Kennir tú onkran sum hevur sjúkuna demens?
15. mars 2023
Áhugaverdur fyrilestur fyri øllum borgarum í Vágum
Vit eru so heppin, at vit hava fingið fatur á nógv eftirspurdum fyrilestrahaldara, sum eisini hevur skrivað eina bók um sínar upplivingar sum avvarðandi.
Tað er Jobbe Pilgaard, sum nú kemur vestur í Vágar at fortelja sína søgu, um sítt lív saman við mammu, ið fekk staðfest demenssjúku.
Hann hevur eisini eintøk av bókum sínum við, og verður tað møguleiki at ogna sær eitt signerað eintak.
Fyrilesturin verður týskvøldið 23. mars kl. 19:00 í Bygdarhúsinum í Miðvági.
Ver vælkomin
Vága - og Sørvágs kommuna
Onnur tíðindi
Trivnaðarvikan 2026
07. juni 2026
Ung í arbeiði 2026
07. juni 2026
Ársroknskapurin 2025
03. juni 2026