Bygdaráðsfundur
30. august 2023

Bygdaráðsfundur: 30.08.2023 kl.17:00 - 18:30

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Elsebeth Davidsen
  • Hugin Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 95/2023

J.nr. 219-9-2023

Umsókn um stuðul til útgevan av kirkjubókunum fram til 1892

Málslýsing: Umsókn um stuðul til útgevan av kirkjubókunum fram til 1892

Tilmæli 23.08.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,00 til útgevan av

kirkjubókunum fram til 1892

Tilmæli 30.08.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.




Mál nr. 96/2023

J.nr. 219-10-2023

Umsókn um stuðul til róðrargalla

Málslýsing: Umsókn um stuðul til róðrargalla sum verður 16. sept. 2023

Tilmæli 23.08.23: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Róðrarfelag við kr. 5.000,00

til róðrargalla sum verður 16. september 2023

Tilmæli 30.08.23: Fíggjarnevndin mælir til at stuðla við kr. 5.000,00 móti skjalprógvaðum útreiðslum.

Avgerð: Bygdráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 97/2023

J.nr. 548-3-2023

Umsókn um keyp av matr. nr. 422u á vinnuøkinum – EUR - Express

Málslýsing: Umsókn um keyp av matr. 422u á vinnuøkinum

Tilmæli 30.08.23: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 422u til EUR samb. vanligum treytum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælium frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 98/2023

J.nr. 215-2-2023

Endurnýggjan av samstarvssáttmálanum millum Sp/f Reyni og Sørvágs kommunu

Málslýsing: Sóping av vegum v.m.

Tilmæli 30.08.23: : Fíggjarnevndin mælir til at tímataksturin hækkar til kr. 440,00 /tíman u/mvg og at tímatalið verður hækkað frá 8 tímum um vikuna til 12 tímar um vikuna.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
26. juni 2024
Bygdaráðsfundur
31. mai 2024
Bygdaráðsfundur
24. apríl 2024