Bygdaráðsfundur
29. oktober 2025

Samandráttur av bygdaráðsfundi.

Bygdaráðsfundur: 29.10.2025 kl.17:00 – 18:40

Fundarstaður: Fundarhøli

 

Hjástødd:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Jón Joensen
  • Hans Kári Hansen
  • Elsebeth Tausen
  • Tóki Joensen
  • Helena Heðinsdóttir Guttesen

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari

 

 

Vísandi til grein 18, stk. 2, í løgtingslóg nr. 87 frá 17. mai 2000 um kommunustýri hevur Elias Davidsen, boðað frá, at tað ikki bar til at møta á fundinum.

Tiltakslimurin Elsebeth Tausen fekk fundarboð og játtaði at møta.

 

 

Mál nr. 77

J.nr. 542-8-2025

Byggiloyvi til Krígssavnið

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til uppíbygging av Krígssavninum.

Tilmæli til teknisku viðv. byggiloyvi av krigssavnið matr .nr. 422c Varðagøta 61 í Sørvági eystur bygningur.

Vísandi til umsókn dagf. 03.09.2025 og tekningar søkir Krígssavnið í Sørvági, um byggiloyvi til uppíbygging av verðandi bygningi eystureftir. Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvi, vísandi til byggiætlan umsókn og tekningar. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum, viðmerkingum í tilmælinum, og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu og treytaðum ásetingunum sum LV í skrivi dagf. 27.05.2025 hevur víst á. Bygningurin má ikki takast í nýtslu fyrr enn brunamyndugleikin hjá Sørvágs kommunu hevur brunagóðkent bygningin.

Tilmæli 20.10.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælininum frá tekniska leiðaranum um byggiloyvið til Krígssavnið.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd

 

 

Mál nr. 78

J.nr. 544-114-2025

Trafostøð á vinnuøkinum á Hálsi - SEV

Málslýsing: Í sambandi við víðkan av vinnuøkinum á Hálsi, verður neyðugt at byggja nýggja trafostøð og søkir SEV um byggiloyvi til hesa.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:

Tekniski leiðarin mælir til at geva byggiloyvi til trafostøð á stykki 18 á vinnuøkinum. Tilmæli 20.10.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um byggiloyvi til nýggja trafostøð á vinnuøkinum.

Trafostøðin verður bygd á stykki nr. 18 á vinnuøkinum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 79/2025

J.nr. 542-67-2025

Søla av matr. nr. 119af og byggiloyvi til sethús á matr. 119af í Sørvági

Málslýsing: Søla av matr. nr. 119 af

Tilmæli 08.10.25: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 119 af, samb. vanligumtreytum.

Málslýsing: Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119af í Sørvági

Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum og viðmerkingum í tilmælinum og annars eftir ásetingunum í BK17 og serstøku byggisamtyktini (B3)

Tilmæli 20.10.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um byggiloyvi til sethús á matr. 119af í Sørvági

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 80/2025

J.nr. 542-65-2025

Umsókn um loyvi til umbygging av sethúsum á matr. 8 í Sørvági.

Málslýsing: Umsókn um loyvi til umbygging av sethúsum á matr. 8 í Sørvági.

Tilmæli frá tekniska leiðaranum:Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum og viðmerkingum í tilmæli og annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini.

Tilmæli 20.10.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um byggiloyvi til umbygging av sethúsum á matr. nr. 8 í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 81/2025 J.nr. 542-87-2025 Umsókn um loyvi til uppíbygging á sethús á matr. 102 í Sørvági.

Málslýsing: Umsókn um loyvi til uppíbygging á sethús á matr. 102 í Sørvági

Tilmæli frá tekniska leiðaranum: Tekniski leiðarin mælir til at játta byggiloyvið. Um loyvið verður givið, skal byggjast eftir innsendu tekningum og viðmerkingum í tilmælinum. Annars eftir ásetingunum í BK17 og byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu..

Tilmæli 20.10.25: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um loyvi til uppíbygging á sethús á matr. nr. 102 í Sørvági.

Grannaloyvi dagf. 23.08.2025 frá eigara av matr.nr.124 fyriliggur.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

Mál nr. 82/2025

J.nr. 543-1-2022

Tilbúgvingarætlan fyri Sørvágs kommunu

Málslýsing: Tilbúgvingarætlan fyri Sørvágs kommunu

Tilmæli 20.10.25: Tekniska nevnd viðmælir at góðkenna tilbúgvingarætlanina fyri Sørvágs kommunu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

 

 

 

Mál nr. 83/2025

J.nr. 109-38-2025

Stuðulspolitikkur fyri Sørvágs kommunu

Stuðulspolitikkur

Trivnaðarnevndin í Sørvágs Kommunu

Kapittul 1

Endamál

§1. Endamálið við stuðulspolitikkinum er at lýsa, hvønn stuðul kann latast til, hvussu stuðlað verður, og hvør tekur avgerðina um at stuðla. Sostatt er politikkurin ætlaður sum eitt amboð til at viðgera umsóknir í Trivnaðarnevndini.

