Bygdaráðsfundur
31. mai 2023

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 31.05.2023 kl.17:00 - kl. 20:00

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari og Fróði Sivertsen grannskoðari.

 

Mál nr. 61/2023

J.nr. 211-4-2023

Ársroknskapurin fyri 2023

Málslýsing: Ársroknskapurin fyri 2022 hjá Sørvágs kommunu

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til, at góðkenna ársroknskapin fyri 2022 hjá Sørvágs kommunu.

Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina vóru:

Játtan:
Útreiðslur: 59.167
Inntøkur: 67.129
Løgur: 13.314 

Roknskapur:
Útreiðslur: 55.380
Inntøkur: 74.370
Løgur: 8.862

Avgerð: Bygdaráðið samtykti ársroknskapin hjá Sørvágs kommunu fyri 2022

 

 

Mál nr. 62

J.nr. 542-5-2019

Útbygging Alvalon

Málslýsing: Jóhan Petur á Stongum, hevur havt framløgu fyri bygdaráðnum av uppskoti í sambandi við útbygging av Alvalon.

Tilmæli 23.05.23: Trivnaðarnevndin mælir til, at fara í gongd við at projektera 1. byggistig – sum er at inniloka og hálv lon liðug

Tilmæli 23.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. Peningurin upp til 1 mill.kr. verður at taka av konto 3.26.11.381. Barnaansing L. Kr, sum er avsett á fíggjarætlanina fyri 2023.

Fíggjarnevndin mælir somuleiðis til, at tað verður sett ein bygginevnd, sum verður vald av bygdaráðnum.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar/ og Fíggjarnevndini. Málið verður beint í Trivnaðar/ Teknisku nevnd og til Tekniska leiðaran til víðari viðgerð.

 

 

Mál nr. 136/2022

J.nr. 324-3-2022

Staðseting av ítróttarhøll

Málslýsing: Staðseting av ítróttarhøll.

Tilmæli 23.05.23: Grundað á hoyringsskriv frá Vága floghavn sum ger, at avmarkingar verða viðv. bygging av ítróttarhøll á matr. nr. 263, 130a og 234a mælir Trivnaðarnevndin til, at ítróttarhøllin verður staðsett á matr. nr. 368 sum kommunan er eigari av.

Samstundis verður mælt til, at fara í gongd við at projekterað høllina á matr. nr. 368

Tilmæli 31.05.23: Grundað á hoyringarskriv frá Vága floghavn, sum gevur avmarkingar at byggja ítróttarhøll, og at framtíðar tryggja bygging á matr. nr. 263, 130a og 234a mælir Tekniska nevnd til, at ítróttarhøllin verður staðsett á matr. nr. 368 í staðin fyri, og sum kommunan er eigari av.

Samstundis verður mælt til, at fara í gongd við at projekterað høllina á matr. nr. 368, og at fáa planerað økið liðugt.

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar,- og Teknisku nevnd. Peningurin til at gera økið byggibúgvið verður at taka av konto 5.24.62.381. Ítróttarannleg L.

Tað eru kr. 5.100.000,- avsettar á fíggjarætlanini fyri 2023 til endamálið.

Somuleiðis mælir Fíggjarnevndin til, at tað verður settur ein arbeiðsbólkur sum bygdaráðið velur.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar/ Teknisku og Fíggjarnevndini.

Málið verður beint í Trivnaðar/ Teknisku nevnd og til Tekniska leiðaran til víðari viðgerð.

Sune Jacobsen tekur undir við at staðsetingin av høllini verður flutt, men tekur ikki undir við, at peningur verður brúktur til at projektera fyrrenn eitt uppskot fyriliggur.

 

 

Mál nr. 63/2023

J.nr. 211-3-2023

Fíggjarætlan 2024 – Sørvágs bókasavn

Málslýsing: Góðkenning av fíggjarætlan hjá Sørvágs bókasavni fyri 2024

Tilmæli 23.05.23: Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna fíggjarætlanina fyri 2024 hjá

Sørvágs bókasavni.

