Bygdaráðsfundur kl.17
08. juni 2022

Møtt vóru:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Jóhan Mikkelsen
  • Elsebeth Davidsen
  • Hugin Skaalum
  • Jóhan á Ørg
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari.

Mál nr. 52/2022

J.nr. 022

Ársroknskapurin fyri 2021

Viðv. 1 Ársroknskapurin hjá Sørvágs kommunu fyri 2021.

Tilmæli 08.06.22: Fíggjarnevndin mælir bygdaráðnum til at góðkenna ársroknskapin fyri 2021.

Endaligu roknskapartølini í mun til játtanina vóru:

Játtan:

  • Útreiðslur: 58.788
  • Inntøkur: 61.477
  • Løgur: 10.579

Roknskapur:

  • Útreiðslur: 65.451
  • Inntøkur: 4.098
  • Løgur: 54.931

Avgerð: Bygdaráðið samtykti ársroknskapin hjá Sørvágs kommunu fyri 2021

Mál nr. 52/2022

J.nr. 022

Umsókn um uppnormering av starvsfólkaorkuni – Sýslan

Málslýsing: Søkt verður um uppnormering av starvsfólkaorkuni í Sýsluni. Søkt verður um 30 tímar um vikuna.

Tilmæli 08.06.22: Trivnaðarnevndin mælir til at játta uppnormering av starvsfólkaorkuni í Sýsluni við 30 tímum um vikuna.

Tilmæli: 08.06.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini

Mál nr. 53/2022

J.nr. 022

Broytan av byggisamtyktini - Ídnaðarøkið

Bygdaráðið samtykti at broyta uml. 44.095 m2 av matr. nr. 422b frá øki K: landbúnaðaøki, til øki C: vinnuendamál.

Mál nr. 54/2022

J.nr. 022

1. viðgerð av eykajáttan til Sýsluna

Málslýsing: 1. viðgerð av eykajáttan til Sýsluna.

Fíggjarnevndin mælir til at játta eina eykajáttan til Sýsluna, vegna uppnormering av starvsfólkaorkuni hjá Sýsluni upp á kr. 125.000,- til konto konto 3.26.11.380.11 (Sýslan).

Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at taka undir við tilmælinum frá Fíggjarnevndini.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024