Kapittul 2

Hvønn kann stuðul verða latin til

§2. Stuðul kann verða latin til niðanfyri standandi virksemi hjá borgarum ella felagsskapum skrásett í kommununi.

1. Ítrótt

2. Áhugafeløg og frítíðarvirksemi

3. Sang og tónleik

4. Sjónleik í breiðari merking

5. Myndlist og skapandi list í breiðari merking

6. Bóka-, blað- og tónleikaútgávur

7. Náms- og uttanlandsferðir

8. Søvn

§3. Kommunan kann stuðla alment gagnligum tiltøkum, kappingum, ítróttar-, summar- ella líknandi tiltøkum í kommununi.

§4. So leingi játtan er tøk, kann stuðul verða latin.

 

Kapittul 3

Stuðul til ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg

§5. Sørvágs kommuna kann á hvørjum ári veita stuðul til ítróttar-, frítíðar- og áhugafeløg í kommununi.

§6. Stuðulin verður ásettur árliga í samband við fíggjarætlanina hjá Sørvágs kommunu.

§7. Er talan um serligan tørv, eitt nú stórt keyp av útgerð ella annað, kann stuðul umframt vanliga ársstuðulin verða latin. Slíkur stuðul verður latin mótvegis rokning.

§8. Um skipað verður fyri kappingum, ítróttar-, summar- ella líknandi stevnum í kommununi, kann eyka stuðul verða latin.

Kapittul 4

Mentanarlig endamál

§9. Listafólk og onnur búsitandi í Sørvágs kommunu kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, skeiðvirksemi og líknandi.

§10. Listafólk og onnur, sum ikki eru búsitandi í Sørvágs kommunu kunnu søkja um stuðul til framførslur, verkætlanir, skeiðvirksemi og líknandi, tá hetta verður hildið í Sørvágs kommunu.

Kapittul 5

Náms- og uttanlandsferðir

§11. Sørvágs skúli, ítróttarfeløg og frítíðarvirksemi kunnu søkja um stuðul til borgarar í Sørvágs kommunu í samband við uttanlandsferðir.

§12. Sørvágs kommuna kann stuðla hvørjum borgara við eini samsýning fyri at gera fyrifallandi arbeiði fyri kommununa. Peningurin verður útgoldin, tá arbeiðið er gjørt.

§12, stk. 1. Umsitingin avgreiðir hendan stuðulin.

Kapittul 6

Stuðul til landsfeløg

§13. Kommunan stuðlar ikki feløgum uttanfyri kommununa. Tó kann stuðul latast til sjálvboðin feløg, sum tæna borgarum í Sørvágs Kommunu.

 

Kapittul 7

Mannagongdir

§14. Allar umsóknir skulu latast kommununi skrivliga.

§15. Umsóknir um peningaligan stuðul upp til 10.000 kr. kunnu avgreiðast av Trivnaðarnevndini um so er, at játtan á fyriliggur.

§16. Øll mál, ið eru um peningaligan stuðul upp til 10.000 kr., sum Trivnaðarnevndin er samd um ikki at veita stuðul til, skulu ikki fyri bygdaráðið.

§17. Um Trivnaðarnevndin ikki er samd um sítt tilmæli, skal málið fyri bygdaráðið.

§20. Ársroknskapur skal fyriliggja við umsókn um stuðul yvir 50.000 kr.

§21. Stuðul yvir 10.000 kr. verður goldin mótvegis rokning.

§22. Stuðul kann vera latin feløgum sambært kap. 3 við morgunmati, ábit ella líknandi upp til 5000 kr.

§22, stk. 1. Umsitingin avgreiðir hendan stuðulin.

§23. Forfólkið í Trivnaðarnevndini skal kunna um tey mál, sum eru avgreidd í nevndini á fyrst komandi bygdaráðsfundi.

Tilmæli 15.10.2025: Trivnaðarnevndin tekur undir við stuðulspolitikkinum.

Tilmæli 22.10.2025: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum hjá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 84/2025

J.nr. 1. viðgerð av eykajáttan

Eykajáttan

 

Tilmæli 29.10.25: Fíggjarnevndin mælir til omanfyri nevndu eykajáttan.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

 

 

Mál nr. 85/2025

J.nr. 211-22-2025

Fíggjarætlanin fyri 2026

Málslýsing: Fíggjarætlanin hjá Sørvágs kommunu fyri 2026

Rakstur 76.732.000

Løgur 17.591.000

Inntøkur 85.575.000

Fíggjarætlanin bleiv gjøgnumgingin.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
24. september 2025
Bygdaráðsfundur
27. august 2025
Bygdaráðsfundur
16. juli 2025