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 64/2023

J.nr. 323-7-2023

Umsókn um stuðul fyri 2023 – Sørvágs bygdarsavn

Málslýsing: Sørvágs bygdarsavn søkir um stuðul fyri 2023

Tilmæli 23.05.23: Trivnaðarnevndin mælir til at veita stuðul til Sørvágs bygdarsavn upp ákr. 72.000,00 fyri árið 2023. Roknskapurin fyri 2022 fyriliggur.

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 65/2023

J.nr. 329-10-2023

Umsókn um stuðul til heilsufremjandi tiltøk – Dugni

Málslýsing: Umsókn frá stuðulsbólki hjá Dugna, sum savnar pening til “ heilsufremjandi tiltøk”

Tilmæli 23.05.23: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar/ og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 66/2023

J.nr. 324-3-2023

Umsókn um stuðul til Trivnaðarvikuna í Sørvágs kommunu.

Málslýsing: Umsókn um stuðul til trivnaðarvikuna í Sørvágs kommunu, sum verður í døgunum 13. august – 19. august 2023

Tilmæli 23.05.23: Trivnaðarnevndin mælir til at játta kr. 40.000,- til trivnaðarvikuna hjá Sørvágs kommunu.

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar,- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 67/2023

J.nr. 324-2-2023

Umsókn um stuðul fyri 2023 – Sørvágs Ítróttarfelag.

Málslýsing: Sørvágs Ítróttarfelag søkir um rakstrarstuðul fyri 2023

Tilmæli 23.05.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Ítróttarfelag við kr. 175.000,00 fyri árið 2023

Tilmæli 23.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar,- og Fíggjarnevndini.

Roknskapurin fyri 2022 fyriliggur.

 

 

Mál nr. 68/2023

J.nr. 324-

Umsókn um stuðul til 3D teknifilm – Rói Davidsen

Málslýsing: Umsókn frá Róa Davidsen um stuðul til 3D teknifilm

Tilmæli 23.05.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla umsóknina frá Róa Davidsen við kr. 2.000,00

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar-, og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 69/2023

J.nr. 548-1-2022

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 161 í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 161 í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti umsóknina um sundurbýti av matr. nr. 161

 

 

Mál nr. 70/2023

J.nr. 542-20-2022

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 168 í Mykinesi

Málslýsing: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 168 í Mykinesi.

Avgerð: Samtykt

 

 

Mál nr. 71

J.nr. 541-6-2023

Umsókn um sundurbýti av matr. 16 í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 16 í Sørvági.

Søkt verður um at matr. nr. 16 verður býtt sundur í 8 grundøkir og at uttangarðsjørðin sum er 1 gyllin í Tindhólmi fær sítt egnað matr. nr.

Avgerð: Málið beint aftur í Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 72/2023

J.nr. 544-6-2023

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 258 í Sørvági

Málslýsing: Søkt verður um byggiloyvi til at stoypa stuðlamúr/ garð eftir øllum markinum millum matr. 258 og matr. 257 og á markinum millum matr. 258 og matr. 314 frá verandi garði og niðan til markið.

Stakitt verður sett omaná garðin.

Tilmæli 23.05.23: Tekniska nevnd mælir til at játtað umsóknina, um at stoypa stuðlamúr/ garð samb. umsókn.

Grannaloyvið frá matr. nr. 257 og matr. nr. 314 fyriliggur

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 73

J.nr. 542-30-2020

Umsókn um byggiloyvi til altan á matr. 120 í Sørvági

Málslýsing: Skriv frá Elian á Ørg, viðv. altan á matr. nr. 120 í Sørvági.

Tilmæli 23.05.23: Tekniska nevnd hevur viðgjørt málið um byggiloyvi til altan og metir, at loysnin sum Elian kemur við, verða nøktandi í sambandi við bruna og mælir Tekniska nevnd tí til, at geva byggiloyvi til altanina

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at taka undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Jóhan á Ørg luttók ikki í viðgerðini.

