Bygdaráðsfundur kl.17
26. januar 2022

Møtt vóru:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Jóhan Mikkelsen
  • Elsebeth Davidsen
  • Hugin Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Umframt: Sunrid Rasmussen, skrivari

Mál nr. 1/2022

J.nr. 323-1-2022

Umsókn um stuðul fyri 2022 – Sørvágs Tónleikarfelag

Málslýsing: Sørvágs Tónleikarfelag søkir um framhaldandi stuðul, sum hevur verið veittur til felagið seinastu árini.

Tilmæli 18.01..22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 60.000,00 fyri árið 2022

Tilmæli: 19.01.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 2/2022

J.nr. 329-17-2021

Umsókn um framhaldandi stuðul – Vága Útvarp

Málslýsing: Vága Útvarp søkir um framhald av stuðli sum kommunan hevur veitt til Vága Útvarp.

Tilmæli: 18.01.22: Trivnaðarnevndin mælir til at veita sama stuðul sum í 2021.

Tilmæli 19.01.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Meirlutin í bygdaráðnum samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 3/2022

J.nr. 329-15-2021

Umsókn um fíggjarligan stuðul fyri 2022 – Virkin sum longst.

Málslýsing: Virkin sum longst, søkja um stuðul upp á kr. 10.000.00.

Tilmæli 18.01.22: Trivnaðarnevndin mælir til at stuðla við kr. 10.000,00 fyri árið 2022.

Tilmæli 19.01.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 4/2022

J.nr. 211-1-2022

Góðkenning av roknskapi fyri 2021 – Sørvágs Bókasavn

Málslýsing: Góðkenning av roknskapi fyri 2021 hjá Sørvágs Bókasavni.

Tilmæli 18.01.22: Trivnaðarnevndin mælir til at góðkenna roknskapin fyri 2021 hjá Sørvágs Bókasavni.

Tilmæli 19.01.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 5/2022

J.nr. 211-2-2022

1. viðgerð av eykajáttan til Vestanstevnuna 2022 í Sørvági

Málslýsing: Eykajáttan til Vestanstevnuna 2022 í Sørvági.

Tilmæli 18.01.22: Trivnaðarnevndin mælir til at veita eina eykajáttan til Vestanstevnuna upp á kr. 50.000,00.

Tilmæli 19.01.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini um at játta kr. 50.000,- til konto 5.24.14.380 - Stuðul til ítróttar- og mentunarendamál.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini. Peningurn verður goldin móti skjalprógvaðum útreiðslum.

J.nr. 215-3-2022

Søla av matr. nr. 119y til Teitur Anderson

Tilmæli 19.01.22: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 119y til Teitur Anderson, samb. treytum samtyktar á bygdaráðsfundi 24.06.2020.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Mál nr.7 /2022

J.nr. 215-4-2022

Søla av matr. nr. 119ai til Gunnleyg Árnafjall og Andrias Hansen

Tilmæli 19.01.22: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 119ai til Gunnleyg Árnafjall og Andrias Hansen, samb. treytum samtyktar á bygdaráðsfundi 24.06.2020.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Mál nr. 8/2022

J.nr. 215-5-2022

Søla av matr. nr. 119an til Albertu og Jonn Lydersen

Tilmæli 19.01.22: Fíggjarnevndin mælir til at selja matr. nr. 119an til Albertu og Jonn Lydersen, samb. treytum samtyktar á bygdaráðsfundi 24.06.2020.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Mál nr. 9/2022

J.nr. 329-2-2022

Arkitektakapping - Stakka/ Dungasand

Málslýsing: Arkitektakapping - Stakka/ Dungasand

Tilmæli 18.01.22: Tekniska nevnd nevnd mælir til, at fáa heimild at brúka kr. 150.000,00 sum eru avsettar á fíggjarætlanina til arkitektakapping.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 10/2022

J.nr. 215-1-2022

Søla av matr. nr. 422u á vinnuøkinum

Tilmæli 019.01.22: Fíggjarnevndin mælir til at bygdaráðið gevur Fíggjarnevndini heimild til at selja matr. nr 422u á vinnuøkinum.

Avgerð: Meirilutin í bygdaráðnum samtykti at hyggja eftir teimum innkomnu umsókninum um at keypa matr. nr. 422u.

Mál nr.11 /2022

Vinnuøkið

Tilmæli: Fíggjarnevndin mælir til, at seta sum treyt, at tær fyritøkur sum keypa grundøkið á vinnuøkinum, skulu verða heimahoyrandi í Sørvágs kommunu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Mál nr. 12/2022

J.nr. 542-30-2021

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119am í Sørvági.

Málslýsing: Hjalmar og Majken Hvítklett søkja um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119am í Sørvági.

Tilmæli 18.01.21: Teknisku nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum um at geva byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119am.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum og Teknisku nevnd.

Mál nr. 13/2022

J.nr. 542-33-2021

Umsókn um byggiloyvi til vaskihøll á matr. 422o á vinnuøkinum.

Málslýsing: Eigarin av matr. nr. 422o á vinnuøkinum, søkir um byggiloyvi til vaskihøll.

Tilmæli: 18.01.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta umsókn um byggiloyvi til vaskihøll á matr. nr. 422o á vinnuøkinum á Hálsi í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum og Teknisku nevnd.

Mál nr. 14/2022

J.nr. 542-37-2021

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119 an í Sørvági

Málslýsing: Alberta og Jonn Lydersen søkja um byggiloyvi til sethús á matr. 119an í Sørvági.

Tilmæli 18.01.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119an í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum og Teknisku nevnd.

Mál nr. 15/2022

J.nr. 542-2-2022

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119y í Sørvági.

Málslýsing: Teitur Anderson søkir um byggiloyvi til sethús á matr. 119y í Sørvági.

Tilmæli 18.01.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119y í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum og Teknisku nevnd.

Mál nr. 16/2022

J.nr. 542-38-2021

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119ai í Sørvági.

Málslýsing: Gunnleyg Árnafjall og Andrias Hansen søkja um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119ai í Sørvági.

Tilmæli 18.01.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 119ai í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá tekniska leiðaranum og Teknisku nevnd.

Mál nr.17 /2022

J.nr. 542-1-2022

Umsókn um byggiloyvi til smáttu á matr. nr. bl

Málslýsing: Umsókn frá Vága Floghavn, um byggiloyvi til smáttu sum hýsir flúgvitøkniligari útgerð.

Tilmæli 18.01.22: Tekniska nevnd mælir til at játta umsóknina um byggiloyvi til smáttu, sum hýsir flúgvitøkniligari útgerð hjá Vága Floghavn. Játtanin um byggiloyvi frá Sørvágs kommunu frítekur ikki umsøkjaran, at fáa øll onnur loyvir upp á pláss, áðrenn byrja verður at byggja nýggja smáttu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. /2022

Fyrispurningur um broyting av byggisamtykt og málsviðgerðartíð – Navo Málslýsing: Fyrispurningur um at broyta part av matr. nr. 156a frá landbúnaðarøki til sethúsaøki.

Málið útsett.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024