Bygdaráðsfundur
31. januar 2024

 Samandráttur av bygdaráðsfundi. 
 
Bygdaráðsfundur: 31.01.2024  kl.17:00 – 19:00 
 
Fundarstaður: Fundarhøli 
 
Hjástødd: 

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Elsebeth Davidsen 
  • Hugin Skaalum 
  • Jón Joensen 
  • Sune Jacobsen

 
Umframt:  Bjørg Beder, skrivari 
 

Mál nr. 1/2024

J.nr. 323-13-2023

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2024 – Virkin sum longst

Málslýsing: Vegna virkin sum longst, søkir Ruborg Zachariassen, um kr. 10.000.00 í stuðli til Virkin sum longst. Peningurin verður brúktur til útferð o.a.

Tilmæli 23.01.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Virkin sum longst við kr. 10.000,00 fyri árið 2024

Stuðulin verður útgoldin móti váttaðum rokningum.

Tilmæli 25.01.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 2/2024

J.nr.323-1-2024

Umsókn um fíggjarligan stuðul til Summartónar 2024

Málslýsing: Umsókn um fíggjarligan stuðul til summartónar 2024

Tilmæli 23.01.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 4.000,00

Tilmæli 25.01.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 3/2024

J.nr.323-3-2024

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2024 – Sørvágs Róðrarfelag

Málslýsing: Sørvágs Róðrarfelag søkir um fíggjarligan stuðul fyri 2024

Søkt verður um kr. 150.000,00 sum verða býttar soleiðis: kr. 50.000,00 til rakstur av húsinum og kr.100.000,00 til at gjalda part av løn til venjarar og umvæling av neystinum, har ætlanin er at skifta vindeygu, isolerað húsið og at gera skiftingarrúm.

Tilmæli 23.01.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Róðrarfelag soleiðis í 2024:
kr. 50.000,00 sum rakstrarstuðul og kr. 100.000,00 til viðlíkahald, venjaraløn o.a.
Stuðulin uppá kr. 100.000,00 til viðlíkhald, venjaraløn o.a. verður útgoldin móti váttaðum rokningum.

Tilmæli 25.01.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 4/2024

J.nr.323-10-2023

Umsókn um mentanarstuðul

Málslýsing: Rami Risti Rúnirnar: Tilboð um Livandi Mentan

Tilmæli 19.10.23: Trivnaðarnevndin mælir til at VisitVágar arbeiður við hesari umsóknini og kemur við einum tilmæli til kommununa.

Tilmæli 23.01.24: Trivnaðarnevndin mælir frá at játta stuðul.

Tilmæli 25.01.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 5/2024

J.nr. 544-35-2024

Tilboð uppá rekkverk – Vøgg N. Debes

Málslýsing: Tilboð frá Vøgg Nyholm Debess uppá rekkverk til: niðanfyri matr. nr. 258 í Sørvági, Á Stakka og í kirkjugarðinum í Sørvági.

Tilmæli 24.01.24: Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboðnum um rekkverk niðanfyri matr. 258 í Sørvági, Á Stakka og í kirkjugarðinum.
Rekkverkið í kirkjugarðin skal gerast í samráð við kirkjuráðið

Tilmæli 25.01.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 6/2024

J.nr. 215-16-2023

Umsókn frá J & K Petersen, um loyvi at seta búeindir á matr. 422aa á vinnuøkinum, í sambandi við arbeiðið á vinnuøkinum/flogvøllinum

Málslýsing: J & K Petersen søkir um leigu av matr. nr. 422aa á vinnuøkinum. Økið skal brúkast til búeindir í sambandi við arbeiðið á vinnuøkinum og flogvøllinum.

Ætlanin er at leiga økið í tvey ár.

Tilmæli: Tekniski leigarin mælir til at játta byggiloyvi, til fyribils loyvi, at seta bingjur á økið.

Tilmæli 24.01.24 : Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum við tí treyt, at neyðugar tekningar fyriliggja og at brunaviðurskiftini eru í lagið.

Tilmæli 24.01.24 : Fíggjarnevndin mælir til at leigan verður ásett til kr. 5.000,00 pr. mðr.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum/ Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 7/2024

J.nr. 215-3-2024

Leigan av skúlanum í Mykines

Málslýsing: Umsókn frá hagapørtunum í Mykinesi, um leigu av skúlanum.

Tilmæli 25.01.24: Fíggjarnevndin mælir til at leiga skúlan til Hagapartarnir í Mykinesi frá mai til og við 31. sept. 24.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 8/2024

J.nr.219-17-2022

Søla av stykkið nr. 14 á vinnuøkinum/ sundurbýti

Málslýsing: Fyrispurningur frá Atlantic Airways, um keyp av stykki nr. 14 á vinnuøkinum.

