Samandráttur av bygdaráðsfundi.
Bygdaráðsfundur: 13.12.2023 kl.17:00 – 18:30
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jóhan Mikkelsen
- Elsebeth Davidsen
- Hugin Skaalum
- Jón Joensen
- Sune Jacobsen
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari
Mál nr. 134 J.nr. 2. viðgerð av eykajáttan
Málslýsing: 2. viðgerð av eykajáttan
Frá konto L Skúlin 04.23.22.381.20 Til konto Viðm.
kr. 2.780.000,00
01.11.21.380.10 72.000
01.11.11.380.10 50.000
02.20.23.380.10 120.00
02.21.13.380.10 o 30.000
02.21.72.380.10 20.000
03.26.11.380.10 145.000
04.23.22.380.20 120.000
04.23.22.380 205.000
05.24.14.380.10 200.000
05.24.62.380.10. 25.000
06.22.11.380.10 1.500.000
06.30.21.380.10 205.000
06.38.13.380.10 31.000
06.38.13.380.20 57.000
Tils. 2.780.000,00
Avgerð 22.11.23: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Avgerð : Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Mál nr. 137
J.nr. 545-1-2023
Umsókn um loyvi at broyta tekju á neysti, sum stendur á matr. 128b og 145e í Sørv.
Málslýsing: Umsókn um loyvi at broyta tekju á neysti, sum stendur á matr. 128b og 145e í
Sørvági.
Tilmæli 20.11.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum, um
broyting av tekju á neysti, sum stendur á matr. nr. 128b og 145e í Sørvági.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 138
J.nr. 542-1-2023
Liðugtgerð av fjølmiðlahúsinum á Dungasandi
Málslýsing: Liðugtgerð av fjølmiðlahúsinum á Dungasandi.
Formaðurin í Teknisku nevnd greiddi frá, at hann saman við Jón Joensen, hevði verið á fundi við Jón Nordendal um kostnaðin av fjømiðlahúsinum, og meirveitingum sum eru neyðugar. Jón Nordendal nágreinaði kostnaðin av fjølmiðlahúsinum, og varð avgjørt at man framyvir hevði regluligar fundir um byggingina á Dungasandi .
Tilmæli 06.12.23: Tekniska nevnd mælir til at játta meirveitingar áljóðandi kr. 357.000,00 til liðugtgerð av fjølmiðlahúsinum.
Tilmæli 06.12.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mælt verður til at bjóða stál og timburarbeiðið út til 2-3 veitarar sum skjótast.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 139
J.nr.218-1-2023
Vøllurin á Dungasandi
Málslýsing: Vøllurin á Dungasandi.
Tilmæli 05.12.23: Tekniska nevnd mælir til at fara í eina tilgongd við hagapartarnar, um at fáa ognarviðurskiftini viðv. vøllinum á Dungasandi uppá pláss.
Tilmæli 06.12.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 140
J.nr. 542-278-2023
Søla av matr. nr. 119aa á Middagsvarða og umsókn um byggiloyvi á sama matrikkul.
Málslýsing: Søla av matr. nr. 119aa á Middagsvarða og umsókn um byggiloyvi til sethús á sama
matrikkul.
Tilmæli 05.12.23: Tekniska nevnd mælir til at selja matr. nr.119aa til Rannvá S. Petersen og Jan
F.Wang, og tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at geva
byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119aa, samb. umsókn og tekningar.
Byggiloyvi verður útskrivað, tá kommunan hevur móttikið útrokningar
viðv.orkurammu.
Tilmæli 06.12.23: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr.119aa til Rannvu og Jan Wang, samb.
vanligum treytum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 141
J.nr. 542-463-2023
Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 128f í Sørvági.
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til tilbygging á matr. nr. 128f í Sørvági.
Tilmæli 05.12.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til tilbygging á matr.nr. 128f í Sørvági, samb. umsókn og tekningar.
Mælt verður til, at umsitingin kannar hvørjar treytir eru galdandi fyri orkurammu fyri tilbyggingina.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 142
J.nr. 542-17-2023
Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 253t í Sørvági.
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til úthús/goymslu á matr. nr. 253t í Sørvági
Tilmæli 05.12.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til úthús/goymslu á matr. nr. 253t í Sørvági, samb. umsókn og tekningar.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 143
J.nr. 542-477-2023
Umsókn um byggiloyvi á matr. nr. 379a í Sørvági.
Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 379a í Sørvági, søkir um byggiloyvi til hoyggjgoymslu, fóður o.a. í
sambandi við seyðahald á brunn sum stendur á stykkinum.
Tilmæli 05.12.23: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um ikki at
geva byggiloyvi til hoyggjgoymslu ,fóður o.a. í sambandi við seyðahald.
Víst verður til grein 21 stk. 5 í byggisamtyktini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 144
J.nr. 542-27-2021
Umsókn um byggiloyvi til trafostøð á Tøðkletti
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til trafostøð á Tøðkletti.
Tilmæli 05.12.23: Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til trafostøð á Tøðkletti, samb. umsókn.
Byggiloyvi verður útskrivað tá loyvir frá Landsverk og Búnaðarstovuni fyriliggja.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 145
J.nr. 541-1-2023
Broyting av byggisamtykt viðv. matr. 305 í Sørvági
Avgerð: Málið tikið av skrá.
Mál nr. 146
J.nr. 215-16-2023
Umsókn um leigu av stykki nr. 11 á vinnuøkinum – J &K Petersen
Málslýsing: J & K Petersen søkir um at leiga stykki nr. 11 á vinnuøkinumá Hálsi
Tilmæli 05.12.23: Vinnunevndin mælir til at leiga stykki nr. 11 á vinnuøkinum til J&K Petersen.
Leigan verður ásett av Fíggjarnevndini.
Tilmæli 06.12.23: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.
Umsitingin fer í samráðingar við J&K Petersen um leiguprísin.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 147
J.nr.
Krígssavnið/Vørðufelli broyting av byggisamtyktini
Málslýsing: Krígssavnið/Vørðufelli søkja um broyting av byggisamtyktini (matr. 422b Vørðufelli)
Tilmæli 05.12.23: Vinnunevndin mælir frá at broyta byggisamtyktina áðrenn ein heildarætlan fyriliggur yvir økið.
Samstundis verður mælt til, at tað er kommunan sum ognar sær lendið, fyri síðani at taka støðu til nýtsluna av økinum.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnunevndini.
Mál nr. 148
J.nr. 544-16-2021
Asfalt
Fíggjarnevndin mælir til at leysgeva konto 6.38.11.381.10 á kr. 2.167.000 í samb. við asfaltering.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.
Mál nr. 149
J.nr.
Ásetan av bygdaráðsfundum fyri 2024
Bygdaráðið hevur ásett føstu bygdaráðsfundinar fyri 2024
Fundirnir verða kl 17:00 í fundarhølinum á kommunuskrivstovuni niðanfyri nevndu dagar:
Mikukvøldið 31. januar
Mikukvøldið 28. februar
Hóskvøldið 21. mars
Mikukvøldið 24. apríl
Mikukvøldið 29. mai
Mikukvøldið 26. juni
Mikukvøldið 28. august
Mikukvøldið 25. september
Mikukvøldið 30. oktober
Mikukvøldið 27. november
Mál nr. 150
J.nr. 219-20-2023
Keyp av New Holland W 110 D
Málslýsing: Keyp av New Holland W 110 D
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka av tilboðnum uppá New Holland W 110 D
Mál nr. 151
J.nr. 541-2-2021
Umsókn um samanlegging
Málslýsing: Samlegging av matr. nr. 31, 33, 35, 36, 41, 410, 411, 412 og 413 við matr. nr. 358a hjá
Sørvágs kommunu.
Avgerð: Samtykt
Mál nr. 152
J.nr.
Skúlavegurin, bungir/steingja
Málslýsing: Skúlavegurin, bungir/ steingja
Tekniska nevnd hevur á fundi 23. august 2023 mælt til at bungir verða lagdar á Skúlavegin
Tilmæli 11.12.23: Ferðslunevndin mælir til, at seta blinkandi “Smiley “ skeltir á hesum støðum:
Blindtarmin og Undir Skorðagarði
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Ferðslunevndini, um at seta blinkandi
“ Smiley “ skeltir á Blindtarminum og Undir Skorðagarði.
Umframt hetta samtykti bygdaráðið at seta eitt skelti av sama slag við Sýsluna.
Mál nr. 153
J.nr.
Bungir á Stakka
Málslýsing: Bungir á Stakka
Tilmæli 11.12.23: Ferðslunevndin mælir til at seta eina bungu millum sethúsini hjá Thordis Skaalum og “Ellusa hava“
Samstundis mælir Ferðslunevndin til, at matr. nr. 301a verður gjørt til alment parkeringspláss.
Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum frá Ferðslunevndini.