leigugjaldi – Sp/f Reyni

Málslýsing: Hækking av leigugjaldi til Sp/f Reyni

Tilmæli 16.02.23: Fíggjarnevndin mælir til at leingja sáttmálan við Sp/f Reyni í 3 ár, við tí treyt at uppsagnarfreistin verður broytt til 6 mðr.

Leigan verður ásett til 18.000,00 um mánaðin.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 31/2023

J.nr.

Umsókn um at keypa part av matr. nr. ao

Málslýsing: Umsókn frá Helgi Leonson og Amalia Mouritsen, um keyp av parti av matr. ao til grundøki.

Tilmæli 16.02.23: Fíggjarnevndin mælir frá at selja, tí at kommunan ikki hevur nakrar planir um at selja nakran part av matr. nr.ao, sum er útlagt til veg.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 33/2023

J.nr. 541-1-2023

Broyting av byggisamtykt.

Málslýsing: Umsókn um broyting av byggisamtyktini viðv. matr. nr. 305 í Sørvági, soleiðis at hetta verður broytt frá øki K: Landbúnaður til øki B: Sethús

Tilmæli 21.02.22: Vinnunevndin mælir frá at broyta byggisamtyktina frá landbúnaðarøki

øki: K til sethúsaøkið: øki B

Grundgevingin: Bygdaráðið hevur áður givið byggiloyvi til fjós og bygt er á økinum, tí kann Vinnunevndin ikki viðmæla broytingina.

Avgerð: Meirilutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

Sune Jacobsen luttók ikki í viðgerðini

 

 

Mál nr. 34/2023

J.nr. 542-11-2022

Umsókn um graviloyvi frá Vága Floghavn

Málslýsing: Umsókn um graviloyvi frá Vága Floghavn

Tilmæli 20.02.23: Tekniska nevnd mælir til at geva graviloyvi til stk. 1 og 3 samb. innsendu

tekning. Graviloyvi skal gerast í tøttum samstarvi við kommununa.

Kommunan hevur ikki heimild, at geva loyvi til stk.2 tí ognarviðurskiftini ikki eru komin uppá pláss.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Bygdaráðið samtykti eisini at geva graviloyvi til stk. 2 tá ognarviðurskiftini eru komin uppá pláss.

 

 

Mál nr. 35/2023

J.nr. 544-7-2022

Nýggj umsókn um byggiloyvi til HF- antennu við flogvøllin

Málslýsing: Nýggj umsókn um byggiloyvi til HF- antennu við flogvøllin.

Tilmæli 20.02.23: Tekniska nevnd hevur áður mælt frá at geva byggiloyvi, grundað á at hetta kemur at skemma økið og mælt til at onnur staðseting verður funnin.

Bygdaráðið tók undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Við tað at ongin broyting er í umsóknini, heldur Tekniska nevnd fast við sítt tilmæli.

Avgerð: Málið beint í Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 36/2023

J.nr.

Ferðsluætlan yvir Sørvág.

Málslýsing: Ferðsluætlan yvir Sørvág

Tilmæli 15.02.23: Ferðslunevndin mælir til, at tað verður gjørd ein ferðsluætlan fyri Sørvág.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Ferðslunevndini.

 

 

Mál nr. 37/2023

J.nr.

Byggiloyvi á Dungasandi

Málslýsing: Byggiloyvi á Dungasandi

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til fjølmiðlarúm og áskoðaraskýli á Dungasandi, samb. umsókn og tekningum, treytað av at øll neyðug loyvir fyriliggja.

 

 

Mál nr. 38/2023

J.nr. 323-3-2022

Serstøk byggisamtykt.

Málslýsing: serstøk byggisamtykt fyri part av útfylling við bátahylin, har sjósavn skal staðsetast.

Serstøk byggisamtykt (E)

Fyri part av Sørvágs kommunu: Parturin av Neyst G í Sørvági, útfyllingin við bátahylin, verður broytt til E.

Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, - við seinni broytingum,- verður partur av øki G: Neystaøki broytt til øki E: Almennir stovnar

Byggistig:

· Mest loyvda byggistig er 1,0

Nýtingarstig:

· Hægst loyvda nýtingarstig er ikki ásett, men nýtingarstigið er avmarkað við ásetingum um byggilinjum og hæddarviðurskiftur

Fráleikar:

· Fráleikin frá vegi til byggigrund verður ásett eftir byggilinju

· Úthang kann í mesta lagi vera 0,5 m útum byggilinju

Hæddarviðurskifti:

· Hæddin frá planeringini upp til mønu má í mesta lagi vera 6,5 m


Annars verður víst til almennu byggisamtyktina fyri Sørvágs kommunu

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 39/2023

J.nr. 542-11-2022

Umsókn um dagføring av byggiloyvi til viðførishøll – Vága Floghavn

Málslýsing: Umsókn um dagføring av byggiloyvi til viðførishøll.

Tilmæli 20.02.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um dagføring av byggiloyvinum til viðførishøll, hetta er treytað av, at góðkenning kann gevast uppá brunaviðurskiftini til dagførda projektið við somu treytum sum givið er í fyrra byggiloyvinum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024