Jólatrøini tendraði

28. november 2022

Fríggjadagin vóru jólatrøini í Gásadali, í Bø, og í Sørvági tendaði

Heilt fitt av fólki vóru møtt tá jólatrøini vóru tendraði fríggjadagin. Borgarstjórin bjóðaði vælkomin, og barnakór sang.
Sørvágs tónleikarafelag setti sín hugnaliga dám á løturnar við jólatónum. Og sjálvandi komu jólamennirnir eisini við pakkum til tey smærru, meðan tey vaksnu fingu suppu.

------


Talan hjá Vinjard:

Fyrst vil eg takka fyri álitið og henda møguleikan at siga nøkur orð, nú Sørvágs kommuna tendrar jólatrøini.

Er tað bara eg, ella virkar tað sum í síðsta mánaða vit stóðu her í Gásadali/Bø/Sørvági og tendraðu træið seinast? Kanska tí, at summarið royndist sum ein góður CO2 upphitaður vetur, so er man ongantíð vaknaður úr vetrardvalanum, og nú er tíðin komin, til aftur at fara í vetrardvala. Men um eg eina løtu kann sleppa at vekja tykkum úr dvala, nú vit eru samlaði um lýsandi træið, so vil eg siga hetta:

Endiliga er atventstíð! Knappar fýra vikur til jól! Merkja tit tað? Súsið av øllum tí sum skal gerast? Gávur, innkeyp, pynting, jólaborhald, 5 stjørnaðan døgurða til svigerfamiljuna og kanska av øllum hesum, stúran? Tí á jólum skulu øll vera glað. Eisini tey sum syrgja, eru sjúk ella skild frá sínum kæru. Ella merkir atventstíðin friður, vón og trúgv?

”Friður á jørð” sungu einglarnir fyri hirðunum, vit kenna tað væl. Vit endurtaka orðini, meðan bumburnar frá Putin regna yvir Ukraina. Neyðars ukrainar mugu flýggja til onnur lond, eisini til okkara. Fyri Jesusi, tá hann var føddur, var ikki rúm. Hann varð føddur í einum fjósi, millum tø, hoyggj og í gjóstri. Lat tað ongantíð verða sagt um okkum, sum fólk, at ikki var rúm fyri neyðstøddum í okkara landi. At ukrainar, ella aðrir flóttar verða, vístir í eitt fjós, langt frá okkum at lívbjarga sær sjálvum. Jesus segði sjálvur, at tað, sum tit gera móti øðrum, serliga teimum minstu, gera tit móti mær við!

Um vón segði suðurafrikanski biskupurin Desmond Tutu: “Hope is being able to see that there is light despite all of the darkness”. Umsett: ”Vón er førleikin, til at síggja ljósið hóast alt myrkrið, sum er”. Uttan vón er einhvør støða trupul, ja… vónleys. Men vónin hevur bæði mót og styrki við sær. Vit kunnu vóna so ymiskt. Eg kann vóna at eg vinni í Gekkinum. Eg kann ikki tola at spæla Gekk. Tað er tað rotnasta, eitt fríggjakvøld kann brúkast til.

Men aftur til vónina. Ja, eg kann vóna at vinna, men tað er meira ein vónleys vón. Tí innast inni veit eg, at eg nærum onga kjans havi at vinna. Eg fái gjørt so lítið, fyri at vinna handa ólukku Gekk! Tá so onkur hevur fulla plátu og sleppur inn at snara hjólinum, so vóni eg tey ikki vinna alt, ella nakað sum helst, tí eg vil vinna næstu ferð. Mín vón útihýsir sostatt vónini hjá øðrum. Men ein onnur vón er. Tað er tann vónin, sum lýsir í myrkrinum. Tað er tann vónin, sum drívur okkum og skapar meining til arbeiðis, heima við hús, í skúlanum í okkara relatiónum. Henda vónin fær okkum at skilja, at eg eri ikki einsamallur í mínum lívið. Eg havi ábyrgd av mær sjálvum og av øðrum. Henda vónin gevur áræði, handlingskraft til at hyggja frameftir, til at fyrigeva og koma víðari. Henda vónin vendir sær til tey sjúku, og eg hug at nevna tey í okkara landi, sum serliga eru rakt av inflatión, prís- og rentuhækkingum.

Tað er eitt sindur myrkari tíðir nú, og tí hevur tað størri týdning at hjálpa sínum granna. At geva burturav, bera ein døgurða á gátt, skriva eina heilsan og í størri mun at liva fyri onnur enn bert ein sjálvan. Men, um ongin vón er, at tíðirnar fara at gerast betri, hóast tær kanska fyrst gerast verri, ja so missa vit mótið. Tann góða vónin strekkir seg til næsta ættarlið, til tey ungu, sum stríðast við sálarheilsu og einsemi. Tað, sum eg og tú gera her og nú, hvørvur ikki bara, men gevur afturljóð víðari inn í ævinleikan.

Maria, móðir Jesusar, trúði einglinum tá hann segði við hana, at hon skuldi fáa eitt barn, sjálvt um hon ikki visti av manni. So frætt vistu tey tá, hóast vit í dag meta okkum so upplýst í kynslívið, at maður og kvinna skulu til, um barn skal spyrjast burturúr. Men Maria bleiv við barn við Heilaga andanum, og hóast hon visti hetta ikki bar til, so trúði hon. Og tað bleiv sum eingilin segði. Ikki var skandalan lítil um ógifta parið, Mariu og Jósef. Men frelsari heimsins bleiv føddur. Ættin hjá Jesusi er ikki sørt áhugaverd. Har eru fólk av fremmandum og heidnum uppruna, ein skøkja og David kongur, sum bæði drap og dreiv hor. Men hesi vóru øll gjørd rættvís av trúgv. Trúgv er nakað undarligt nakað, men eisini kraftmikið. Við trúgv fylgir sannføring, men eisini ivi. Eg kann ivast í mínari trúgv, og tað gera vit øll viðhvørt, tí kann tað passa…? Men gævi tað ikki kann sigast um nakran av okkum, at eg við sannføring trúgvi mínum iva. Trúgv upp á eitt rættvísari samfelag og sannleikan, kann fáa fólk at taka avleiðingina við gleði, enntá um avleiðingin er fangahús ella mist rættindi. Tí er tað ikki líkamikið, hvat vit trúgva uppá. Allir sannleikar eru ikki eins sannir, og øll trúgv er ikki eins góð. Í Kvøld savnast vit um ljósið á trænum. Hygg hvussu vakurt tað glógvar! Síggja tit? Jesus er hitt æviga ljósið. Hygg hvussu vakurt Hann glógvar! Síggja vit?

Tá vit trúgva á Jesus sum Guds son og frelsara heimsins hava vit bæði frið og vón.

Gleðiliga atvent og gleðilig jól.

Onnur tíðindi

Myndir frá flaggdagshaldinum

25. apríl 2024

Flaggdagshald

21. apríl 2024

Skrá fyri bygda­ráð­sfundin 24. apríl

19. apríl 2024