Bygdaráðsfundur
22. november 2023

Samandráttur av bygdaráðsfundi

Bygdaráðsfundur: 22.11.2023 kl.17:00 – 18:15

Fundarstaður: Fundarhøli

 

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen 
  • Jóhan á Ørg 

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 110

J.nr. 651-3-2023

Økið til bátar – Luna

Málslýsing: Fyrispurningur frá Luna um loyvi at leiga pierin til landstøð, soleiðis at teir kunnu leggja bátar har.

Tilmæli 16.11.2023: Havnarnevndin mælir til at heimasti partur av bryggjuni (pierurin) verður leigaður til Luna, í tíðini tað tekur at umvæla træbryggjuna.

Eftir at træbryggjan er liðug umvæld, verður leigumálið tikið upp til nýggja viðgerð.

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Viðmerking frá Hugin Skaalum.

Ein av fremstu uppgávunum sum kommunan hevur, er at skapa javnbjóðis vinnuligar karmar fyri vinnuna, sum er skrásett her í kommununi. Luna spjaðir seg í løtuni um alt kaiøkið, og trokar teir smærru lokal fyritøkurnar av økinum, soleiðis at tær ikki fáa ment sína fyritøku – hetta meti eg als ikki verða nøktandi. Mælt verður til, at man sum skjótast fer í eina tilgongd, at flyta Luna burtur frá pirinum og trækaiini, soleiðis at eisini tann lokala vinnan kann sleppa at menna seg.

Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.

 

 

 

Mál nr. 132/2023

J.nr.215-11-2023

Tilboð til kommununa um at leiga part av húsinum á matr. 37b í Sørvági

Málslýsing: Tilboð um leigu av parti av húsinum á matr. 37b í Sørvági

Tilmæli 14.11.23: Trivnaðarnevndin mælir til at leiga part av húsinum á matr. 37 í Sørvági.

Mælt verður til at Fíggjarnevndin fer í samskifti við eigaran, um eitt møguligt leigumál.

Tilmæli 21.11.2023: Meirlutin í Fíggjarnevndin tekur ikki undir við tilmælinum frá

Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Meirilutin í bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

 

Mál nr. 124

J.nr. 211-6-2023

Eykajáttan til konto 7.38.14.381.10 Havnir og lendingar L

Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan.

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 900.000,- til konto 7.38.14.381.10 Havnir og lendingar L.

Eykajáttanin er til neystið og spælhúsið í Mykinesi

Peningurin verður at taka av konto 4.23.22.381.20 Aðrar íløgur skúlin

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Avgerð: Samtykt við 2. viðgerð.

 

 

Mál nr. 125

J.nr. 211-7-2023

Eykajáttan til konto 7.38.14.380.10 Havnir og lendingar R

Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan.

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan á kr. 1.000.000,-til konto 7.38.14.380.10 Havnir og lendingar R.

Peningurin verður at taka av konto 4.23.22.381.20 Aðrar íløgur skúlin

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Avgerð: Samtykt við 2. viðgerð

 

 

Mál nr. 134

J.nr.

1. viðgerð av eykajáttan til konto

Málslýsing: 1. viðgerð av eykajáttan

Frá konto L Skúlin 04.23.22.381.20 Til konto Viðm.

kr. 2.780.000,00

01.11.21.380.10 72.000

01.11.11.380.10 50.000

02.20.23.380.10 120.000

02.21.13.380.10 30.000

02.21.72.380.10 20.000

03.26.11.380.10 145.000

04.23.22.380.20 120.000

04.23.22.380 205.000

05.24.14.380.10 200.000

05.24.62.380.10. 25.000

06.22.11.380.10 1.500.000

06.30.21.380.10 205.000

06.38.13.380.10 31.000

06.38.13.380.20 57.000

Tils. 2.780.000

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 135

J.nr. 542-367-2023

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 402 í Sørvági

Málslýsing: Umsókn frá eigaranum av matr. nr. 402 í Sørvági, um byggiloyvi til garð.

Tilmæli 20.11.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um byggiloyvi til garð á matr. 402 í Sørvági, vísandi til umsókn og skitsu dagfest 27. oktober 2023

Grannaloyvi fyriliggur frá eigaranum av matr. 310a

Grannaloyvi fyriliggur ikki frá eigarunum av matr. 188f

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 136

J.nr.541-8-2022

Umsókn um broyting av byggisamtykt viðv. matr. nr. 16 í Sørvági.

Málslýsing: Umsókn um broyting av byggisamtyktini fyri Sørvág, soleiðis at partur av

matr. nr. 16 í Sørvági, verður broytt frá øki: K: Landbúnaður til øki B: Sethús

Tilmæli 20.11.23: Vinnunevndin mælir til at partur av matr. nr. 16 í Sørvági, verður broyttur frá øki K: Landbúnaður til øki B: Sethús

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 100.

J.nr. 211-5-2023

3. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2024

Málslýsing: 3. viðgerð av fíggjarætlanini fyri 2024

Fíggjarnevndin mælir til at hækka barnafrádráttin frá 6.500 til kr. 7.500.

Mett skattainntøka við 21% 54.583.000

Mett inntøka frá Dis,Fas 4.019.000

Mett inntøka eftirl. 12.673.000

Mettur rakstur 62.741.000

Afturgjald av skuld 1.945.000

Íløgur 29.272.000

Bygdaráðið samtykti við 3. viðgerð fíggjarætlanina fyri 2024, við omanfyri nevndu tølum.

Skattaprosentið er sett til 21%

Barnafrádrátturin er settur til kr. 7.500,00

 

 

Mál nr. 137

J.nr.

Útbjóðing av barnagarðinum

Málslýsing: Útbjóðing av barnagarðinum.

Tilmæli til borgarstjóran og bygdaráðið: Av tí at bygdaráðið hevur havt uppíbyggingina av Alvalon frammi á nógvum fundum og viðgjørt fleiri ymisk byggistig, mælir tekniski leiðarin at bygdaráðið samtykkir tilgongdina, sum bygginevndin og bygdaráðið eru samd um. Avgerð:Bygdaráðið samtykkir við hesum at bjóða barnagarðin út sum heildararbeiðstøku, soleiðis at fyrsta og annað byggistig verða bygd. Tað eru tvær barnagarðsstovur, umsiting í kjallara og høvuðsinngongdina, íalt 562 m2 og at planeringin av økinum eystanfyri nýbygningin verður gjørd (3 byggistig). Samstundis fara aðrar samtyktir hesum viðv. úr gildi.

 

 

Mál nr. 138

J.nr.

Liðugtgerð av fjølmiðlahúsinum/skýlinum á Dungasandi

Málslýsing: Liðugtgerð av fjølmiðlahúsinum/ skýlinum á Dungasandi.

Málið viðv. liðugtgerð av fjølmiðlahúsinum verður beint í Teknisku nevnd.

Fíggjarnevndin biður bygdaráðið um loyvi til at bíleggja tilfar til skýlið

Stál – alminium - tak og at gera jørðarbeiðið.

Peningurin verður at taka av konto 5.24.62.381 Ítróttaranlegg L

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
26. juni 2024
Bygdaráðsfundur
31. mai 2024
Bygdaráðsfundur
24. apríl 2024