 

 

Mál nr. 74/2023

J.nr. 548-2-2023

Umsókn um keyp av parti av matr. 366a frá Sørvágs kommunu

Málslýsing: Søkt verður um loyvi, at keypa part av matr. nr. 366a frá Sørvágs kommunu.

Søkt verður um at keypa tann partin sum er lýstur: í Ytstutrøð, sf. Veg a og er 600 fermetrar til víddar.

Tilmæli 23.05.23: Tekniska nevnd mælir frá at selja matr. nr. 366a, tí kommunan ongar ætlanir hevur um at selja økið, sum søkt verður um at keypa.

Tilmæli. 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd. Um so er at ognir hjá kommununi skulu seljast, so skulu tær lýsast alment til sølu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku/ og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 75/2023

J.nr. 541-9-2023

Umsókn um marknaumskipan uttangarðs, millum matr. nr. 380 og matr. 107a í Sørvági.

Málslýsing: Umsókn um marknaumskipan/ uttangarðs av matr. nr. 380 í Sørvági, soleiðis at matr. nr.380 í Sørvági, letur 1 gyllin uttangarðs á Úttriðingi, heimari partur, til matr. nr. 107a í Sørvági

Tilmæli 23.05.23: Tekniska nevnd viðmælir marknaumskipan uttangarðs, soleiðis at matr. nr. 380 í Sørvági, letur ein gyllin á Úttriðingi, heimari partur, til matr. nr. 107a í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 76/2023

J.nr. 544-29-2021

Dagføring av Bakkavegnum (gongubreyt)

Málslýsing: Dagføring av Bakkavegnum (gongubreyt)

Tilmæli 23.05.23: Tekniska nevnd mælir til, at fáa uppmerkt niðaru síðu á Bakkavegnum og parkeringsøkini.

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd. Peningurin verður at taka av konto 6.38.11.381

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku/ og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 77/2023

J.nr. 544-9-2023 Kloakk á Varðagøtu

Málslýsing: Kloakk á Varðagøtu

Tilmæli 23.05.23: Tekniska nevnd er samd um, at arbeiðið upp á kloakk á Varðagøtu skal setast í verk.

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Peningurin verður at taka av konto 6.30.41.381 Kloakk L

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku/ og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 78/2023

J.nr. 215-3-2023

Keyp av matr. 295b

Málslýsing: Fyrispurningur um keyp av matr. nr. 295b frá Sørvágs kommunu.

Tilmæli 23.05.23: Tekniska nevnd mælir frá at selja matr. nr. 295b, tí kommunan ongar ætlanir hevur um at selja økið, sum søkt verður um at keypa.

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd. Um so er at ognir hjá kommununi skulu seljast, so skulu tær lýsast alment til sølu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku/ og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 79/2023

544-3-2023

Avtala um garð á matr. nr. 328a og 257 í Sørvági

Málslýsing: Avtala um garð á matr. nr. 328a og 257 í Sørvági

Tilmæli 23.05.23: Tekniska nevnd mælir til at gera avtalu um garð við eigarnar av matr. 328a í Sørvági.

Tilmæli 31.05.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd og mælir samstundis til at gera avtalu við eigarin av matr. nr. 257

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku/ og Fíggjarnevndini.

 

 

 

Mál nr. 13

J.nr. 542-12-2023

Fyrispurningur um byggiloyvi í Mykinesi.

Málslýsing: Fyrispurningur um loyvi at byggja á part á matr. nr. 3 í Mykinesi.

Tilmæli 23.05.23: Av tí at matr. nr. 3 liggur í landbúnaðarøki og at kommunan ongar ætlanir hevur um at broyta byggisamtyktina í Mykinesi, kann byggiloyvi ikki játtast á matr. nr. 3 í Mykinesi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 82/2023

541-1-2020

Uppskot til serstaka byggisamtykt fyri Gásadal

Málslýsing: Uppskot til serstaka byggisamtykt í Gásadali.

Tilmæli 19.05.23: Vinnunevndin mælir til at góðkenna uppskotið til broyting av serstakari byggisamtykt fyri Gásadal.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundir
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024
Bygdaráðsfundur
13. desember 2023