Bygdaráðsfundur: 28.02.2023 kl.17:00 – 18:40
Fundarstaður: Fundarhøli
Hjástødd:
- Eyð Ellingsgaard
- Jóhan Mikkelsen
- Elsebeth Davidsen
- Hugin Skaalum
- Jóhan á Ørg
- Jón Joensen
- Sune Jacobsen
Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari
Mál nr. 15/2024
J.nr. 211-1-2024
Góðkenning av roknskapi fyri 2023, Sørvágs Bóksavn
Málslýsing: Góðkenning av roknskapi fyri 2023 hjá Sørvágs bókasavni.
Tilmæli 20.02.24: Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin hjá Sørvágs Bókasavni fyri 2023
Tilmæli 22.02.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 16/2024
J.nr.323-6-2024
Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2024 – Sørvágs Ítróttarfelag
Málslýsing: Sørvágs Ítróttarfelag søkir um fíggjarligan stuðul fyri 2024
Tilmæli 20.02.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Ítróttarfelag við kr.175.000,00 fyri árið 2024
Stuðulin verður útg. tá kommunan hevur móttikið roknskapin fyri 2023
Tilmæli 22.02.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 17/2024
J.nr.218-18-2023
Tilmæli ísamb.við umsókn um skattafrælsi frá Fjepparafelagnum hjá 07 Vestur
Málslýsing: Tilmæli til TAKS ísambandi við umsókn frá Fjepparafelagnum hjá 07 Vestur um skattafrælsið.
Tilmæli 20.02.24: Trivnaðarnevndin mælir til at játta umsóknina frá Fjepparafelagnum hjá 07 Vestur um skattafrælsið.
Tilmæli 22.02.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 18/2024
J.nr.323-7-2024
Ums. um stuðul í sambandi við verkætlan við heitinum Nykurin við Sørvágsvatn
Málslýsing: Umsókn um stuðul frá Hørður I. Egilsson, í sambandi við verkætlan við heitinum, Nykurin við Sørvágsvatn.
Tilmæli 20.02.24: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla verkætlanina við heitinum Nykurin við Sørvágsvatn við kr. 5.000,00
Stuðulin verður útgoldin tá vissa fæst fyri, at verkætlanin verður veruleiki.
Tilmæli 22.02.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.
Mál nr. 19/2024
J.nr. 542-90-224
Umsókn um byggiloyvi til útbygging av kryvjivirkinum hjá Hiddenfjord á matr. 353e á havnarøkinum
Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til útbygging av kryvjivirkinum hjá Hiddenfjord á matr. nr. 353e á havnarøkinum.
Tilmæli 24.01.24: Havnarnevndin mælir til at geva loyvi til útbygging av kryvjivirkinum hjá
Hiddenfjord, samb. umsókn og tekningar dagfest 5/1- 24
Somuleiðis mælir Havnarnevndin til, at geva loyvi til veg, samb. tekning og at hesin verður goldin av Hiddenfjord.
Vegurin skal verða gjørdur í tøttum samstarvi við Sørvágs kommunu.
Tilmæli 21.02.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum og Havnarnevndini um byggiloyvi til umbygging av kryvjivirkinum hjá Luna á matr. nr. 353d á havnarøkinum.
Nýtsluloyvið verður útskrivað, tá bygningurin endaliga er brunagóðkendur.
Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Teknisku nevnd.
Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.
Mál nr. 20/2024
J.nr. 541-48-2024
Umsókn um sundurbýti/ samanlegging av matr. nr. 156a og 156b í Sørvági
Málslýsing: Eigarnir av matr. nr. 156a og 156b søkja um sundurbýti/ samanlegging av matr. 156a og 156b í Sørvági.
Søkt verður um, at 552m2 verða býttir frá matr. nr. 156a og lagdir saman við matr. nr. 156b
Tilmæli 21.02.24: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti/ samanlegging av matr. 156a og 156b í Sørvági
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Mál nr. 21/2024
J.nr. Gøta á matr. nr. 119k í Sørvági
Málslýsing: Gøta á matr. nr. 119k í Sørvági
Eg vil hervið geva loyvi til gongurætt á mínum stykki 119k, um Sørvágs kommuna ger eina pena gøtu eftir norðasta parti av stykkinum og kopplar hana í vegin eystanfyri.
Tó má tað vera soleiðis, at eg enn eri eigari av lendinum har gøtan er.
Vh, Jóhan Mikkelsen
Tilmæli 21.02.24: Tekniska nevnd mælir til, at tinglýstur verður gongurættur á matr. 119k og kommunan fer undir at gera gøtuna, soleiðis at man bindur økini saman.
Jóhan Mikkelsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.
Grannaloyvið frá eigaranum av matr. 119i skal fyriliggja, áðrenn byrjað verður uppá arbeiðið.
Jóhan Mikkelsen luttók ikki í viðgerðini av hesum máli.
Mál nr. 22/2024
J.nr. 542-5-2019
Útbygging av Alvalon
Gjøgnumgingu tilboðini og tilmælini uppá útbyggingina av Alvalon. Semja var um, at taka samráðingar upp við ARTICON PF, har Mynda í høvuðsheitum tekur sær av samráðingunum, í tøttum samstarvi við Bygginevndina. Semja var eisini um, at fáa tilboð uppá køk í gamla bygninginum. T.e. 5 ára stovan. Somuleiðis er semja um, at bygginevndin arbeiðir víðari við at útgreina tilboðini.
Avgerð: Bygdaráðið tekur undir við tilmælinum um at bjóða køkin út í verandi 5 ára stovu, og at millumgongd verður gjørd frá nýggju høvuðsinngongdini til Miðlon.
Bygdaráðið tekur undir við, at halda fram við at samráðast við Articon um ein endaligan sáttmála.
Mál nr. 23/2024
J.nr.
Umsókn um stuðul – 07 Vestur
Málslýsing: Umsókn um stuðul fyri 2024
Tilmæli: Trivnaðarnevndin mælir til at játta 07 Vestur 175.000kr í stuðli fyri 2024
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.
Mál nr. 24/2024
J.nr.
Umsókn um stuðul – Vága Bjargingarfelag
Málslýsing: Umsókn um stuðul til at skifta tak
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at játta kr. 200.000,00 í stuðli til Vága Bjargingarfelag, til skiftan av taki.