Tilmæli 25.01.24: Fíggjarnevndin mælir til at at selja Atlantic Airways stykkið nr. 14 á

Vinnuøkinum á Hálsi, sum er uml. 1.821 m2 fyri kr. 690,00 pr. m2.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 9/2024

J.nr.215-3-2024

Rakstrarstuðul til 07 Vest Umsókn um rakstrarstuðul til 07 Vestur

Málslýsing: Umsókn um rakstrarstuðul til 07 Vestur húsið í 2024

Tilmæli 25.01.24: Fíggjarnevndin mælir til at stuðla raksturin hjá 07 Vestur við kr. 250.000,00 sum skal brúkast til vasking, SEV og olju í 07 Vestur húsinum.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 10/2024

J.nr. 324-3-2022

Leysgeva 1.500.000 av konto 5.24.62.381

Málslýsing: Fíggjarnevndin mælir til at kr. 1.500.000, sum eru avsettar á fíggjarætlanina fyri 2024 á konto 5.24.62.381 verða leysgivnir í samb. við projektering av høllini.

Avgerð: Meirilutin í bygdaráðnum tekur undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Viðm. frá Suna Jacobsen: Tað eru bert níggju mánaðir, til bygdaráðsval verður. Ein ørgrynna av uppgávum er fyri framman sum t.d. Dungasandur og barnagarðurin. At fara undir at projektera eina høll uttan at vita, hvørjar fíggjarligar avleiðingar tað fer at hava, er óðamannaverk.

 

 

Mál nr. 11/2024

J.nr. 542-64-2023

Umsókn um loyvi at umvæla Dansistovuna á matr. nr. 360b í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um loyvi at umvæla Dansistovuna á matr. nr. 360b í Sørvági

Tilmælið frá tekniska leiðaranum:

Tekniski leiðarin mælir til, at geva byggiloyvi til umvæling samb. umsókn og tekningum dagf. 02.11.2023.

Tilmæli 24.01.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum, um at geva byggiloyvi til umvæling av dansistovuni á matr. 360b í Sørvági, samb. umsókn og tekningum dagf. 02.11.2023

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 12/2024

J.nr. 542-12-2024

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. nr. 402 í Sørvági

Málslýsing: Eigarin av matr. 402 í Sørvági, søkir um byggiloyvi til garð á matr.402 í Sørvági

Tilmæli 24.01.24: Tekniska nevnd mælir til, at geva byggiloyvi til garð á matr. 402 í Sørvági, samb umsókn og skitsu dagf. 3. januar 2024

Grannaavtala millum eigarnar av matr.188f og matr. 402 fyriliggur

Avgerð: : Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 13/2024

J.nr. 541-32-2024

Umsókn um sundurbýti av matr. nr. 29 í Bø

Málslýsing: Søkt verður um sundurbýti av matr. nr. 29 í Bø, soleiðis at neyst sum er 24 fermetrar verður býtt frá sethúsinum.

Tilmæli 24.01.24: Tekniska nevnd viðmælir sundurbýti av matr. nr. 29 í Bø, soleiðis at neysti verður býtt frá sethúsinum.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 14/2024

J.nr.541-30-2024

Umsókn um sundurbýti og broyting av byggisamtyktini fyri matr. 3 í Mykinesi

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 3 í Mykinesi, søkir um at broyta byggisamtyktina, soleiðis at matr. nr. 3 verður broytt frá landbúnaðarøki øki K til sethúsaøki, øki B. Samstundis verður søkt um, at fáa sundurbýtt/ frábýtt sama øki uml. 500 fermetrar til endamálið vísandi til kort.

Tilmæli 24.01.24: Vinnunevndin mælir til at ganga umsóknini á møti og broyta part av matr. nr. 3 í Mykinesi frá Landbúnaðarøki til Sethúsaøki.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

 

 

Mál nr. 15/2024

J. nr.

Sjó-, og Mentanarhús í Sørvági

Málslýsing: Vegna áhugafelagið Sjó- og mentanarhús í Vágum, verður søkt um prinsipielt byggiloyvi til útfylling við bátahylin í Sørvági, sambært byggisamtykt og til gerð av Sjó- og Mentanarhúsi á útfyllingina innanfyri krøvini í byggisamtyktini.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum.

Vísandi til bygdaráðssamtyktina dagf. 22.02.2023 og framdu broytingina í byggisamtyktini, mælir tekniski leiðarin til, at geva RÁÐ vegna stigtakararnar loyvi til at planera og fyrireika útfyllingina, fram til bygging av bygninginum. Endaliga byggiloyvi til ætlaða bygningin verður viðgjørt, tá endaligu tekningarnar eru tøkar.

Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
13. desember 2023