Bygdaráðsfundur
28. juni 2023

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 28.06.2023 kl.16:00 - kl. 18:30

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jóhan á Ørg 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari



Mál nr. 77/2023

544-3-2023 2. viðgerð av eykajáttan

Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til konto 6.38.11.381 Vegir L. á

kr. 2.100.000,00

Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð: 2. viðgerð samtykt

 

 

 

Mál nr. 80/2023

J.nr. 544-9-2023

2. viðgerð av eykajáttan

Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan.

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 1.800.000,- til konto 6.30.41.381, Peningurin verður at taka av tøkum peningi

 

Avgerð: 2 viðgerð samtykt

 

 

Mál nr. 83/2023

J.nr. 542-11-2022

Tekjan á skúlanum

Málslýsing: Skiftan av tekjuni á skúlanum

Tilmæli 22.06.23: Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboði frá Sp/f CJ Bygg áljóðandi kr..2.810.420,45 uttan MVG til skiftan av tekju á skúlanum.

Tilmæli 23.06.23 Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknsiku nevnd.

Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 84/2023

J.nr. 324-5-2023

Uppnormering av starvsfólkaorkuni í Sýsluni.

Málslýsing: Umsókn um uppnormering av starvsfólkaorkuni í Sýsluni.

Avgerð: Samtykt at játta umsóknina um uppnormering av starvsfólkaorkuni í Sýsluni.

 

 

Mál nr. 85/2023

J.nr. 215-3-2022

Afturkeyp av matr. nr. 119y

Málslýsing: Keyp av matr. nr. 119y í Sørvági.

Tilmæli 23.06.23: Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 119y aftur frá Teitur Anderson, samb. vanligum treytum.

Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 86/2023

J.nr. 215-8-2022

Afturkeyp av matr. nr. 422u

Málslýsing: Keyp av matr. nr. 422u í Sørvági

Tilmæli 23.06.23: Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 422u aftur frá Atlantic Airways, samb. vanligum treytum

Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 87/2023

J.nr. 651-2-2023

Leigusáttmálar grundøkir Luna

Málslýsing: Broytingar í leigusáttmála viðv. matr. nr. 246, 247 og 248 á havnarøkinum í Sørvági, tøkubúður og landstøð.

Tilmæli 22.06.23: Vísandi til skriv frá Luna mælir Havnarnevndin til niðanfyri nevnda:

Broytingar í leigusáttm. viðv. matr. 246 – matr. 247 og matr. 248 á havnarøkinum:

Havnarnevndin mælir til grundøkisleigusáttmálarnir viðv. matr. 246 – 247 og 248 verða endurnýggjaður og galdandi til 31. desember 2043

Samstundis verður boðað frá, at prísurin verður endurskoðaður 3. hvørt ár.

Tilmæli 23.06.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at grundøkis leigusáttmálarnir viðv. matr. 246 – 247 og 248 verða endurnýggjaður og galdandi til 31. desember 2043.

Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

Mál nr. 88/2023

J.nr. 544-14-2023

Brúgv um Skipánna

Málslýsing: Brúgv um Skipánna

Tilmæli 22.06.23: Tekniska nevnd mælir til, at projektering verður gjørd til gongubrúgv um Skipánna

Tilmæli 23.06.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini

 

 

Mál nr. 62/2023

J.nr. 542-5-2019

Útbygging av Alvalon

Málslýsing: Útbygging av Alvalon

Tilmæli 22.06.23: Tekniska- og Trivnaðarnevndin mæla til høvuðsarbeiðstøku ísambandi við

útbygging av Alvalon.

Mælt verður til at gera avtalu við høvuðsráðgeva.

Tilmæli 23.06.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Teknisku /Trivnaðar og Fíggjarnevndini

Gegnisspurningurin bleiv viðgjørdur, og metti bygdaráðið ikki at bygdaráðslimirnir vóru ógegnigur

 

 

Mál nr. 136/2022

J.nr. 324-3-2022

Projektering av ítróttarhøll

Málslýsing: Projektering av ítróttarhøll.

Tilmæli 22.06.23: Tekniska nevnd mælir til, at ítróttarhøllin verður boðin út í heildararbeiðstøku.

