Bygdaráðsfundur
24. apríl 2024

 
Samandráttur av bygdaráðsfundi. 
 
Bygdaráðsfundur: 24.04.2024  kl.17.00  –  kl. 19.10 
 
Fundarstaður: Fundarhøli 
 
Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard  
  • Jóhan Mikkelsen 
  • Hugin Skaalum      
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen
  • Elsebeth Davidsen 

 
Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari  
 


 
Mál nr. 43/2024 

J.nr. 219-11-2023 
Keyp av nýggjum graslíki á fótbóltsvøllin á Dungasandi. 
 
Málslýsing: Keyp av nýggjum graslíki á vøllin á Dungasandi 
 
Tilmæli 16.04.24: Trivnaðarnevndin mælir til at keypa nýggjan graslíkisvøll á vøllin á Dungasandi frá Føroya Møblasølu, vísandi til tilboð dagf. 24.10.2023. Tilboðið er uppá kr. 3.438.000,00 uttan MVG 
 
Tilmæli 17.04.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini .   
       
Tilmæli 18.04.24: Meirlutin í Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðar- og Teknisku nevnd. 
                               
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar - Teknisku og meirilutanum í Fíggjarnevndini. 
 

 
Mál nr. 44/2024 

J.nr. 323-15-2024 
Umsókn um fíggjarligan stuðul til fjepparabussar -  07 Vestur 
 
Málslýsing: Umsókn frá 07 Vestur, um stuðul til fjepparabussar. 
 
Tilmæli 16.04.24: Trivnaðarnevndin  mælir til at stuðla fjepparbussar hjá 07 Vestur við kr. 7.500,00 
 
Tilmæli 18.04.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar,- og Fíggjarnevndini. 
 

 
Mál nr. 45/2024 

J.nr.323-13-2024 
Umsókn um fíggjarligan stuðul – Fosturforeldrafelagið 
 
Málslýsing: Fosturforeldrafelagið søkir um fíggjarligan stuðul. 
 
Tilmæli 16.04.24:  Trivnaðarnevndin mælir frá at stuðla. 
 
Tilmæli 18.04.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini. 
 
 


 
Mál nr. 46/2024 

J.nr.323-14-2024 
Umsókn um peningaligan stuðul fyri 2024 – Sørvágs Tónleikarfelag 
 
Málslýsing: Sørvágs Tónleikarfelag søkir um stuðul fyri 2024 
 
Tilmæli 14.03.24:  Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla Sørvágs Tónleikarfelag við kr. 60.000,00 fyri árið 2024                              
 
Tilmæli 18.04.24:  Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini. 
 
Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar, - og Fíggjarnevndini 
 
 

 
Mál nr. 47/2024 

J.nr.323-12-2024 
Umsókn um peningaligan stuðul fyri 2024 – Country Festivalurin 
 
Málslýsing: Country Festivalurin søkir um stuðul fyri árið  2024 
 
Tilmæli 16.04.24: Trivnaðarnevndin mælir til, at Fíggjarnevndin kemur við einum tilmæli viðv. umsóknini frá Country Festivalinum.   
 
Tilmæli 18.04.24: Meirlutin í Fíggjarnevndin mælir til at stuðla við kr. 75.000,-.  
 
Avgerð 24.04.24: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá meirilutanum í Fíggjarnevndini. Jón Joensen og Jóhan Mikkelsen luttóku ikki í viðgerðini. 


Mál nr. 48/2024

J.nr. 216-2--2024
Tilboð uppá 1 autoklavu til tannlæknastovuna

Málslýsing: Tilboð frá El-net uppá 1 autoklavu til Tannlæknastovuna, kostnaður kr. 75.625,00

Tilmæli 18.04.24: Fíggjarnevndin mælir til at taka av tilboðnum frá El-net

Avgerð 24.04.24: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 49/2024

J.nr.544-85-2024
Asfaltering á Dungasandi

Málslýsing: Tilboð frá EM. Asfalt um asfaltering á Dungasandi

Tilmæli 17.04.24: Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboðnum frá EM.Asfalt um asfaltering á Dungasandi. Tilboðið er uppá kr. 914.009,50 uttan MVG

Tilmæli 18.04.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku,- og Fíggjarnevndini.

Somuleiðis samtykti bygdaráðið at taka av tilboðnum frá EM.Asfalt dagfest 24.04.24 uppá asfaltering av Niðaravegi við møguligari gongubreyt.

 

 

Mál nr. 50/2024

J.nr.542-249-2024
Umsókn um byggiloyvi til brunn og skýli til highland neytini norðuri í Haga

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til brunn og skýli til highland neytini norðuri í Haga

Brunnurin verður fyri tað mesta tyrvdur, so hann ikki skemmur náttúruna og skýlið verður gjørt soleiðis at tað líkist einum heyggi við einari opnari síðu.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Av tí at bygt verður á landbúnaðarjørð, verður neyðugt at biðja um ummælið frá friðingarmyndugleikunum, og frá Búnaðargrunninum.

Tá neyðugu loyvini eru fingin til vega, mælir tekniski leiðarin til, at geva byggiloyvi vísandi til umsókn. Avgerð 17.04.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggloyvi til brunn og skýli til highland neytini norðuri í Haga.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr.

J.nr.
Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 16 í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 16 í Sørvági

Tilmæli 24.04.24: Tekniska nevnd mælir til at geva útgrevstrarloyvi til matr.nr.16 vísandi til innsendu umsókn og tekningar. Útgrevstrarloyvi verður ikki útskriva fyrrenn tey formligu viðurskifti eru komin uppá pláss.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
25. september 2024
Bygdaráðsfundur
28. august 2024
Bygdaráðsfundur
26. juni 2024