Bygdaráðsfundur
26. februar 2025

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 26.02.2025 kl.17:00 – 18:00

Fundarstaður: Fundarhøli

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard 
  • Jón Joensen
  • Hugin Skaalum 
  • Hans Kári Hansen 
  • Tóki Joensen 
  • Elias Davidsen 
  • Elsebeth Tausen 

Vísandi til grein 18, stk. 2, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri hevur Helena Heðinsdóttir Guttesen, boðað frá, at henni barst frá at møta á fundinum. Tiltakslimur Elsebeth Tausen fekk fundarboð og játtaði at møta.

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

Mál nr. 4/2025

J.nr. 329-6-2025

Umsókn um stuðul til uttanlandaferð hjá musikskúlanæmingum.

Málslýsing: Umsókn frá Musikskúlanum í Vágum, um fíggjarligan stuðul til uttanlandaferð hjá musikkskúlanæmingum.

Tilmæli 13.02.25: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla sum undanfarin ár, tvs. at næmingarnir skulu arbeiða í 2 dagar.

Fyri hetta fær hvør næmingur eina samsýning.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

 

 

Mál nr. 5/2025

J.nr.323-2-2025

Umsókn um fíggjarligan stuðul til venjingar í sambandi við krabbamein.

Málslýsing: Søkt verður um fíggjarligan stuðul, í sambandi við venjingar hjá krabbaameinsraktum borgarum í Vágum.

Tilmæli 13.02.25: Trivnaðarnevndin mælir til at játta umsóknina fyri árið 2025

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini, um at Sørvágs kommuna játtar at gjalda kr. 1.250,00 kr. um mánaðin.

 

 

Mál nr. 6/2025

J.nr. 541-13-2025

Umsókn um sundurbýti av matr. 63c í Mykinesi

Málslýsing: Eigarnir av matr. 63c í Mykinesi, søkja um sundurbýti. Tvær lonir standa á matriklinum.

Ynski er um, at hvør lon fær sítt sjálvstøðuga matr. nr.

Tilmæli 20.02.25: Tekniska nevnd viðmælir umsóknina um sundurbýti av matr. 63c í Mykinesi

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

Mál nr. 7/2025

J.nr. 542-13-2025

Umsókn um loyvi at gera garð framvið matr. 321e í Sørvági

Málslýsing: Umsókn um loyvi, at gera garð framvið matr. 321e og umsókn um at kommunan rindar fyri tilfarið.

Tilmæli 20.02.25: Tekniska nevnd mælir frá at veita stuðul, tí kommunun ikki er orsøk til jarðarmunin.

Víst verður til bygdaráðssamtykt 25. februar 2021 har samtykt er, at stuðul/endurgjald bert verður veitt til tilfar til garð, har kommunan er orsøk til jarðarmunin, endurgjaldið er í mesta lagi kr. 6.000,00

Í serligum førum kunnu frávik gerast.

Tekniska nevnd mælir til at geva byggiloyvi til garð framvið matr. nr. 321e í Sørvági, vísandi til kort.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at geva byggiloyvi til garð og meirilutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd í sambandi við endurgjaldið.

Serstøða hjá Hugin Skaalum.

Borgarar í kommununi eiga at verða viðgjørdir eins, tá ið grannin hevur fingið goldið tilfarið til sín garð, so eigur hesin borgarin eisini at fáa veitt endurgjald fyri sín garð.

 

 

Mál nr. 8 /2025

J.nr. 102-7-2024

Tiltakslim til umboð fyri Vesturvón

Málslýsing: Tiltakslim til umboðan fyri Vesturvón

Avgerð: Samtykt at velja Jón Joensen sum tiltakslim.

 

 

Mál nr. 9 /2025

J.nr. 324-4-2025

Umsókn um stuðul til 120 ára veitslu – Sørvágs Ítróttarfelag.

Málslýsing: Umsókn um fíggjarligan stuðul til 120 ára veitslu hjá Sørvágs Ítróttarfelag.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at stuðla við kr. 20.000,00 til 120 ára veitslu hjá S.Í.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
29. januar 2025
Bygdaráðsfundur
27. november 2024
Bygdaráðsfundur
30. oktober 2024