Minnisplátur avdúkaðar í Gásadali

14. november 2025

Sunnudagin 2. november 2025 vórðu nýggjar minnisplátur avdúkaðar í Gásdali. Gásdalsfelagið tók stig til verkætlanina og vendi sær til Sørvágs kommunu við ynskinum um at fáa nøvnini á øllum sum liggja í gamla kirkjugarðinum sjónlig. Kristina Olsen og Anna Guttesen hava savnað nøvnini, og Sørvágs Kommuna hevur stuðlað við sjálvum plátunum.

Til sjálva løtuna søgdu Inga Dam, prestur, og Marjun í Kálvalíð, prestur, nøkur hugleiðandi orð. Tórfríð Tavsen framførdi sangin “Kvinnan í svørtum”, áðrenn Karl Mikkelsen avdúkaði pláturnar.

Aftaná hátíðarligu løtuna bjóðaði Sørvágs kommuna til kaffi og lagkøku í Gásadalsgarði.

Fitt av fólki var møtt, og løtan gjørdist bæði hátíðarlig og minnilig fyri bygdarfólk og gestir.

Onnur tíðindi

Eyka bygda­ráð­sfundur

14. juli 2026

Bátavog­nar við bátahylin

08. juli 2026

Viðfestis-, báta og húsvognar við Bonushyl

08. juli 2026