Jólatrøini verða tendrað 30. november

25. november 2025

Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tendrað sunnudagin 30. november

Tað sær út til at verða nógvur vindur hósdagin 27. nov., og tí hava vit valt at flyta dagfestingina fyri nær jólatrøini tendrað. Jólatrøini í Sørvágs kommunu verða tí tendrað sunnudagin 30.nov. Skráin er tann sama, tó er tíðspunkti flutt eitt sindur. 

Kl. 16.00 í Gásadali: Helena Heðinsdóttir Guttesen talar og Sørvágs Tónleikarfelag spælir. Aftaná verður drekkamunnur í skúlanum.

Kl. 17.00 í Bø: Helena Heðinsdóttir Guttesen talar og Sørvágs Tónleikarfelag spælir. Aftaná verður drekkamunnur í skúlanum

Kl. 18.00 á Stakka í Sørvági: Helena Heðinsdóttir Guttesen talar, Sørvágs Tónleikarfelag spælir og barnakórið í Libanon fer at syngja. Aftaná verður ókeypis suppa og kaffi. 

Jólamenninir vitja í øllum trimum bygdunum.

Tað verður adventsgudstænasta í Sørvágs kirkju kl. 16, har lusiugonga verður og barnakórið syngur, og aftaná verður rísalamande í kirkjuhúsinum. Jólamennirnir koma tí at vitja í kirkjuhúsinum og fylgjast so við børnunum yvir á Stakka. 

 

Onnur tíðindi

Vallistar til fólkatings- og løgtingsval

10. mars 2026

Sørvágur fær nýggjan festival

05. mars 2026

Tíðindaskriv frá Sørvágs kommunu

25. februar 2026