Bygdaráðsfundur kl.17
25. mai 2022

Møtt vóru:

  • Eyð Ellingsgaard
  • Jóhan Mikkelsen
  • Elsebeth Davidsen
  • Hugin Skaalum
  • Jón Joensen
  • Sune Jacobsen

Umframt Sunrid Rasmussen, skrivari.

Mál nr. 53/2022

J.nr. 324-5-2022

Umsókn um stuðul til føroyskt spurnaspæl sum kallast Bezzerwizzer.

Málslýsing: Søkt verður um stuðul til føroyskt spurnaspæl, sum kemur út í Føroyum komandi heyst, spælið kallast Bezzerwizzer.

Tilmæli 17.05.22: Trivnaðarnevndin mælir frá at veita stuðul.

Tilmæli 24.05.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Mál nr. 54/2022

J.nr. 323-3-2018

Integrasjónspolitikkur

Málslýsing: Samstarv millum Sørvágs og Vága kommunu á integrasjónsøkinum.

Tilmæli 17.05.22: Trivnaðarnevndin mælir til, at fara í samstarv við Vága kommunu, um at orða ein integrasjónspolitikk.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 55 /2022

J.nr. 324-4-2022

Umsókn um stuðul – Undirhúsið

Málslýsing: Undirhúsið søkir um at stuðulin sum felagið fær frá Sørvágs kommunu, verður hækkaður frá kr. 10.000,00 upp til kr. 15.000,00.

Tilmæli 17.05.22: Trivnaðarnevndin mælir til at játta stuðul upp á kr. 15.000,00 til Undirhúsið.

Tilmæli 24.05.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 56 /2022

J.nr. 329-14-2022

Spælipláss í skúlagarðinum

Tilmæli 17.05.22: Trivnaðarnevndin mælir til, at Jóan Petur arbeiðir víðari við ætlanina um spælipláss á skúlanum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Trivnaðarnevndini.

Mál nr. 57/2022

J.nr. 542-10-2022

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 289f í Sørvági

Málslýsing: Eigarnir av matr nr. 289f í Sørvági, søkja um byggiloyvi til sethús, samb. innsendum tekningum.

Tilmæli 17.05.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. nr. 289f í Sørvági, við teimum treytum sum tekniski leiðarin nevnir í tilmælinum. Frástøðan millum hjall og granna skal verða 2,5m.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 58/2022

J.nr. 542-18-2022

Tilboð um at skifta tak á sethúsum á matr. 131d í Sørvági.

Málslýsing: Tilboð frá VágaSmíð um at skifta tekjuna á sethúsum á matr. nr. 131d í Sørvági. Tilboðið er upp á tilsamans kr. 108.000,00 uttan MVG.

Tilmæli 17.05.22: Tekniska nevnd mælir til, at taka av tilboðnum frá VágaSmíð um at skifta tekjuna á sethúsum á matr. nr. 131d í Sørvági.

Tilboðið er upp á tilsamans kr. 108.000,00 uttan MVG (Tilfar kr. 64.000,00 – arbeiðsløn kr. 44.000,00).

Tilmæli 24.05.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 59/2022

J.nr. 542-19-2022

Kostnaðarmeting at skifta tak á skúlanum

Málslýsing: Kostnaðarmeting frá Fuglark - Dávur R. Hansen, um skiftan av tekjuni á skúlanum.

Metingin er upp á kr. 5.678.864,89.

Tilmæli 17.05.22: Tekniska nevnd mælir til, at biðið verður um tilboð, til skiftan av tekjuni á glasbygninginum.

Tilmæli 24.05.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 60 /2022

J.nr. 544-8-2022

Omankoyringing hjá okkum á Dávabreyt 12 – Búi Holm

Málslýsing: Skriv frá Búa Holm viðv. omankoyring til Dávabreyt 12.

Tilmæli 17.05.22: Tekniska nevnd mælir til at játta umsóknina.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 61 /2022

J.nr. 542-16-2022

Umsókn um byggiloyvi til sethús á matr. 272p í Sørvági

Tikið av skrá, ikki klárt til støðutakan.

Mál nr. 62/2022

J.nr. 542-12-2022

Umsókn um byggiloyvi til havastovu á matr. 164h í Sørvági.

Málslýsing: Eigarnir av matr nr. 164h í Sørvági, søkja um byggiloyvi til havastovu, samb. innsendum tekningum.

Tilmæli 24.05.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá tekniska leiðaranum, um at játta umsókn um byggiloyvi til havastovu á matr. nr. 164h í Sørvági.

Byggjast skal eftir innsendum tekningum og viðmerkingum, og annars eftir byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 63 /2022

J.nr. 542-17-2022

Umsókn um leingjan av byggiloyvi til hjall á matr. 168 í Mykinesi

Málslýsing: Umsókn frá Sp/f Mykines um leingjan av byggiloyvi til hjall á matr. nr. 168 í Mykinesi.

Byggiloyvi til sethús við tilhoyrandi hjalli er samtykt á bygdaráðsfundi 31. mai 2017 Sethúsini eru bygd.

Tilmæli 24.05.22: Tekniska nevnd mælir til at leingja byggiloyvi í 2ár til hjall á matr. nr. 168 í Mykinesi, vísandi til byggiloyvi sum er givið 31. mai 2017.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 64 /2022

J.nr. 542-21-2022

Umsókn um byggiloyvi til garð á matr. 386g í Sørvági

Málslýsing: Eigarnir av matr. nr. 386g í Sørvági, søkja um byggiloyvi til garð móti matr. 386d.

