Bygdaráðsfundur
31. mai 2024

Bygdaráðsfundur: 31.05.2024 kl.17:00 – 18:15

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Hugin Skaalum
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Mál nr. 53/2024 J.nr. 211-2-2024 Ársroknskapurin fyri 2023

Málslýsing: Ársroknskapurin fyri 2023

Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina vóru:

Játtan Roknskapur

 

Tilmæli 31.05.24: Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at góðkenna ársroknskapin fyri

2023 hjá Sørvágs kommunu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 54/2024 J.nr. 324-6-2023 Skriv viðv. gamla svimjihylinum

Málslýsing: Skriv frá foreldrum og børnum í 4.flokki viðv. gamla svimjihylinum.

14.05.24: Trivnaðarnevndin mælir til at Fíggjarnevndin setur pening av, soleiðis at gjørd verður ein terrassa og til stoypan av garði.

Tilmæli 23.05.24: Fíggjarnevndin mælir til at játtað upp til kr. 200.000,- til endamálið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Málið verður beint í Teknisku nevnd, sum saman við tekniska leiðaranum arbeiður víðari við málinum.

 

 

Mál nr. 55/2024 J.nr.323-16-2024 Umsókn um fíggjarligan stuðul – BJJ Vágar

Málslýsing: BJJ Vágar søkir um fíggjarligan stuðul.

Tilmæli 14.05.24: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 23.05.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 56/2024 J.nr. 323-19-2024 Umsókn um stuðul – Undirhúsið

 

Málslýsing: Undirhúsið søkir um stuðul fyri árið 2024

Upplýst verður at uml. 25 limir plaga at møta á skúlanum

Tilmæli 14.05.24: Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul uppá kr. 15.000,00 til Undirhúsið.

Tilmæli 23.05.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Peningurin verður útgoldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 57/2024 J.nr. 544-88-2024 Tilboð uppá garð á matr. 422k í Sørvági

Málslýsing: Tilboð uppá garð á matr. nr. 422k í Sørvági.

Kommunan hevur fingið tilboð frá Gutta Guttesen og Erik Heinesen, um stoyping av garði omanfyri matr. nr. 422k á vinnuøkinum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka av tilboðnum frá Gutta Guttesen.

Tilboðið er uppá kr. 95.506,25 v/MVG

 

 

Mál nr. 58/2024 J.nr. 323-18-2024 Umsókn um stuðul til nýggjan ljóðpult

Málslýsing: Umsókn um stuðul frá missiónshúsinum Libanon, til keyp av nýggjum ljóspulti.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at játta kr. 30.000,00 í stuðli til nýggjan ljóðpult.

 

 

Mál nr. 59/2024 J.nr. 542-10-2023 Ums. um byggiloyvi til garð - Hiddenfjord

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til garð millum matr. nr. 358a og 353b í Sørvági

Tilmæli frá Umsitingini:

Mælt verður til, at geva loyvi til at stoypa garð millum matr. nr. 358a og 353b, samb. umsókn frá Hiddenfjord, dagf.8. mai 2024

Tilmæli 14.05.24: Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til garð millum matr. 358a og 353b í Sørvági.

Hetta er tó treytað av, at hetta ikki kemur at ávirkað umvælingina av bryggjuni.

Tilmæli 14.05.24: Havnanevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Havnarnevndini.

Jón Joensen luttók ikki í viðgerðini.

 

 

Mál nr. 60/2024 J.nr.542 262-2024 Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 148t í Sørvági

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 148t í Sørvági, søkir um byggiloyvi til sethús.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Tekinski-leiðarin mælir til at játta byggiloyvi. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 14.05.24: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 148t í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 41/2024 J.nr. 324-1-2024 Skriv frá Suna Jacobsen

Avgerð: Málið útsett til komandi fund.

 

 

Mál nr. 61/2024 J.nr. 544-36-2024 Tilboð uppá nýggj gøtuljós framvið Stórá og við Hotel Vágar

Málslýsing: Tilboð uppá nýggj gøtuljós framvið Stórá og við Hotel Vágar, frá Sp/f Thorfinn Nielsen.

Tilboðið er uppá kr. 99.900,00 u/MVG

Tilmæli 24.01.24: Tekniska nevnd mælir til at taka av tilboðnum frá Sp/f Thorfinn Nielsen,uppá kr. 99.900,00 u/MVG til gøtuljós framvið Stórá og Hotel Vágar.

Tilmæli 25.01.24: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 62/2024 J.nr. 549-7-2024 Tilboð uppá 2 plantubeð niðri á Dungasandi

Málslýsing: Tilboð frá Hjálpirót, uppá 2 plantubeð á Dungasandi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka av tilboðnum frá Hjálpirót.

 

 

Mál nr. 63/2024 J.nr. 569-6-2024 Báturin Selvík

Màlslýsing: Báturin Selvík sum stendur á Dungasandi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at heita á ein serkønan um at kanna, um tað ber til at umvæla/varðveita bátin, tí hann er í so ringum standi.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
25. september 2024
Bygdaráðsfundur
28. august 2024
Bygdaráðsfundur
26. juni 2024