Mælt verður til at bygdaráðið verður samt um, ein targetprís.

Umsitingin saman við Trivnaðar/Teknisku nevnd tillagar eitt byggiprogram og ger kosnaðarmeting

Tilmæli 23.06.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Teknisku nevnd.

Avgerð: Samtykt at fylgja tilmælinum frá Teknisku/ Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 89/2023

J.nr. 542-13-2023

Umsókn um byggiloyvi til bilhús á 88d í Sørvági

Málslýsing: Eigarnir av matr. nr. 88d í Sørvági, søkja um byggiloyvi til bilhús ið verður samanbygt við sethúsini og renovering av ognini.

Tilmæli 22.06.23: Meirilutin í Tekniska nevnd mælir til, at geva byggiloyvi til bilhús á matr. 88d í Sørvági.

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum sum eru Jóhan á Ørg, Hugin Skaalum, Elsebeth Davidsen, Sune Jacobsen og Eyð Ellingsgaard, samtyktu ikki at geva byggiloyvi til bilhús á matr. nr. 88d so leingi eingin heildarætlan fyri matr. nr. 161 fyriliggur.

 

 

Mál nr. 90/2023

J.nr. 544-12-2023

Umsókn um loyvi til Campara parkering á matr. 237b í Sørvági

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 237b í Sørvági, søkir um loyvi at seta campingvognar permanent á matrikkulin.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Sambært byggisamtyktini so er í øki B bert loyvi at byggja sethús við upp til 2 íbúðum, og annars eftir serloyvi frá byggivaldinum tvíhús, rað og ketuhús.

Sambært BK17 1.1 Alment stk.1 Bingjur, arbeiðsskúrar og tílíkt, sum verða sett upp í longri tíðarskeið (t.e. 3 mánaðir ella meiri, eru at rokna sum bygging.

Tekniski leiðarin mælur frá at játta byggiloyvi, sambært byggisamtyktini og BK17

Tilmæli 22.06.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Tekniska leiðaranum.

 

 

Mál nr. 91/2023

J.nr. 541-10-2023

Umsókn um at broyta byggisamtyktina fyri matr. 17b í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um at broyta byggisamtyktina fyri matr. nr. 17b í Sørvági, soleiðis at matrikkulin verður broyttur frá øki K: Landbúnaður til øki J: Summarhús

Tilmæli 22.06.23: Sørvágs bygdaráð ætlar at endurskoða byggisamtyktina fyri Sørvág, og verður hendan umsóknin tikin við tá.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 92/2023

J.nr. 541-11-2023

Serstøk byggisamtyk fyri neysta/havnarøkið í Sørvági

Málslýsing: Serstøk byggisamtykt fyri neysta/havnarøkið í Sørvági.

Tilmæli 22.06.23: Vinnunevndin mælir til at broyta byggisamtyktina fyri neystaøkið í Sørvági, sambært uppskot frá VágaSmíð/ Jóhan Petur á Stongum

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini, við tí broyting at niðasta hæddin ikki skal nýtast til búeind.

 

 

Mál nr. 93/2023

J.nr. 541-12-2023

Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Sørvág

Málslýsing: Endurskoðan av byggisamtyktini fyri Sørvág

Tilmæli 22.06.23: Vinnunevndin mælir til at endurskoðað byggisamtyktina fyri Sørvág, og at ein bólkur verður settur til hetta arbeiðið.

Avgerð: Samtykt at Tekniski leiðarin arbeiðir víðari við málinum.

 

 

Mál nr. 94/2023

J.nr. 104-1-2023

Avgreiðsla av byggimálum í summarfr.

Í samband við at bygdaráðið nú fer í summarfrí, verður samtykt at heimila Teknisku nevnd, saman við umsitingini at avgreiða byggimál sum eru innanfyri byggisamtyktina hjá Sørvágs kommunu v.m. í tíðarskeiðinum fram til fyrst komandi bygdaráðsfund.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
26. juni 2024
Bygdaráðsfundur
31. mai 2024
Bygdaráðsfundur
24. apríl 2024