Garðurin er 20m langur og 2,5m høgur og 0,2m breiður. Garðurin verður ikki settur á mark, men er tú nærri marki enn 2,5m.

Timæli 24.05.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum, um at geva byggiloyvi til garð á matr. 386g í Sørvági, samb. umsókn og strikutekning og annars eftir ásetingunum í byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 65/2022

J.nr. 542-15-2022

Umsókn um byggiloyvi til úthús/ drívhús á matr. 87e í Sørvági.

Málslýsing: Eigarnir av matr. nr. 87e í Sørvági, søkja um byggiloyvi til úthús/ drívhús.

Tilmæli 24.05.22: Tekniska nevnd tekur undir við tilmælinum frá Tekniska leiðaranum, um at geva byggiloyvi til úthús/ drívhús, sambært umsókn og tekning, og annars eftir ásetingunum í byggisamtyktini fyri Sørvágs kommunu.

Frástøðan til Húsadals/ Traðarvegur skal ikki verða minni enn 2,5 metrar.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Teknisku nevnd.

Mál nr. 66/2022

J.nr. 548-11-2021

Víðkan av vinnuøkinum

 

Málslýsing: Víðkan av vinnuøkinum í Sørvági.

Tilmæli 15.05.22: Vinnunevndin mælir til at keypa uml. 40.000 fermetrar frá hagapartinum. Vørðufelli, til víðkan av vinnuøkinum á Hálsi.

Tilmæli 24.05.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Vinnunevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Vinnu- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 67 /2022

J.nr. 549-1-2022

Umsókn frá Sp/f Lakeside

Málslýsing: Søkt verður um at fáa 2 av gomlu bátabrúgvunum, tá hesar verða skiftar. Ætlanin er at leggja eina niðri á Flúgvarabedingini og eina suðuri í Oyrum.

Tilmæli 19.05.22: Havnarnevndin mælir til at játta umsóknina frá Lakeside um at fáa 2 brúgvar.

Tilmæli 24.05.22: Fíggjarnevndin tekur undir við tilmælinum frá Havnarnevndini.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum frá Havnar- og Fíggjarnevndini.

Mál nr. 68/2022

J.nr. 215-5-2022

Keyp av matr. nr. 119an í Sørvági.

Í sambandi við at Alberta og Jonn Lydersen hava keypt eini sethús, ynskja tey at selja matr. nr. 119an aftur til Sørvágs kommunu.

Tilmæli: 24.05.22: Fíggjarnevndin mælir til at keypa matr. nr. 119an aftur frá Albertu og Jonn Lydersen, samb. vanligum treytum.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at fylgja tilmælinum hjá Fíggjarnevndini.

Mál nr. 69/2022

Visit Vágar

Kunning.

Mál nr. 70/2022

J.nr. 659-2-2019

Umsókn um at selja matr. nr. 422o til dóttirfelag.

Málslýsing: P/F Flogfelag Føroya (62°N ferðaskrivstova) keypti í 2019, grundstykkið matr. Nr. 422o omanfyri flogvøllin. Dótturfelagið Sp/f F.F. Bilaleiga hevur bilútleigan á flogvøllinum og tað er í hesum sambandi, at felagið er í ferð við at byggja eina vaski- og klárgerðingshøll á grundstykkinum.

Arbeiðið við at byggja klárgerðingshøllina er komið væl áleiðis og verður væntandi klárt at taka í nýtslu 1. juli. Ynski hjá okkum, er at savna alt virksemi, sum hevur við bilútleigan at gera, í sama felagið tvs. Sp/f F.F. Bilaleiga.
 
Umsóknin hjá okkum er sostatt, at P/F Flogfelag Føroya selur grundstykkið og bygning til dótturfelagið Sp/f F.F. Bilaleiga.

Sum áður nevnt á fundinum um ynski at fáa skrásett Sp/f Bilaleigu til Sørvágs Kommunu, hava vit fráboðað Skráseting Føroya um at broyta heimstaðar kommunu hjá Sp/f F.F.

Bilaleiga til Sørvágs Kommunu.

Avgerð: Samtykt

Mál nr. 71 /2022

Ársroknskapurin fyri 2021 hjá Vesturvón

Málslýsing: Ársroknskapurin fyri 2021 hjá Vesturvón.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti ársroknskapin fyri 2021 frá Vesturvón.

Mál nr. 72 /2022

J.nr. 219-13-2022

Umsókn um stuðul til útgávu av sangi til Country og Blues festivalin

Málslýsing: Annfinn Sommerson hevur søkt um stuðul, til útgávu av sangi til Countryfestivalin í Sørvági.

Avgerð: Bygdaráðið samtykti at játta kr. 2.000,00 í stuðli, til útgávu av sangi til Countryfestivalin í Sørvági.

Mál nr. 73/2022

1. viðgerð av eykajáttan til spælipláss

Bygdaráðið samtykti eina eykajáttan til spælipláss í Hagagerði.

Peningurin verður at taka av tøkum peningi.

Aðrir fundir
Bygdaráðsfundur
27. mars 2024
Bygdaráðsfundur
28. februar 2024
Bygdaráðsfundur
31. januar 2024